Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-07, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. oktober 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 vinnan Nr. 192 - 7. oktober 2008 kortini, taka vit hana av aftur vøruskránni. Leiðarin ásannar, at tað ikki altíð er so lætt at kapp­ ast í prísi við framleiðslu úr eitt nú Póllandi, men Krás hevur altíð møguleikan at kappast í dygd. ­ Vit leggja stóran dent á, at vøran hjá okkum er dygdargóð, og at smakkurin er góður. Eydnast okkurt nýtt, sum vit halda loysir seg at royna, veksur tað um okkara útboð. Alberg sigur, at Krás soleiðis fór undir eina nýggja framleiðslu av livur­ postei fyri nøkrum mánað­ um síðan. ­ Hetta er eitt slag av bacon­livurpostei, sum higartil hevur verið væl móttikið úti í handlunum. Síðan vit byrjaðu, eru eftir­ spurningur og framleiðsla vaksin, og vit eru spent eftir at síggja, hvussu gongdin fer at verða frameftir. Hann sigur, at góður bacon­smakkur er í nýggja livurposteinum, og tíðin higartil hevur ikki víst, at nýggja vøran hevur tikið nak­ að frá teirri góðu og gomlu. ­ Vit framleiða umleið eitt tons av kenda livur­ posteinum hjá Krás um vikuna, onkuntíð heldur minni, men onkra viku kemur framleiðslan heilt upp á 1,3 tons. Eini 150 kilo av bacon­livurpostei fara út á marknaðinum um vikuna, og vit vænta, at eftirspurningurin eftir nýggju framleiðsluni fer at veksa uppaftur meira. Á Krás framleiða tey livurpostei ein dag um vik­ una, sum síðan verður pakkað í ein dag. ­ Henda framleiðslan fer eisini inn á vørugoymsluna hjá Poul Hansen, og haðani útaftur til viðskiftahandlar­ nar. Livurpostei heldur sær vanliga í 28 dagar í hita, sum er niðanfyri 5 stig. Alberg sigur, at traditio­ nella framleiðslan av livur­ postei hevur verið rættiliga støðug í fleiri ár. Á Krás arbeiða tey eisini við einum nýggjum slagi av livurpostei, sum hevur mun­ andi minni feitt, og leiðarin væntar, at hendan fram­ leiðsla verður klár at senda á marknaðin um nakrar fáar mánaðir. Kjøt úr Uruguay Leiðarin á Krás sigur, at alt oksakjøtið, sum Krás virk­ ar, kemur úr Uruguay sum kølivøra. ­ Hetta er ógvuliga gott kjøt við javnari góðsku, og vit eru sera væl nøgd við hesa vøru, sum grundarlag undir okkara framleiðslu úr oksakjøti. Vit keypa inn trý sløg av vørum úr oksakjøti, hárygg, innara lær og tjúkk­ steik. Hetta fer útaftur sum eitt nú búffar, gulllasj og stroganoff, sum er oksakjøt í strimlum. Hann sigur, at oksakjøtið, sum verður malið, kemur úr Hálandi, meðan svína­ kjøtið kemur úr Danmark. ­ Marknaðurin við búffum hevur verið vaksandi, og tað eru ikki minst tey nógvu summartiltøkini og økta matstovuvirksemið um summarið, sum er orsøkin. Samstarv um fisk Krás selir eisini fiskavørur, og her hevur matvørufram­ leiðarin eitt gott samstarv við felagið Sjógæti á Norð­ skála. ­ Sjógæti framleiðir fiska­ fars, knettir, frikadellir umframt ymisk fiskafløk fyri okkum. Vøran verður pakkað her hjá okkum, og síðan tekur Poul Hansen sær av søluni. Alberg sigur, at samstarv­ ið við Sjógæta er sera gott, og í Hósvík eru tey væl nøgd við feskleikan í vør­ uni, sum kemur av Norð­ skála. ­ Fiskur, sum verður veiddur ein dag, kann liggja í handilsdiskunum í høvuðs­ staðnum longu seinnapartin dagin eftir og verða etin til døgurða ella nátturða, tá kvøldið kemur. Samstarvið millum Krás og Sjógæta hevur umleið eitt ár á baki. ­ Krás er um heilsøluna hjá Poul Hansen veitari hjá eitt nú Samkeypi, Merko og FK­handlum kring landið, sigur Alberg Gaardlykke, sum vit fara at venda aftur til í aðrari grein um eitt nú heilsufrøðilig viðurskifti, sum eru ein treyt fyri, at tú ert við í matvørufram­ leiðslu. Sum leiðarin tekur til, at antin ert tú við og lýkur givnu treytirnar – ella ert tú ikki við. So einfalt er tað. Lesið eisini greinina á næstu síðu Hummarin skal friðast Umhvørvisverndarfelagsskapurin World Wildlife Foundation mótmælti, mat norskir fiskimenn sluppu at veiða hummara aftur frá 1. oktobur. Felagsskapurin heldur, at avvarandi myndugleikar eiga at friða hummaran fyri allari veiði tey næstu 10 árini fyri at fáa stovnin at koma fyri seg aftur. Tað er ikki bara WWF, sum mælir til at friða norska hummaran, tí tað er norska fiskirannsóknarstovan eisini. Fiskifrøðingarnir hava skotið upp, at hummarin verður friðaður millum 5 og 10 ár, men higartil hava politikararnir ikki lurtað eftir tilmælinum. Í 60­árunum veiddu norðmenn millum 600 og 1.000 tons av hummara um árið, men tey seinastu 25 árini hevur nøgdin ligið millum 30 og 60 tons, skrivar NTB. Jónhilda (høgrumegin) er úr Tjørnuvík, og Mary Joy hevur røtur úr Filipinunum Hans Hilmar stórtrívist. Her er hann í holt við Krás-livurpostei, sum øll í Føroyum kenna Nýggja pakkimaskinan á Krás er eitt stórt framstig – við hópin av møguleikum