týsdagur 7. oktober 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 192 - 7. oktober 2008
- Líka síðani eg
undirvísti á Handils-
skúlanum mitt í
80-unum hevur
undirvísing havt mín
áhuga, og míni 16
ár sum landsgrann-
skoðari geva mær
eina ávísa vitan á
økinum, sigur nýggi
aðalstjórin í Menta-
málaráðnum, Leivur
Harryson
UMSITING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Mentamálaráðið
umsitur
eina breiða viftu av máls
økjum, men hetta er kortini
ikki nakar trupulleiki fyri
nýggja aðalstjóran, Leiv
Harryson.
Gjøgnum 16 ára royndir
sum
landsgrannskoðari
kenni eg sjálvandi øll aðal
ráðini, eisini Mentamálaráð
ið, sigur Leivur Harryson.
Hann hevur eisini starvast
sum lærari og inspektørur á
Handilsskúlanum, og tað
hevur givið eyka barlast á
undirvísingarøkinum.
Tað er ikki enn sett dato
á, nær Leivur Harryson
byrjar sítt starv í Menta
málaráðnum, men tað verð
ur einaferð mitt í komandi
mánaði.
Eg havi nakrar uppgávur
her, sum eg má fáa frá
hondini, áðrenn eg kann
taka við sum aðalstjóri,
sigur Leivur Harryson.
Hann starvast í løtuni
sum deildarleiðari á Trygg
ingar, Fjarskiftis, Elveit
ingar og Posteftirlitinum.
Hugsaði ikki um
trupulleikar
Tað er eingin loyna, at tað
hava verið ávísir trupulleikar
í Mentamálaráðnum, og
skift er eitt sindur runt við
fólki. Men tað hevur ikki
ligið frammarliga í tonk
unum hjá Leivi Harryson.
Satt at siga, so hugsaði
eg als ikki um trupulleikar,
tá eg søkti starvið, sigur
Leivur Harryson.
Hann sigur, at enn er ov
tíðliga at koma inn á, hvat
hann fyrst fer í holt við, tá
hann hevur tikið við sum
aðalstjóri.
Eg havi ikki enn tosað
við nakran í Mentamála
ráðnum, heldur ikki lands
stýriskvinnuna, so eg fari at
bíða við at siga nakað um,
hvat eg taki hond í fyrst,
sigur Leivur Harryson.
Hann ætlar sær tí í fyrstu
syftu at halda kortini tætt at
kroppinum, tí tað er ikki
taktiskt rætt at melda nakað
út, longu áðrenn hann hevur
tikið við sum aðalstjóri í
Mentamálaráðnum.
Undirvísing altíð havt mín áhuga
Um miðan komandi mánaða
fer Leivur Harryson niðan í
Mentamálaráðið og starvið
sum aðalstjóri har
Mynd: Álvur Haraldsen
Leivur Harryson er 53 ára gamal og útbúgvin cand.merc í
granskoðan frá Handiklsskúlanum í Keypmannahavn.
Eftir lokna útbúgving í 1982 starvaðist hann sum
grannskoðari hjá Ragborg & Gaard í Keypmannahavn.
Frá 1983 til ’86 var hann lærari og inspektørur á Føroya
Handilsskúla, og frá 86 til 91 sum grannskoðari hjá
Deloitte í Skovlunde.
Frá 1/11 1991 fram til 31/12 2007 starvaðist hann sum
landsgrannskoðari og frá ¼ 2008 sum deildarleiðari á
Tryggingar-, Fjarskiftis-, Elveitingar- og Posteftirlitinum.
FAKTA
Freistir í samband við býráðsval
Innlendismálaráðið hevur sent kommununum skriv við leiðreglum til býr
áðsvaliðInnihaldBýráðsval verður 11. november og í hesum sambandi eru
fleiri praktisk ting hjá borgarum at hava greiðu á. Klaksvíkar kommuna
vísir á, at til ber at venda sær til kommununa og fáa at yvirlitið yvir hesar
freistir at vita. Til dømis viðvíkjandi brævaatkvøðum, kunngerð av
vallistum og annað.
Valevni løgd fram
í Runavík
Runavíkar kommuna ger vart við, at vallistin til
kommunuvalið 11. november fyri valdømið í
Runavíkar kommunu liggur frammi til alment
eftirlit á kommunuskrivstovuni í Saltangará í
døgunum frá 14. oktober til 28. oktober í vanligari
skrivstovutíð. Kommunan ger vart við, at kæra um
at onkur ikki er komin á listan, ella at onkur av
órøttum er tikin við, skal skrivliga vera býráðnum
í hendi í seinasta lagi 4. november.
Harradeildin í
Handilskjarnanum
letur nú aftur, og við
honum gevst eisini
fjórða triðja ættarlið
at selja mannfólka-
klæði á júst hesum
blettinum í Havn
HaNdIlSlív
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Mynd: Jens Kr. Vang
Nú avgjørt er at lata harra
deildina í Handilskjarnanum
aftur, er tað fyrstu ferð í
meiri enn hundrað ár, at
mannfólk
ikki
kunnu
ekvipera seg í Niels Finsens
gøtu í Havn.
So tað er við sorgblídni, at
leiðarin, Sámal Joensen, nú
gevst við at selja mann
fólkaklæði. Sámal Joensen
er
langabbasonur
gamla
Hans Joensen, sum lat upp
handil við mannfólkaklæð
um á hesum stað í 1889. Her
hava bæði abbin, Rudolf
Joensen, og farbróðurin,
Hans Joensen, rikið virk
semið víðari, inntil flutt varð
niðan á Háls. Men Sámal,
sum hevur lært til seljara av
mannfólkaklæðum,
hevur
verið leiðari av harradeildini
til hendan dag.
Fólk detta ikki
inn á gólvið
Harradeildin
í
Handils
kjarnanum
er
triði
av
upprunaligu fýra handlum í
handilshúsinum við rullu
trappuni. Seinasta árið hava
bert tveir handlar verið í
húsinum; umframt harra
deildina, eisini Deres, sum
heldur fram á veghæddini.
Sámal Joesen sigur við
Sosialin, at tá tey valdu at
lata damu og barnadeildina
aftur fyri knøppum ári
síðani,
var
vónin,
at
Harradeildin fór at klára
seg eins væl og higartil.
Men tað hevur smittað
av
uppá
okkum,
at
konufólkini ikki eru dagligir
gestir í húsinum longur.
Sum heild er tað torført at
fáa fólk at koma upp í
hæddirnar, og mannfólkini
detta ikki bara inn á gólvið,
sigur hann.
Færri pengar og
parkeringspláss
Sámal
Joensen
heldur
eisini, at býráðið eigur ein
part av ábyrgdini fyri, at
handilin
ikki
ber
seg
longur.
Tá býráðið velur at taka
parkeringsplássini
burtur
frammanfyri,
velja
fólk
heldur at fara onkra aðra
staðni, tí føroyingar vilja
koyra til dyrnar. Heldur
ikki er tað nóg mikið at
sleppa at parkera í eitt
korter, tí man keypir ikki
mannfólkaklæði so skjótt,
sigur Sámal Joensen. Hann
hevur eisini varnast, at fólk
sum heilt hava minni av
peningi millum hendurnar.
Innanfyri detailhandilin
er tað týðuligt, at fólk
heldur vilja keypa bíligaru
merkini. So teir handlarnir
fara helst at hóra undan,
roknar hann við.
Síðsta starvsfólkið fór frá
tann 1. september, og Sámal
Joensen, hevur fingið nýtt
starv sum sølumaður hjá
Kemilux tann 1. november.
Hølini verða helst leigað út
til skrivstovu ella líknandi
og onkur hevur longu víst
áhuga. Hølini skulu vera
klár til yvirtøku 1. januar.
Mikumorgunin
verður
útsøla í harradeildini í
Handilskjarnanum.
Enn ein miðbýarhandil letur aftur
Tað er við sorgblídni, at Sámal Joensen nú gevst at selja klæði
í Niels Finsens gøtu. Langabbin, Hans Joensen, lat fyrsta
handilin við mannfólkaklæðum upp á sama stað í 1889