týsdagur 7. oktober 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
vinnan
Nr. 192 - 7. oktober 2008
North Atlantic Economic Forum
North Atlantic Economic
Forum er altjóða
ráðstevna um framtíðar
vinnumøguleikar í
Norðuratlantshavi.
Evnið er sera aktuelt
nú tað brýtur um bæði
borð í fíggjarkervum
heimsins, og matvøru
og oljuprísir trýsta.
Hvørjum skulu vit liva
av í framtíðiniog hvussu
ávirka hesi rák okkum?
KRONIKK
Bogi Eliasen
cand.scient.pol
Heimurin er
skakaður av
ógvusligu
fíggjarligu
rembingunum
seinastu tíðina.
Vit síggja eitt
rák í vesturheimi við sera stórum
váðafýsni, ovurnýstlu og eitt
altjóðagjørt bankakervi, sum er
samantvinna á ein slíkan hátt, at
ongin torir at meta um hvør
megnar at standa ímóti í verðandi
kreppuni .Hetta ávirkar eisini
okkum í Norðuratlantshavi
Stjórninar taka yvir og/ella
hjálpa størri bankum við at
bjarga tí sum bjargast kann. Í
USA hava Bush forseti og Ber
nanke tjóðbankastjóri heitt á
kongressina og senatin um at
taka undir við einum sera stórum
hjálparpakka til amerikanska
fíggjarkervið og ES londini
royna í felag at gera ein pakka .
Eisini vit í Norðurlondum
merkja hesar ógvusligu remb
ingarnar á fíggjarpallinum, men
hetta er bert eitt fyribrygdi av
mongum broytingum vit síggja í
dag. Kanska serliga øki í
Norðuratlantshavi, sum umfatar
Føroyar, Grønland og Ísland fer
at merkja stórar broytingar. Í
Íslandi stendur á gomlum nøgl
um fyri at koma best gjørligt úr
fíggjarkreppuni í eini tilgongd,
sum kanska broytir kapitalismu
og alheimsgerð soleiðis sum vit
kenna hesi fyribrygdi í dag. Vit
standa á tromini í eini broytingar
tí.
Norðuratlantshavið
á breddan
Veðurlagsbroytingar, orkukeldur
og náttúruríkidømi hava sett
Norðuratlantshavið og Arktiska
økið á altjóða breddan. Føroyar,
Ísland og Grønland liggja mitt í
hesum øki og kunnu vit við
samstarvi standa munandi
sterkari.
Norðuratlantiska og Arktiska
økið uppliva í hesum árum um
fatandi veðurlagsbroytingar, og
mett verður at komandi tíggju
árini fara at hava stórar broyt
ingar við sær á landafrøðina,
vistfrøðisskipanina og á sosiala
og búskaparligar bygnaðin. Hetta
fer helst at ávirka týðandi
vinnugeirar í
Norðuratlantsøkinum, so sum
oljuvinnu, námsvinnu, flutnings
vinnu, fiskivinnu og ferðavinnu
Endamálið við ráðstevnuni er
at finna nýggjar vinnumøgu
leikar, sum hesar broytingar geva
okkum. Sostatt verður hugt eftir
fyrimum heldur en vansum,
orsakað av veðurlagsbroyting
unum.
Geopolitikkur
Vit vita, at Ísland, Føroyar og
Grønland høvdu stóran strateg
iskan týdning undir Kalda
Krígnum, men eisini at talan var
um útjaðara samfeløg. Tøkniliga
menningin á samskiftis og
flutningsøkinum ger, at hesi lond
ikki eru ein útjaðari longur.
Atgongdin til vitan og samskifti
minkar um týdningin av hvar ein
er staddur, og flutningurin hevur
við sær, at modernaðir hentleikar
eru til taks.
Føroyar, Ísland og Grønland
liggja í dag í einum øki, sum
kanska fær størst uppmerksemi
tá talan er um veðurlagsbroyt
ingar. Føroyar, Ísland og
Grønland sita á einum ógvuliga
stórum og ríkum havøki. Øll trý
londini er á veg inn í oljuvinnu,
og hava stórt náttúruríkidømi ið
kunnu sum smá lond fáa stóran
fyrimun av samstarvi landanna
millum.
Vitan
Náttúrtilfeingið er stórt, men
kanska liggja stórstu møgu
leikarnir í at gangnýta vitan og
tann áhuga alheimurin hevur í
økinum. Økið gerst sera áhuga
vert orsaka av áhuganum í
Norðurpólinum, siglingar
møguleikunum í útnyrðings og
landnyrðingsleiðunum, og ikki
minst áhugan hjá Russlandi í
valdinum í økinum. Føroyar,
Ísland og Grønland eru farin frá
útjaðara til miðdepil og er tað
givið at ES, Russland, Kanada og
USA hava sera stóran áhuga í at
verða til staðar her.
Ráðstevnan verður skipað í
fýra høvuðsevniog er í tveir
dagar. Ráðstevnan verður sett av
íslendska forsætisráðharranum,
Geir H. Haarde.
Tær fýra verkstovurnar eru:
• Búskaparrák - í heiminum
og í Norðuratlantshavi
• Náttúruríkidømi, burðar-
dygg orka og vitanar-
búskapur
• Fríhandil og íløgumøgu-
leikar í Norðuratlantshavi
• Politisk menning og útlitini
fyri samstarvi í økinum
Fyrilestrahaldarar eru altjóða
og lokalir serfrøðingar á hesum
fýra økjum, umframt at
vinnulívsfólk og ráðharrar úr
Føroyum, Grønlandi og Íslandi
eisini fara at halda fyrilestrar.
The North Atlantic Economic
Forum er eitt samstarv millum
North Atlantic Conference, sum
er ein felagsskapur við limum úr
Íslandi, Grønlandi og Føroyum
og Reykjavíkar Universitet,
hvørs endamál er at leggja lunnar
undir nýggjar samstarvshættir, og
búsparliga menning í Norður
atlantshavi.
Ælanin er at gera hetta við at
hýsa ráðstevnum um evni sum
hava felags áhuga hjá vinnuni og
politiska geiranum í hesum
trimum londum, og á henda hátt
at birta uppundir nýggja vitan
um møguleikar fyri mennning í
hesum økinum.
Endamálið við ráðstevnuni er
sostatt at seta sjóneykuna á
hvørjar nýggjar møguleikar
veðurlagsbroytingar hava við sær
í samband við náttúrríkidømi,
ídnaðarmenning og altjóða
gerðina av alheims handli og
vinnu.
Meira sæst um ráðstevnuna á
www.naef.is
Føroyar, Grønland og Ísland sita á stórum øki tilsamans
Íslendski proffessarin Fríðrik Már
Baldursson tosar um íslendska
fíggjarkervið og býtið millum statin
og tað privata
Russar hava játtað Íslandi lán og
vísa hervið geopolitiska áhugan í
Norðuratlantshavi
Dr. Donald Gautier, Chief Scientist,
U.S. Geological Survey
Millum fyrilestrahaldararnar eru Føroya løgmaður, uttanríkisráðharri Føroya og forsætisráðharri íslands