Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-07, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. oktober 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 192 - 7. oktober 2008 23                                                                                                                 KREA Stóra franska olju- og gassfelagið Total setir nú av álvara spónin í gassgoymslurnar vestan fyri Hetland. Felagið hevur í kvittanum at brúka 5 milliardir krónur komandi fimm árini at byggja út gasskelduna Laggan. Hetta kann fáa stóran týdning fyri framtíðar gassfund við Føroyar eisini. Gassframleiðsla Jan Müller jan@sosialurin.fo Nógv bendir á, at fyrsta gassframleiðslan vestan fyri Hetland nú verður veru­ leiki. Í dag verður bert olja tikin upp úr undirgrundini frá trimum oljukeldum. Hóast rakt er við gass í fleiri brunnum seinastu 20­ 30 árini, so hava hesar gass­ keldurnar verið mettur ov smáar til eina framleiðslu. Nógv er hent síðani tá, eitt nú er tøknin meira fram­ komin, og fleiri gassfund eru gjørd. Í eina tíð hevur bretska stjórnin saman við oljufeløgunum arbeitt við eini ætlan saman at fara undir eina útbygging av gassleiðing frá gasskeld­ unum og víðari til lands, antin í Hetlandi ella í Skot­ landi. Talan er um eina íløgu uppá einar 40 mia. Kr. Tað hevur so ikki eydn­ ast at koma til eina felags loysn, og tí hevur Total tí gjørt av at fara undir eina útbygging av sínum gass­ fundum, her fyrst og fremst Laggan kelduni. Sambært The Shetland News hava umboð fyri Total Exploration and Procuction verið í Hetlandi og kunnað myndugleikarnar har um ætlanina: at faru undir fyrstu gassframleiðsl­ una nakrantíð Atlantsmóti­ num. Gassið skal flytast gjøgnum rørleiðing til olju­ og gassterminalin Sullom Voe í Hetlandi. Í fyrstu atløgu er ætlanin er fram­ leiða 100.000 tunnur av gass um dagin frá Laggan kelduni, sum liggur 80 fjóðringar úr Hetlandi. Total fer at brúka 5 milli­ ardir krónur til hesa verk­ ætlan. Hetta fer at skapa nógv arbeiði í Hetlandi og verður mett, at tað fer at hava við sær 50 nýggj størv á Sullom Voe. Fyrsta gassið gerst veruleiki í 2013. Tinglimurin hjá Hetlandi í bretska parlamentinum, Alistair Carmichael hevur heitt á bretska orkumálaráð­ harran, Ed Miliband um at fáa stjórnina at geva grønt ljós fyri hesi spennandi verkætlanini skjótast tilber. Keldur siga, at nettupp framleiðsla av gassi vestan fyri Hetland kann fáa stóran týdning fyri Bretland í royndum tess at tryggja orkuveitingina í framtíðina. Útrokningar vísa, at gass úr økinum vestan fyri Hetland kann nøkta 6% av samlaða gasstørvinum hjá Bretlndi í 2015. Verkætlanin hevur stóran týdning fyri Hetland. Minkandi oljuframleiðsla hevur við sær minking í verkseminum í Sullom Voe. Við gassinum kann henda minking steðga. Umframt Total eru eisini Dong, ENI og Chevron við í Laggan­ loyvinum. Eisini føroyskir olju­ myndugleikar fylgja væl við í tí, sum fer fram vestan fyri Hetland. Gongdin har kann fáa týdning fyri fram­ tíðina her hjá okkum. Nú lunnar verða lagdir undir ein gassinfrastruktur tvs. leiðingar á havbotninum at flyta gassið ígjøgnum, so verður tað bráddliga eisini meira áhugavert, um gass verður funnið um okkara leiðir. Gassframleiðsla vestan fyri Hetland skjótt veruleiki Í 2013 fer fyrsta gassið frá Laggan feltinum til Sullom Voe, og tað verður eitt týðandi vegamót fyri alt frálandavirksemið á Atlantsmótinum. Her Transocean Rather á Rosebankleiðini við gassloða.