týsdagur 7. oktober 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
vinnan
Nr. 192 - 7. oktober 2008
Friðarlig útbjóðing
Nú tað er minni enn ein mánaði til freistin at lata umsóknir til 3. útbjóðing gongur út er einasta
viðmerkingin vit fáa frá stjóranum á Jarðfeingi, Petur Joensen, at tað er friðarligt á økinum. Bíðað verður
eftir at feløg fara at koma við umsóknum, men enn vita tey hjá Jarðfeingi lítið og einki um, hvat úrslitið
verður. Annars hava fólk frá Jarðfeingi júst vitjað í Bergen, har nýggi boripallurin West Phoenix, sum skal
bora fyri Eni næsta ár, verður liðugtbygdur. Tað er partur av arbeiðinum hjá Jarðfeingi í sambandi við eina
komandi boring, at fakfólk teirra kanna eftir, um pallur, sum skal bora her, lýkur reglur og treytir fyri at
arbeiða í føroyskum øki. Petur Joensen sigur, at har varð alt eftir bókini. Boripallurin er vorðin nakað
seinkaður, men verður helst at síggja um okkara leiðir í mai næsta ár. Jarðfeingi fylgir annars væl við í tí,
sum hendir vestan fyri Hetland, har tað nú verður tosað um fyrstu gassframleiðsluna. Hetta heldur Petur
Joensen vera eitt gott tekin. Fólk frá Jarðfeingi fara annars at luttaka á oljuráðstevnuni Petex í London í
november, har leitingin á Atlantsmótinum eisini er partur av skránni.
Mong oljufeløg fara
eftir tí trygga og
brúka orkuna til
útbjóðingar í kendum
oljuøkjum so sum
Noregi og Bretlandi.
Men tað eru eisini
feløg, sum vísa
enn jomfrúuligum
økjum sum Føroyum
ans. Tað hendi til
útbjóðingarnar í
2000 og aftur í 2004.
Hóast turrar brunnar
higartil, so kunnu
brunnar, ið verða
boraðir báðumegin
markið í ár og næsta
ár, gera, at fleiri
oljufeløg eisini
velja at vera við í 3.
útbjóðingini skrivar
Jan Müller í hesi
analysuni
AnAlysA
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Í næstum verður enn eitt
vegamót í føroyskum olju
høpi, tá 3. útbjóðing letur
aftur. Spennandi verður at
síggja, hvussu undirtøkan
verður fyri hesi útbjóðing.
Umsóknirnar skulu vera
inni á middegi 3. novembur.
Enn hevur sera lítið verið at
hoyrt frá oljufeløgunum og
øðrum. Jarðfeingi hevur
fyrr sagt, at fleiri feløg hava
sýnt áhuga fyri at fáa til
farið til útbjóðingarrunduna,
men enn hava eingi feløg
latið við seg koma. Í dag
sigur Petur Joensen, stjóri í
Jarðfeingi, at tað hevur ver
ið friðarligt fyribils. Hetta
man merkja, at feløgini ikki
hava latið við seg koma –
enn.
1.útbjóðingarumfar
í 2000
Tá fyrsta útbjóðingarumfar
ið var í 2000, var áhugin
sera
stórur.
Bylgjurnar
høvdu ikki heilt lagt seg
eftir teimum báðum stóru
Schiehallion og Foinaven
fundunum bretsku megin
markið í landsynningshorni
num. Stórsti áhugin før
oysku megin var í tí so
kallaða Gullhorninum, sum
lá tættast uppat teimum
nýggju feltunum hinumegin
markið. Tað vísti seg tó, at
jardfrøðin føroysku megin
markið var heldur øðrvísi.
Tó so, ein av brunnunum,
har Hess var fyristøðufelag,
varð klassifiseraður sum
eitt fund. Tad vísti seg tó
seinni ikki at vera rakstrar
verdugt. Hetta loyvið er lat
ið inn aftur, og tíðin kemur
at vísa, um nakað annað
felag nakrantíð fer inn aftur
á sama øki. Hetta økið kann
okkurt felag ogna sær i 3.
rundu, tí tað nú er partur av
útbjóðingarøkinum.
2. útbjóðingarumfar
í 2004
Áhugin var væl minni í
aðru útbjóðingarrundu enn
í tí fyrstu. Men vit kunnu tó
siga, at hon tók eina áhuga
verda vend, eftir at tað varð
almannakunngjørt,
beint
aftaná at feløgini høvdu
latið umsóknirnar inn, at
eitt stórt fund var gjørt heilt
upp at føroyska markinum
– sokallaða Rosebank fund
ið. Hetta fyrsta áhugaverda
oljufundið so norðalaga og
so tætt upp at føroyska
markinum – bert 8 fjórðing
ar frá markinum. Feløgini í
hesum samtakinum, sum
funnu oljuna, vóru, umframt
Chevron sum fyristøðufelag,
Statoil, OMV og DONG.
Tað vísti seg eisini, at tað
vóru so at siga bert hesi
feløgini, sum søktu í aðru
rundu í Føroyum í 2004.
Somu feløg løgdu seg á
grannaøkið føroysku megin
markið. Tað verður fram
vegis arbeitt við hesum
loyvinum, loyvi 008, og
spennandi verður at síggja,
um feløgini fara at átaka
sær at bora ein leitibrunn
innan ikki alt ov langa tíð.
Vit vita, at 3 brunnar aft
urat eru boraðir á Rosebank
økinum síðani olja var funn
in i 2004. Útfrá tídindaskriv
um frá fyristøðufelagnum
Chevron, vita vit, at allir
hesir brunnar meira ella
minni hava staðfest, at nógv
olja er í økinum. So tað
man vera lítið at ivast í, at
tað fer ikki at ganga long
tíð, til ein verulig útbygging
fer at fara fram. Í so fall fáa
vit eitt oljuframleiðandi felt
heilt upp at tí føroyska
markinum. Tí man lítil ivi
verða um, at loyvi 008, sum
liggur føroysku megin mark
ið, framvegis er sera áhuga
vert.
Eitt annað áhugavert í
aðru rundu var, at Statoil,
sum var partur í Rosebank
fundinum, legdi seg á nógv
øki í 2. rundu. Hetta felagið
hevur verið tað mest virkna
á Føroyaøkinum, og hevur
óivað nógv ta størstu vit
anina um økið. Við Brugdan
brunninum, hava teir havt
stórsta hepni við at bora á
basalti í økinum, og hetta er
óivað ein týdningarmikil
referancubrunnur í økinum
framyvir.
3. útbjóðingarumfar
2008
Spurningurin er so, hvussu
áhugin verður at lata um
sóknir inn um loytiloyvir á
Føroyaøkinum
nú
3.
novembur. Tað er eingin
Rosebanklíknandi brunnur,
sum verður boraður beint
áðrenn, og sum kann kveikja
serligan áhuga fyri økinum,
eins og tað var í 2. rundu.
Tað eru tó tveir áhugaverdir
brunnar, sum verða boraðir
beint aftaná innlatingarfreist
ina, nevniliga Cambo brunn
urin bretsku megin marki, og
Anne Marie brunnurin før
oysku megin. Hetta verður
hildið at verða ein spennandi
brunnur, har m.a. Føroya
Kolvetni luttekur. Positivt
úrslit frá hesum brunnum,
fer óivað at skapa áhuga fyri
Føroyaøkinum,
eins
og
Rosebank fundið gjørdi tað í
2004. Tí kunnu vit kanska
siga, at timingin er ikki av
teimum bestu. Vit skulu tó
vóna, at áhugin framvegis er
har, og at onkrar umsóknir
koma inn.
Tað verður eisini spenn
andi at síggja, um tey bæði
føroysku
oljufeløgini,
Atlantic Petroleum og Faroe
Petroleum, verða við hesu
ferð. Vit skulu bert vóna, at
okkurt av teimum størru
oljufeløgunum eisini fara at
vísa áhuga, samstundis sum
vit bíða í spenningi eftir,
hvat úrslitið verður av Anne
Marie brunninum og Cam
bo brunninum, og sjálvandi
nær tíðindini fara at koma
út um, at Rosebank feltið
verður útbygt. Tað kann alt
fáa sera jaliga ávirkan á Før
oyaøkið.
Aftrat
hesum
koma so eisini góðu tíðind
ini um, at Total hevur gjørt
av at fara undir fyrstu gass
framleiðsluna vestan fyri
Hetland nakrantíð. Eisini
tað er eitt gott tekin, sum
kann koma at gagna oljuleit
ing og vónandi eisini fram
leiðslu á okkara land
grunni.
Hava oljufeløgini framvegis
áhuga fyri Føroyaøki?
Stórir partar av landgrunninum eru umfataðir av 3. útbjóðing