Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-07, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. oktober 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 vinnan Nr. 192 - 7. oktober 2008 Eftir meira enn 40 ár sum tøkniliga grund­ arlagi undir føroyska peningaheiminum, fer Elektron í 2009 at verða uttan bindingar. Og fyritøkan hevur stórar framtíðar­ ætlanir, har ið vitan og førleikar innan menning og rakstur av KT­skipanum til fíggjarheimin skulu verða grundarlag undir øktum útflutningi KunningartøKni Edmund Jacobsen edmund@pressecentrum.dk Tað ljóðar ótrúligt, men satt er tað: Hvør einasta króna í Føroya landi flytir av landi­ num í 2009. Nei, tað snýr seg hvørki um hundrað­ krónuseðlar, 20­krónur ella myntir av nøkrum slag. Flytingin umfatar øll tey bits og bytes, sum tilsamans ímynda tær milliardirnar av krónum og oyrum, sum standa á konto í føroysku peningastovnunum. Sum er liggur henda risa­ stóra, talgilda upphædd á ambætarum hjá Elektron í Havn, men har verður pen­ ingurin ikki liggjandi. Elek­ tron hevur nevniliga gjørt sáttmála við donsku fyritøk­ una Bankernes EDB Cen­ tral (BEC) um at yvirtaka tann grundleggjandi rakst­ urin av at goyma allan henda ágóðan. Orsøkin til útflytingina er einføld: Tað gerst alt tor­ førari hjá Elektron at lúka tey alsamt vaksandi, altjóða krøv, sum verða sett til dátu­ miðdeplar innan fíggjarligan rakstur. ­ Vit hava fýra peninga­ stovnar at taka okkum av. BEC hevur 70 av teimum donsku stovnunum sum kundar. Tað er heilt innlýs­ andi, at tað er munandi lætt­ ari hjá BEC enn hjá Elek­ tron at veita einadygdargóða og ­ ikki minst ­ bíliga tæn­ astu til føroysku peninga­ stovnarnar, sigur Sámal Samuelsen, kundaábyrgdari hjá Elektron. Sáttmálin, sum Elektron fer at undirskriva seinni í ár, verður uppá eina trýsiffr­ aða milliónaupphædd yvir fimm ár. Flytir í 2009 Fyrr í ár var eitt sokallað Letter of Intent undirskriva millum Elektron og BEC. Hetta skriv er ein fyribils avtala um, at Elektron útveitir stórstapartin av veit­ ingunum til føroysku pen­ ingastovnarnar til BEC. Harumframt er avtala, at Elektron skal verða tann forlongdi armurin hjá BEC í Føroyum í fyribils fimm ár. Seinni verður veruligur sáttmáli gjørdur. Undirskriftin var start­ skotið til ta risastóru verk­ ætlan, sum liggur fyri framman. At flyta so um­ fatandi mongdir av viðkvom­ um upplýsingum er alt ann­ að enn gerandiskostur. Bæði hjá BEC og Elektron eru tey so smátt farin at fyri­ reika flytingina, sum eftir ætlan fer fram einaferð í 2009. Onki ítøkiligt evsta­ mark er ásett enn. Meira útflutningur Íðan, hvat so við Elektron? Verður hetta so byrjanin til endan? ­ Als ikki, sigur Sámal Samuelsen. ­ Í og við at vit verða for­ longdi armurin hjá BEC, koma vit at veita tænastur til føroysku peningastovnar­ nar og aðrar kundar hjá BEC. Vit sleppa tó undan nøkrum av teimum krevj­ andi lóg og sektorkrøvunum, sum eru blivnar ov tungar fyri Elektron og føroysku peningastovnarnar at gera einsamallar, sigur Sámal Samuelsen. Hann greiðir frá, at Elek­ tron higartil hevur verið eitt sonevnt ”costcenter” ­ ein fyritøka, sum gott nokk hevði fastar og góðar avtal­ ur, men sum einamest skuldi syrgja fyri álítandi Elektron ger klárt til umfatandi Stutt um Elektron P/F Elektron varð stovnað í 1965 av peningastovnunum og tryggingarsambandinum, við tí endamáli at veita eigarunum elektroniskar bókhaldstænastur. P/F Elektron veitir í dag KT- tænastur til fíggjarfyritøkur, almennar stovnar og vinnuvirkir. Elektron bjóðar millum annað skipanarloysnir umframt infrastruktur- og hostingtænastur. Stívliga 90 fólk eru í starvi hjá Elektron, sum umsetti fyri 64,5 milliónir krónur í 2007. Heimasíða: www.elektron.fo Stutt um BEC Bankernes EDB Central er eitt samstarv ímillum 70 peningastovnar við einum felags tørvi fyri at keypa KT-veitingar. Umframt teir 70 peningastovnanar umfatar kundalistin fleiri hundrað fíggjarligar fyritøkur. Kjarnuførleikarnir hjá BEC eru menning og rakstur av ymiskum loysnum til fíggjarvinnuna. BEC er ein sonevndur ”full-service” KT-depil, sum bjóðar fram eina blanding av egnum og keyptum loysnum, alt eftir hvat kundin hevur tørv á. BEC hevur 900 starvsfólk, og umsetti fyri 1 milliard krónur í 2007. Heimasíða: www. bec.dk Einaferð í 2009 fer tann ómetaliga rúgvan av peningaligum dátum at flyta frá Elektron til Bankernes EDB Central í Danmark. Hetta hevur við sær, at Elektron er at kallað frítstilla til at gagnnýta teir sera stóru innanhýsis førleikarnar til millum annað útflutningsendamál, ljóðar tað frá Sámal Samuelsen, kundaábyrgdara hjá Elektron Mynd: Jens Kristian Vang Grønlendska rækjuvinnan umskipast Ein arbeiðsbólkur mælir grønlendsku myndugleikunum til at umskipa tann partin av rækjufiskinum, sum er inni við land. Í einum áliti, sum er handað heimastýrinum, mælir arbeiðsbólkurin til, at rækjukvotan verður latin færri, men størri førum, sum kunnu útvega virkjunum á landi rávøru alt árið. At færri fiskifør skulu býta kvotuna fer eisini at bøta um tað fíggjarliga úrslitið av tí einstaka farinum, sigur arbeiðsbólkurin. Víst verður á, at teir, sum noyðast at gevast við rækjufiskiskapinum, kunnu fáa upphøggingarstuðul ella loyvi at royna eftir eitt nú toski ella krabba.