týsdagur 7. oktober 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
vinnan
Nr. 192 - 7. oktober 2008
- Av teimum umleið
130 vørunumrunum,
sum vit hava í okkara
útboði, hava tey flestu
verið lutfalsliga leingi
á marknaðinum. Vit
royna nýggjar vørur
av og á. Í summum
førum klára vit
kappingina – í øðrum
førum ikki. Gongur
eina vøra ikki, sum
tíðin líður, tí tað
vísir seg, at vit ikki
eru kappingarførir
kortini, taka vit hana
av aftur vøruskránni,
sigur Alberg Gaard-
lykke, dagligur leiðari
á Krás
Framleiðsla
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Fyritøkan Krás hjá P/F Han
sen, sum er veitari av við
skera og døgurðamati, hev
ur røtur afturi í byrjanini av
áttatiárunum.
Í nógv ár helt fyritøkan
til í bygninginum hjá Poul
Hansen á Hálsi, men tíðliga
í 2003 fóru Krás og MBM
Kjøt í Hósvík í samstarv.
Hetta endaði við, at Poul
Hansen eitt ár seinni keypti
virksemið hjá MBMKjøti
á havnalagnum í Hósvík.
Krás flutti alla sína fram
leiðslu av viðskera og døg
urðamati norður til Hósvík
ar, har nógv virksemi hevur
verið síðan.
Heilsufrøðiligu
krøvini
økjast alla tíðina, men Krás
keypti eitt virki, sum hevði
neyðugu góðkenningarnar.
Eftir smærri umbyggingar,
broytingar og tillagingar
varð virkið endurgóðkent
av heilsufrøðiligu myndug
leikunum.
Í dag eru 13 fólk á lønar
lista hjá Krás, harav størri
helmingurin eru mannfólk.
Fimm kvinnur arbeiða á
virkinum sum pakkarar. Av
starvsfólkunum eru tríggir
útbúnir
handilsslaktarar,
umframt
at
hini,
sum
arbeiða hjá felagnum, hava
verið á skeiði í matvøru
framleiðslu hjá Drós í Ólav
stovu.
Dugnalig fólk
Tá Sosialurin vitjaði á Krás
seinnapartin í gjár, vísti dag
ligi leiðarin, Alberg Gaard
lykke, okkum runt á virki
num.
Hýrurin á fólki var góður,
og nú var arbeiðsdagurin
um at vera lokin. Vanliga
byrjar dagurin klokkan 07,
og liðugt er um 15tíðina.
Tó kunnu nakrir av monn
unum, sum eitt nú gera
klárt til næsta dag, viðhvørt
hanga eitt sindur longri í.
Alberg sigur, at tað hevur
gingið væl at halda upp á
fólkið, og tað er javnan, at
fólk ringja og spyrja um
arbeiði á virkinum – og
onkra viku kunnu fleiri
ringja.
Hetta eru ofta fólk, sum
áður hava starvast á fiska
virki, og sum nú hava hug
at royna okkurt annað, sum
kanska líkist eitt sindur,
men kortini er so nógv øðr
vísi.
Leiðarin sigur, at hann
hevur góð og dugnalig fólk,
sum bæði tíma væl – og
møta væl – til arbeiðis.
Sjálvur plagi eg at møta
um 6.30tíðina, og eftir
lítlari løtu byrja longu tey
fyrstu at koma. Einar 1015
minuttir,
áðrenn
byrjað
verður, eru øll komin, og tá
plagi eg at siga teimum,
hvussu
dagurin
verður.
Hetta er vorðin fastur táttur,
so fólk vita, hvørjar uppgáv
urnar verða gjøgnum dagin.
Eg haldi, at fólkinum dámar
væl, at tey frá morgunstund
ini vita, hvussu dagurin
kemur at síggja út.
Tað eru eisini tey, sum
hava verið leingi í starvi hjá
Krás, eitt nú russarin, Vladi
mir Moroscow, sum hevur
arbeitt hjá Poul Hansen í
hálvt níggjunda ár tilsam
ans.
Sjálvur er Alberg útbúgv
in handilsslaktari. Hann
byrjaði at læra hjá Eystur
oyar Heilsølu, men endaði
læruna hjá MBMKjøti í
Hósvík í januar 2002.
Í mars 2003, meðan hann
enn var hjá MBMKjøti í
Hósvík, skifti hann arbeiðs
gevara, og var eftir hetta í
starvi hjá P/F Poul Hansen.
Alberg hevur nú verið
dagligur leiðari hjá Krás í
stívliga eitt ár.
Góðar umstøður
Leiðarin sigur, at virkið í
Hósvík er eitt gott og væl
egnað virkið til uppgávurnar
hjá matvørufyritøkuni, tá
havt verður í huga, at virkið
ikki er bygt til endamálið.
Heilsufrøðiliga er ar
beiðsgongdin, soleiðis sum
hon eigur at vera á einum
slíkum virki. Vit hava tað
”flow” í framleiðslugongd
ini, sum eftirlitið krevur.
Eitt nú fert tú ongantíð við
ráum kjøti framvið við
gjørdum kjøti. Vit rópa tað,
at framleiðslan ongantíð
”krossar”, soleiðis at ein
kókað rullupylsa t.d. ongan
tíð kemur aftur, har tú sker
búffar – bert fyri at taka eitt
dømi.
Hann sigur, at á virkinum
í Hósvík eru góðar umstøður
at lúka øll tey heilsufrøðiligu
krøv, sum sett verða til slíka
matvøruframleiðslu.
Í okkara framleiðslu
hava vit eini 130 vøru
nummur tilsamans. Tríggjar
ferðir um vikuna senda vit
kølivørur út í handlarnar,
og í hesum úrvali eru eini
57 ymisk sløg av vørum.
Alberg sigur, at tríggjar
ferðir um vikuna arbeiða
tey eitt nú oksakjøt, svína
kjøt, kalkun, høsnarungar
og fisk.
Vit hava útskeringar av
øllum møguligum sløgum,
og hetta er vøra, sum van
liga heldur sær millum 5 og
7 samdøgur.
Hann vísir á, at hin partur
av framleiðsluni er lagur
síðan. Hetta eru vørur, sum
sum Krás koyrir inn á vøru
goymsluna hjá Poul Hansen,
sum síðan fer útaftur í
handlarnar kring landið.
Her eru eitt nú seks sløg
av pylsum sum viðskeri,
sum vit gera á Krás. Sløgini
eru rullupylsa, skinsakjøt,
kjøtpylsa, hamburgarrygg
ur, rullusteik og frikadellu
pylsa.
Gamalt og nýtt
Eitt av kendastu vørusløg
unum hjá Krás man vera
livurpostei, sum fæst í 200
og 400 gr. bakkum, og hetta
livurpostei er at finna í
handlum at kalla allastaðni
kring landið.
Alberg sigur, at kapping
arneytin og soleiðis eisini
avbjóðingin hjá Krás serliga
er útlendska vøran, sum
kemur til landið.
Av teimum umleið 130
vørunumrunum, sum vit
hava, hava tey flestu verið
lutfalsliga leingi á markn
aðinum. Útlendsku vørurnar
á marknaðinum eru nógvar
og ymiskar. Vit royna nýggj
ar vørur av og á. Í summum
førum klára vit kappingina
– í øðrum førum ikki.
Gongur eina vøra ikki, sum
tíðin líður, tí tað vísir seg,
at vit ikki eru kappingarførir
Øldunkar ikki endurnýttir
Triðja hvør øl, sum verður keypt í Danmark, er í dunki, og hóast tað almenna,
bryggjaríini og handlarnir hava gjørt eina skipan við at endurnýta dunkarnar,
verða bara 84 prosent av teimum tómu øl og sodavatnsdunkunum endurnýttir.
Hin parturin endar í ruskspanninini ella í nátúruni. Í fjør savnaði danska
náttúrufriðingarfelagið tómar dunkar úti í náttúruni, og úrslitið var, at 17.000
dunkar vórðu savnaðir, skrivar Ritzau. Tá stjórnin fyri átta árum síðani bað
fyritøkuna Dansk Retursystem átaka sær at savna tómu dunkarnar, var málið, at
95 prosent skuldu endurnýtast. So enn er eitt sindur á mál.
Framleiða
matvørur
til føroyskar
gómar
Alberg Gaardlykke,
dagligur leiðari á Krás í
Hósvík