týsdagur 7. oktober 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 192 - 7. oktober 2008
Nógv hús standa
á sølulistunum,
men miðalprísurin
er høgur og eftir
spurningurin
dalar. Orsøkin er,
at bankarnir hava
smekkað kassan í og
vilja treyðugt veita
stór lán. Í Havn er
sølan minkað niður í
eina helvt
Húsamarknaður
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Fíggjarkreppa er á altjóða
fíggjarmarknaðinum. Men
hóast føroyskir fíggjarstovn
ar eftir øllum at døma eru
væl fyri, hava teir smekka
kassan í, og møguleikin at
fáa stór lán ewr ikki tann
sami í dag, sum hann var
fyri bert stuttari tíð síðan.
Rentan á bústaðarlánum er
hækkað munandi, og er í
dag næstan tað dupulta av
tí, hon var um ársskiftið frá
2005 til 2006, tá hon bert
var hálvtfjórða prosent. Í
dag er lægsta rentan upp
móti sjey prosentum á teim
um bíligastu bústaðarlánun
um.
Hetta merkir eina mun
andi øking av útreiðslunum
hjá teimum familjum, sum
hava keypt hús seinastu
tvey til trý árini, og serliga
tungt er tað hjá teimum,
sum eru nýggj á marknað
inum og hava lítið av egin
ogn. Samstundis sum rentan
er hækkað, er oljuprísurin
fleirfaldaður og matvøru
prísirnir eru alsamt vaks
andi eisini.
Sølan í Havn
minkað eina helvt
Ymiskar broytingar eru at
hóma á marknaðinum. Mill
um annað sæst á tølum frá
almennu tinglýsingini fyri
húsasølur fyrsta hálvár í ár
og sama tíðarskeið í fjør, at
alsamt fleiri húsasølur og
húsakeyp verða framd í
smærru bygdunum. Sam
stundis er miðalprísurin á
sethúsum har umleið tann
sami nú, sum hann var fyri
einum ári síðan.
Í størru bygdunum er lítil
og eingin broyting at hóma.
Miðalprísur og tal av hús
um, sum skifta eigara, eru
áleið tað sama.
Í Havn harafturímóti, er
stór broyting at hóma í
mynstrinum. Annan árs
fjóðring í fjør vóru 28 húsa
sølur framdar, og miðalprís
urin var 2,3 milliónir. Sama
tíðarskeið í ár vóru bert 14
sølur framdar í Havn. Orsøk
in liggur helst í miðalprís
inum, sum henda ársfjóðr
ing var 2,25 milliónir krón
ur.
Harafturat
eru
stórar
broytingar hendar í fíggjar
heiminum triðja ársfjóðring
í ár, og hugsast kann at talið
av húsasølum rapar enn
meira, um so er at miðal
prísurin enn stendur í stað.
Órógv á
marknaðinum
Húsameklarar í Føroyum
merkja væl, at órógv er á
marknaðinum. Færri sølur
eru nú, og húsini standa
alsamt longri á sølulist
unum hjá húsameklarunum.
Tó er marknaðurin ikki
heilt uppsteðgaður.
Hjá Meklarin.fo, sum er
minsta
meklarafyritøkan,
hava tey enn ikki merkt
eina markanta broyting á
marknaðinum, men summar
ábendingar eru um at broyt
ingar eru á veg.
Krøvini til fígging eru
strangari í dag. Tað eru
mest fólk, sum hava egin
pening, sum fara eftir húsa
keypum í dag. Samstundis
síggja vit at marknaðar
prísurin er lækkaður nakað,
men at fólk eru sera varin
við at taka av tilboðum,
lægri enn tað, tey vilja hava
fyri húsini. Sostatt er tað
eitt nógv størri arbeiði sum
skal til fyri at forhandla
prísin millum keypara og
seljara í dag, greiðir Lasse
Klein, stjóri á Meklarin.fo,
frá.
Hann greiðir eisini frá, at
grundað á húsasølurnar hjá
Meklarin.fo, hvørs høvuðs
virksemi serliga er í Eyst
uroy, er eingin trupulleiki at
sleppa av við hús, sum
standa til sølu fyri undir
eina millión, men tá prís
urin fer nógv uppum milli
ónina, er verri at fáa selt
húsini.
Longri sølulistar
og sølutíð
Hjá P/F Inni, sum er størsta
meklarafyritøka í landinum,
merkja tey eisini at broyt
ingar eru hendar í seinast
uni. Har vátta tey, at hús
standa munandi longri á
sølulistunum nú, og at tað
gongur
seinni
at
selja
húsini.
Á heimasíðuni hjá fyri
tøkuni stendur at lesa, at P/
F Inni støðugt hevur millum
80 og 90 sethús og bygn
ingar á sølulistanum. Í dag
standa millum 120 og 130
sethús og bygningar á list
anum, og tað vísir at longri
gongur við at selja húsini í
dag, og at eftirspurningurin
minkar, samstundis sum
miðalprísurin enn er høgur.
Hannelena Mittún, stjóri
í P/F Inni, váttar at eftir
spurningurin er minkaður,
og at tað gongur seinni at
selja, men sigur at miðal
húsini, sum standa fyri
umleið 2 milliónir, sleppa
tey enn av við.
Men tað krevur ein
góðan økonomi at fáa lán
til tey húsini. Tað krevur
tvær góðar inntøkur og
nakað av eginpeningi, sigur
Hannelena Mittún, stjóri í
P/F Inni.
Miðalprísur og tal av sølum kring landið
Bólkað er soleiðis:
Tórshavn: Tórshavn, Argir og Hoyvík
Størri bygdir: Klaksvík, Runavík, Glyvrar, Fuglafjørður, Gøta,
Kollafjørður, Vágur, Tvøroyri, Froðba, Trongisvágur, Miðvágur
og Vestmanna
Smærri bygdir: Aðrar bygdir, ið ikki eru nevndar
omanfyri.
Miðalprísur:
Øki
1. ársfjórðing 2007 1. ársfjórðing 2008
Tórshavn
2.321.883
2.127.630
Størri bygdir
1.314.815
1.226.087
Smærri bygdir
948.881
1.012.958
Øki
2. ársfjórðing 2007 2. ársfjórðing 2008
Tórshavn
2.302.143
2.250.000
Størri bygdir
1.257.391
1.032.500
Smærri bygdir
1.105.568
1.083.640
Tal av sølum:
Øki
1. ársfjórðing 2007 1. ársfjórðing 2008
Tórshavn
30
21
Størri bygdir
27
23
Smærri bygdir
22
30
Øki
2. ársfjórðing 2007 2. ársfjórðing 2008
Tórshavn
28
14
Størri bygdir
23
22
Smærri bygdir
22
25
Kelda: www.eik.fo
FAKTA
Eik tryggjar øll innlán
Danski staturin veitir nú trygd fyri øllum innlánum í Eiksamtakinum. Tað er greitt, eftir at nevndin í Eik
Banka hevur tikið avgerð um, at samtakið framhaldandi verður partur av teirri sonevndu Privatu Tilbúgvingini.
Danski staturin hevur latið eina tvey ára trygd fyri øllum innlánum í peningastovnum í ríkinum, og eftir avtalu
við fíggjargeiran skal Privata Tilbúgvingin umsita og fíggja trygdina, ið er galdandi frá 6. oktober 2008 og
tvey ár fram. Samlaða árliga tryggingargjaldið, ið peningastovnarnir skulu rinda, er 7,5 mia. krónur. Árligi
parturin hjá Eiksamtakinum er á leið 60 mió. krónur. Samstundis hevur nevndin í Eik tikið avgerðu um ikki
at luta vinningsbýti til partaeigararnar komandi tvey árini
Ábyrgd og møgulig hækking av tryggingargjaldinum í
samband við Privatu Tilbúgvingina kunnu í ringasta
føri kosta Eik-samtakinum á leið 80 mió. krónur hvørt
Sethúsasølan í Havn rapar
Sølulistarnir eru langir og
miðalprísurin høgur. Talið av
sethúsasølum í Havn minkaði
niður í helvt fyrsta hálvár í
ár, í mun til sama tíðarskeið
í fjør
Mynd: Jens Kristian Vang