týsdagur 7. oktober 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
vinnan
Nr. 192 - 7. oktober 2008
Ov dýrt at eiga í Alcoa
Ætlanin hjá grønlendska landsstýrinum hevur verið, at tað
almenna skuldi eiga í tí stóra aluminiumsvirkinum, sum
fyritøkan Alcoa skal byggja, men nú vendir Atassut-
flokkurin sær frá tí hugskotinum. Forkvinnan í flokkinum,
Augusta Salling, sigur við blaðið Sermitsiaq, at
heimastýrið hevur ikki ráð at vera medeigari í
verkætlanini. Hon sigur, at skal landskassin taka lut sum
medeigari, noyðist hann av landinum at læna pening til
endamálið, og íløgan er so stór, at landskassin verður ikki
førur fyri at fíggja aðrar verkætlanir fleiri ár frameftir.
Russarin, Vladimir
Moroscow og
Kornelia Buha úr
Serbia dáma sera væl
á Krás. Tey stórtrívast
og fegnast um tað
góða arbeiðspláss,
sum matvøruvirkið í
Hósvík er
Krás
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Av teimum tilsamans 13
fólkunum, sum eru á lønar-
lista hjá matvøruvirkinum
Krás í Hósvík, eru fýra fólk
við útlendskum uppruna.
Umframt russaran, Vladimir
Moroscow og serbisku Kor-
neliu Buha, arbeiða tvær
kvinnur við thailendskum
upppruna eisini á virkin-
um.
Øll skilja og duga rímiliga
væl – og væl – føroyskt.
32 ára gamli Vladimir
kom til Føroya í sínari tíð,
tá mamma hansara giftist
føroyingi. Í dag býr hann
saman við russisku konu
síni og barni í Leirvík, har
tey eiga hús.
Vladimir tosar sera væl
føroyskt, og tú hoyrir neyv-
an, at hann er russi við
uppruna í Arkangelsk.
- Mær dámar sera væl á
Krás, og mær dámar sera
væl í Føroyum. Her er
friðarligt og gott at búgva.
Eg vænti ikki, at vit flyta
aftur til Ruslands, sigur
hann.
Tað er ikki av tilvild, at
Vladimir hevur starvast hjá
P/F Poul Hansen í sammfull
átta og hálvt ár, og í fyri-
tøkuni bera tey honum alt
gott.
- Vladimir er sera dugna-
ligur og góður samstarvs-
felagi, siga tey, sum kenna
unga og fryntliga mannin.
Kornelia trívist
Tá Sosialurin vitjaði á Krás
í Hósvík í gjár, hittu vit
eisini 36 ára gomlu og
fryntligu Korneliu Buha úr
Serbiu.
Hon er gift serba. Tey
búgva í Havn og eiga tvey
børn, 4 og 14 ára gomul,
sum bæði tosa føroyskt.
- Eg havi verið í Føroyum
í tilsamans fýra ár og havi
arbeitt hjá Krás í tvey ár.
Mær dámar sera væl á
virkinum.
Kornelia kom til Føroya
við turistvisa, og tað skuldu
ganga samfull tvey ár,
áðrenn
hon
kundi
fáa
arbeiðsloyvi í Føroyum.
- Eg skilji hampiliga væl
føroyskt, men ikki alt, sigur
hon lítillátin.
Hon stórtrívist á Krás og
hennara
samstarvsfelagar
bera henni alt tað besta.
- Kornelia er serstakliga
fitt; hon er arbeiðssom og
sera dugnalig, siga tey, sum
kenna sjarmerandi serbisku
kvinnuna.
Kornelia Buha sigur, at
hon og familjan hugsa um
at flyta aftur til Serbia at
búgva næsta summar, og
sum skilst á henni, er tað
serliga 14 ára gamli sonurin,
sum leingist eftir familjuni
í heimlandinum.
- Stóð tað til mín, trúgvi
eg, at eg hevði verið verandi
í Føroyum, men nú er
støðan betri í Serbia, enn
hon var, tá vit fluttu burtur,
sigur hon við eitt sindur av
sorgblídni.
Fiskaútflutningur nógv vaksin
Norðmenn útfluttu nógvar fiskavørur í septembur mánað. Tøl hjá
útflutningsráðnum vísa, at Noreg útflutti fisk og fiskavørur fyri 3,4 milliardir
norskar krónur í síðsta mánað, og tað er heili 22 prosent meiri enn í sama mánaði
í fjør, skrivar NTB. Orsøkin til tann stóra vøksturin er, at prísurin á laksi var
munandi betur enn um somu tíð í fjør, og harumframt varð munandi meiri útflutt
av toski, upsa, sild, makreli og sílum. Teir fyrstu níggju mánaðirnar í ár hevur
Noreg útflutt fisk og fiskavørur fyri 26,1 milliard norskar krónur, og tað er meiri
enn alt árið í fjør, sum annars var metár.
Tey elska Krás
Av tilsamans 13 fólkum á lønarlista hjá Krás í
Hósvík, eru fýra fólk við útlendskum uppruna
Kornelia Buha (36) er úr Serbia og hevur starvast hjá Krás í
tvey ár
Vladimir Moroscow (32) er russi og hevur starvast hjá P/F Poul Hansen í hálvt níggjunda ár