týsdagur 7. oktober 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
vinnan
Nr. 192 - 7. oktober 2008
og bíligum rakstri og tæn
astum
til
peningastovn
arnar.
Framyvir skal Elektron
verða eitt ”profitcenter”
ein fyritøkua, ið skal virka
undir teimum korum, sum
eru á marknaðinum, við
somu
møguleikum
sum
aðrar fyritøkur.
Vit hava tryggja okkum
virksemi tey næstu fimm
árini. Í hesum tíðarskeiði
num er ætlanin hjá Elektron
at gagnnýta teir sera um
fatandi førleikar og vitan,
sum vit jú hava innan KT
veitingar til fíggjarheimin,
til í minsta lagi at tvífalda
um virksemi til kundar inn
an fíggjarheimin. Ein skal
hava í huga, at Elektron
hevur gjørt og rikið skipanir
til peningastovnar í 43 ár,
og vit hava tí stóra vitan um
alla ta tøkni og ta kervi,
sum er grundarlagi fyri
fíggjarligum KT. Hesa vitan
fara vit at gagnnýta til
øktan útflutning í fyrsta
lagi til Danmarkar í 2009,
sigur Sámal Samuelsen.
Førleikar í toppklassa
Hann peikar á, at tað er sera
sjáldan, at ein fyritøka við
so hollari vitan um KT inn
an fíggjarheimin sleppur
sær av við allar bindingar.
Hetta ger, at Elektron verð
ur ein sera kappingarførur
leikari við einum førleika
støðið í toppklassa.
Í Danmark eru tilsamans
seks dátumiðdeplar til pen
ingstovnar, harav fýra eru
felags.
Harafturat
eru
nakrar ráðgevingarfyritøkur
á marknaðinum, so har er
nakað av kapping. Ikki nak
ar breiður marknaður, men
ein marknaður við stórari
keypiorku. Eg loyvi mær at
halda, at ongin onnur sjálv
støðug fyritøka á hesum
marknaði hevur sama før
leikastøðið sum Elektron,
sigur Sámal Samuelsen.
broytingar
Altjóða vinnuráð
stevnan Faroexpo
hevur nógv áhugavert
at bjóða luttakarunum.
Umframt partenariatið,
sum verður í ítróttar
høllini í Runavík,
verður eisini ein almenn
ráðstevna í hølunum
hjá Kelduni í Skálafirði.
Á ráðstevnuni verða
fýra spennandi
fyrilestrar á skránni:
Røkk hægri málum gjøg
num samstarv millum
gransking og vinnu
Faroexpo
ráðstevnan 2008
Tíðindaskriv
Eitt av evnunum á Faroexpo
er vinna og gransking.
Fyrsti fyrilesturin hevur
heitið: Røkk hægri málum
gjøgnum samstarv millum
gransking og vinnu. Fyri
lestrahaldari er danin Hans
Jørgen Brodersen. Hans
Jørgen Brodersen er útbúgv
in civilverkfrøðingur innan
altjóða tøkniráðlegging og
umhvørvi. Hann hevur í
mong ár starvast á Ålborg
universiteti og verið virkis
ráðgevi í einari altjóða ráð
gevingarfyritøku. Nú er
hann leiðari á CHAT, sum
er ein deild á universitetinum
í Ålborg, sum hevur til enda
máls at fáa verkætlanir í lag
millum
gransking
og
vinnu.
Hans Jørgen Brodersen
er ein av slóðbrótarunum,
tá ið tað snýr seg um at fáa
universitet og vinnulív at
samstarva. Ein av stóru
verkætlanunum,
ið
tey
arbeiða við í løtuni, er at
framleiða heimsins besta
badmintonketjara. Verkætl
anin varir trý ár, og er eitt
samstarv millum Ålborg
universitet og ketjarafyri
tøkuna Forza.
Hvussu røkkur tú tín
um málum? – Møgu
leikar og avmark
ingar í lívinum!
Næsti fyrilestrahaldarin er
norska Randi Skare. Spenn
andi heitið á hennara fyri
lestri er: Hvussu røkkur tú
tínum málum? –Møguleikar
og avmarkingar í lívinum!
Randi Skare er útbúgvin
MBA frá universitetinum í
Brússel, og hevur eisini
lisið MM í vitanar og
netverksleiðslu á Handils
hálskúlanum
BI.
Randi
Skare hevur drúgvar undir
vísingarroyndir bæði innan
og uttanlands.
Fyrilesturin hjá Randi
Skare er sera viðkomandi
hjá øllum, ið seta sær mál,
bæði
einstaklingum
og
virkjum, og gevur íblástur
til, hvørji amboð skulu
brúkast fyri at røkka hesum
málum. Harafturat lýsir
Randi Skare nær og hvussu
hesi amboð verða nýtt fyri
at náa uppaftur hægri mál
um, nær rætta tíðin er til
tess, og hvørjar avbjóðingar
gera seg galdandi.
Seinastu fjúrtan árini
hevur Randi Skare arbeitt á
Handilsháskúlanum
BI,
serliga innan økini strategi,
marknaðarførsla og leiðslu
menning. Hon hevur arbeitt
nógv við einari verkætlan,
sum nevnist Leadership in
Action, har endamálið er at
fáa tað besta og effektivasta
fram í fólki gjøgnum virkni
og hugsan. Randi Skare
hevur harumframt verið við
til at menna og gjøgnumføra
eitt skeið, sum hevur heitið
Verktøy for Tanken, sum
var skraddaraseymað til
Innovation Rogaland.
Mál og avriksstýring
innan aling
Triði fyrilesturin á ráðstevn
uni verður við Kristin H.
Roll, sum fera at greiða frá
um mál og avriksstýring
innan aling. Kristin Roll er
norsk og hevur sína dagligu
gongd á universitetinum í
Stavanger. Hon hevur í
mong ár arbeitt við mál
stýring í alivinnuni. Í mars í
ár tók hon doktorgrad
(phd) har evnið hjá henni
var:
Produktivitetur
og
effektivitetur í norsku ali
vinnuni.
Málstýring hevur stóran
týdning. Ein orsøk til hetta
er, at vit hava altjóða fólka
og búskaparligan vøkstur.
Hetta viðførir stóran eftir
spurning eftir mati úr sjó
num. Av tí at flestu fiska
stovnar eru nógv troyttir, og
onkrir ov nógv troyttir,
gevur hetta møguleikar fyri
vøkstri innan aling, um
framleiðslan er kappingar
før.
Møguleikin at framleiða
laksin bíligari, hevur tí
alstóran týdning um ein
skal klára lyftið, sum ein av
týdningarmiklu
matvøru
framleiðarunum í framtíð
ini. Tí hava øll viðurskifti
sum ávirka framleiðslu
vøkstur
og
effektivitet
alstóran týdning.
Hvussu kunnu mál
flyta mørk?
Katrin Olsen, sum er føroysk
ur rógvari á altjóða støði, fer
at halda fyrilesturin: Hvussu
kunnu mál flyta mørk? Fjórði
og seinasti fyrilesturin á
ráðstevnuni fer at snúgva seg
um málsetningar; hví tú setir
tær mál, og hvussu tú nært
hesum málum. Hvussu kann
hetta yvirførast til vinnu
lívið?
Katrin Olsen er 30 ára
gomul, útbúgvin lækni og
hevur í nógv ár róð í frí
tíðini. Gjøgnum árini hevur
hon sett sær strategisk mál,
og í ár hevur hon luttikið í
OL í Kina. Katrin hevur
víst, at til ber flyta seg frá
føroyskum kappróðri til
DM, HM og OL.
Ráðstevnan er almenn
Fyrilestrarnir eru sum áður
nevnt viðkomandi bæði hjá
eintaklingum og virkjum.
Ráðstevnan verður miku
dagin 22. oktober frá kl.
13.00 til 16.50 í ráðstevnu
hølunum hjá Kelduni í
Skálafirði. Kostnaðurin er
kr. 680, og til ber at tekna
seg til ráðstevnuna á heima
síðuni hjá Faroexpo ella á
tel. 666600.
Hans Jørgen Brodersen
Randi Skare
Kristin H. Roll
Katrin Olsen
Vinnandi
málstýring
flytir mørk!
Tíðarætlan
Letter of Intent var
undirskriva við Bankernes
EDB Central (BEC) í juni í
ár. Beint nú er umfatandi
greining av verkætlanini í
gongd, sum skal geva
eina mynd av, hvussu stór
uppgávan er, og hvat hon
krevur. Greiningararbeiðið
verður væntandi liðugt í
heyst, og tá verður sjálv
verkætlanin fyrireika.
Onki evstamark er ásett
fyri, nær BEC hevur allar
tær peningaligu dáturnar
úr Føroyum í hendi, men
verkætlanin skal í øllum
førum verða liðug
einaferð í 2009.
Bøndur í fíggjarligum óføri
Íslendsku bónda og landbúnaðarfeløgini fáa altsamt fleiri fyrispurningar frá bøndrum,
sum eru komnir ella stúra fyri at koma í fíggjarligt óføri av rembingunum á íslendska og
altjóða fíggjarmarknaðinum. Morgunblaðið skrivar, at nógvir bøndur hava gjørt stórar
óløgur. Blaðið veit at siga, at onkur bóndi hevur veðskuld, sum er átta ferðir størri enn
tann árliga inntøkan hjá garðinum, og tað er tvær ferðir meiri enn tað, sum vanliga
verður mett ráðiligt, skrivar blaðið og vísir á, at inntøkan hjá bøndrunum er hækkað
munandi minni enn útreiðslurnar til fóður, olju og annað.