týsdagur 7. oktober 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 192 - 7. oktober 2008
Kommunurnar í
Suðuroy vilja ikki
viðgera spurningin
um at leggja saman,
fyrrenn eftir eftir
nýggjár, tá ið nýggju
bý-og bygdaráðini eru
mannað
Kommunu-
samanlegging
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er nú greitt, at tað
verður ikki beinanvegin, at
farið verður undir eina til
gongd at leggja alla Suðuroy
saman í eina kommunu
Tað er greitt, eftir at um
boð fyri bý og bygdaráðini
í Suðuroy møttust á felags
fundi í Hvalba í gjárkvøldið
at viðgera spurningin um
kommunusamanlegging.
Við á fundinum vóru
eisini
Jógvan
Mørkøre,
stjórnmálafrøðingur,
og
Dennis Holm, samfelags
frøðingur, sum báðir eru í
Granskingardeplinum fyri
samfelagsgransking.
Teir
hava
gjørt
eitt
arbeiðsrit um eina tilgongd,
sum skal enda við at øll
Suðuroy verður løgd í eina
kommunu og á fundinum í
Hvalba í gjárkvøldið, har
allar
kommunur
vóru
umboðaðar, uttan Fámjin
og Sumba.
Teir báðir hava mælt til at
fara undir arbeiðið at leggja
kommunurnar
saman
beinanvegin fyri at forða
fyri, at politikkur kemur í
málið í sambandi við bý
og
bygdaráðsvalið
11.
november og so at tey, sum
stilla upp til kommunuvalið
vita frammanundan, at tey
koma bara at sita í eitt ár.
Vilja bíða
Men tað eru tær fimm
kommunurnar, sum vóru
við á fundinum í Hvalba,
ikki samdar í.
Tær eru ikki sinnaðar at
fara undir samanleggingina
beinanvegin, tí tey siga, at
hetta er ein spurningur, sum
tey nývaldu kommunustýr
ini eiga at taka støðu til.
Tey halda ikki, at tað er
rætt at hesi kommunustýrini
taka eina avgerð, sum
bindur
kommunustýrini,
sum skulu taka við, longu á
nýggjárinum og sum sostatt
verða tey, sum koma at
arbeiða við málinum.
Hinvegin
kom
eisini
greitt fram á fundinum, at
kommunustýrini
veruliga
eru sinnað at taka spurningin
upp eftir kommunuvalið,
siga kommunustýrislimir,
sum vóru við á fundinum
og sum vit hava tosað við.
Og verður undirtøka fyri
tí, eru tey sinnað at seta ein
arbeiðsbólk við umboðum
fyri allar kommunur at
arbeiða við málinum.
Í so máta er talan um
ein jaligan hugburð til sam
anlegging, tí kommunu
stýrini eru veruliga sinnað
at taka málið upp, siga
kommunustýrislimir
fyri
Sosialinum.
Tað er eisini semja um, at
verður farið undir eina
tilgongd fram ímóti at
leggja kommunurnar sam
an, skal tað arbeiðast skjótt,
tí ímeðan arbeiðið fer fram,
verður nógv virksemið at
verða lagt í dvala og tí skal
tað avgreiðast so skjótt,
sum tilber.
Av tí sama er eisini greitt,
at, borgarstjórin á Tvøroyri
fær heldur ikki undirtøku
fyri at hava fólkaatkvøða í
Suðuroy um samanlegging,
samstundis sum valið til
kommunustýrið er.
Hinar
kommunurnar
halda ikki, at tað er rætt at
hava fólkaatkvøðu, fyrrenn
veljarin hevur ein ítøkiligan
samanleggingarsáttmála at
taka støðu til
Men sostatt er onki at
ivast í, at so hvørt sum val
stríðið fer at harðna upp
undir kommunuvalið, er
spurningurin um saman
legging eisini at verða ein
alsamt sjónskari partur í
valstríðnum.
Tað eigur tað at verða,
sigur kommunustýrislimur
við Sosialin eftir fundin í
Hvalba í gjárkvøldið.
Samanlegging í Suðuroy
má bíða til eftir nýggjár
Á almennum fundi í farnu viku, varð kommunusamanlegging aftur sett á dagsskrá og tað sær ikki út til, at tankin verður sleptur
aftur. Men tað verða tey nýggju kommunustýrini, sum skulu taka við á nýggjárinum, sum eiga bóltin
Verður øll Suðuroy
løgd saman í eina
kommunu, skulu hval-
bingar sjálvir sleppa
at brúka pengarnar,
sum kommunan eigur
á bók
samanlegging
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Verður øll Suðuroy løgd
saman í eina kommuna, eiga
hvalbingar ikki at verða
tvingaðir til at avlevera alla
sína uppsparing í ein felags
kommunukassa.
Tað
heldur Tvøroyrar
Býráð.
À fundi í gjárkvøldið
umrøddi býráðið spurningin
um kommunusamanlegging
og har endurtók býráðið
samtyktina um, at Suðuroy
skal leggja saman í eina
kommunu.
Og býráðið heldur, at tað
skal ongantíð vera ov skjótt,
at øll Suðuroy verður lagt
saman í eina kommunu.
Ein kommununa, sum
hevur aftrað seg við at
leggja saman, er Hvalbiar
Kommuna.
Otto
West,
borgarstjóri, segði í sam
røðu við Sosialin fyrr í
vikuni, at Hvalbiar Komm
una eigur eini 10 milliónir
á bók.
Og hann góðtekur undir
ongum
umstøðum,
at
hvalbingar uttan víðari bara
skulu avlevera hesa upp
hæddina til hinar komm
unurnar í Suðuroy, har tað
mesta av honum hevði farið
til skuld hjá hinum komm
ununum, sum flest allar
skylda heilt fitt av pengum,
serliga tær báðar størstu
kommunurnar, Vágur og
Tvøroyri.
Vit skulu ikki brúka at
til at betala skuldina hjá
øðrum kommunum við,
staðfesti Otto West.
Tí kundi hann undir
ongum umstøðum góðtaka
at fara undir eina saman
legging nú við teirri treyt,
at lok verður fyribils lagt á
kommunukassarnar og at
kommunurnar, hvør í sínum
lagi, ikki binda seg til
nýggjar íløgur.
Pengarnir, sum Hvalbiar
Kommuna eigur, skal koma
sóknarfólkinum til góðar,
segði hann.
Hann nevndi møguleikan
fyri at gera skúlan tipp
topp, ella fyri at gera
bátahyl ella okkurt annað.
Hinvegin heldur hann ikki,
at tey skulu gera íløgur,
sum fara at føra leypandi
rakstrarútreiðslur við sær.
Ongin forðing
Hendan spurningin varð eis
ini til umrøðu á býráðsfundi
á Tvøroyri í gjárkvøldið.
Og niðurstøðan í býráð
num er, at tey skilja støðuna
hjá hvalbingar, men tey
halda ikki, at hetta eigur at
verða
ein
forðing
fyri
samanlegging.
Hóast øll Suðuroy leggur
saman í eina kommunu, eig
ur tað at bera til at hava eina
skiftistíð, har peningurin,
sum Hvalbiar kommuna
eigur á bók, verður brúktur
so at hann kemur sóknar
fólkinum til góðar og ikki
verður lagdur í felagskassan
hjá eini stórkommunu.
Hava hvalbingar hug at
brúka peningin til ymisk
endamál í kommununi, eiga
vit at finna útvegir fyri tí,
so at hvalbingar sleppa at
hava peningin, hóast allar
kommunurnar verða lagdar
saman, er niðurstøðan í
Tvøroyrar Býráði.
Tað eigur ikki at forða
fyri eini samanlegging, sam
tykti býráðið í gjárkvøldið.
Hvalbingar skulu sleppa at brúka pengarnar sjálvir
Føroyskar søgur í Klaksvík
Komandi mánakvøld klokkan 19.30 verða brot úr nýggja filmi
num »Føroyskar søgur – upplivingar úr gerandisdegnum« at
síggja á Klaksvíkar bókasavni. Eisini fer Uni Leitisstein Hansen,
sum hevur verið við at savna filmstilfar, at siga frá um arbeiðið.
Filmurin lýsir seinastu 100 árini í Føroyum gjøgnum gerandis
upplivingar hjá føroyingum. Heitt hevur verið á øll um at koma
við gomlum filmsupptøkum, ið kunnu varpa ljós á søgu okkara,
og áhugin hevur verið stórur. Fleiri hundraðtals filmsrullur eru
savnaðar inn. Burtur úr hesum rúgvusmikla tilfari er gjørt eitt
úrval av fangandi og sjálvstøðugum søgum, ið hava upptikið
fólk og havt týdning fyri, hvussu vit liva í dag.
Uni Leitistein Hansen hevur samskipað arbeið
ið at savna inn filmstilfar til føroyskar søgur
Mynd: Per Højgaard
Skeið í arbeiðsmarknaði
Fasti Gerarrætturin skipar fyri einum skeiði í arbeiðs
marknaðarrætti, sum verður hildið á Hotel Føroyum 27.
oktober. Skeiðið er býtt í tríggjar partar: Rættargangur
fyri advokatar og fakfelagsleiðslu, alment skeið um faklig
trætumál fyri øll, ið fáast við arbeiðsmarknað. og um
kvøldið er netverk og døgurði á skránni. Luttakaragjaldið
er 900 krónur fyri allan dagin, fyrrapart 400 krónur og
seinnapart 300 krónur ella 500 krónur við døgurða um
kvøldið. Meiri fæst at vita umvegis teldupost fg@fg.fo.