týsdagur 7. oktober 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
vinnan
Nr. 192 - 7. oktober 2008
Vinnu
kronikk
Magni Laksáfoss
búskaparfrøðingur
F
íggjarkreppan byrjaði í USA,
og í fyrstani varð hildið, at
hon fór at vera avmarkað til
USA. Men av tí, at
peningaheimurin er “forbundin
kør”, breiddi kreppan seg skjótt
til fíggjarmarknaðir kring allan
heim.
Spurningarnir, vit sita eftir við
eru nógvir. Hví byrjaði kreppan í
USA? Hvussu fer hon at raka
okkum í Føroyum? Hvussu rakar
hon brøðratjóðina Ísland?
Frágreiðingarnar til
fíggjarkreppuna í USA eru
nógvar. Ilt er at siga við vissu,
hvør veruliga orsøkin er, men her
verður givið eitt boð.
Vaksandi fíggjar
marknaður
Seinastu mongu árini er fíggjar
marknaðurin vaksin almikið.
Eftir 11. september 2001 valdi
amerikanski tjóðbankin, Federal
Reserve, við Alan Greenspan á
odda, at økja peningamongdina
munandi í USA. Enski tjóð
bankin valdi at fylgja somu kós
og økti eisini pengamongdina.
Hetta meta summi at vera
byrjanin til stóru fíggjarligu
ekspansiónina seinnu árini.
Við ríkiligum gjaldføri og
lágari rentu á marknaðinum
komu nýggj lánitilboð, m.a. við
avdráttarskoða, og fíggjar
stovnarnir gjørdust alt meiri
ágangandi. Hesar ágangandi
bankarnar kenna vit eisini m.a.
úr Íslandi. Teir hava virkað sum
íløgubankar og framt stór keyp
bæði í Føroyum, Bretlandi,
Danmark og í øðrum londum.
Vit venda aftur til íløgu
bankarnar seinni. Fyrst skulu vit
hyggja at orsøkini til manglandi
gjaldførið á fíggjarmarknaðinum
og fallandi virðini á ognunum.
Høvuðsorsøkin er gongdin á
íbúðarmarknaðinum í USA.
Íbúðarmarknaðurin í
USA í trupuleikum
USA hevur munandi færri
vælferðarskipanir enn londini í
Evropu. Í staðin eru aðrar
skipanir settar í verk. M.a. eru
lógir settar í verk fyri at fáa
privata marknaðin til at taka sær
av nøkrum viðurskiftum. Millum
hesar eru lógirnar frá 1977 og
1995, sum áleggja fíggjarstovn
um av lata fólki lán, hóast tey
møguliga ikki høvdu ráð til at
gjalda lánini aftur. Hetta merkir,
at álagt verður fíggjarmarknaði
num at taka ein váða upp á seg,
sum hann annars ikki vildi havt
tikið. Hesi lán eru millum tey, ið
verða kallaði subprimelán –
altso eitt lán við størri váða fyri
peningastovnin enn vanlig lán.
Fyri at stýra váðanum best
møguligt valdi fíggjarmarknað
urin at selja vánaligu lánini víð
ari saman við góðum lánum í
einum “lánipakka” har góð og
vánalig lán verða “buntaði”
saman og seld víðari á marknaði
num. Hetta eru sokallaðu
CDO’irnar – Collateral Dept
Obligations. Av tí at lánini eru
buntaði saman, er ringt at gjøg
numskoða, júst hvat er í einum
CDO – hetta hevur verið við til
at økt um óvissuna í skipanini.
So hvørt, sum gjaldførið øktist
vuksu prísirnir á íbúðarmarknaði
num í stórum. Tá fólk seinni fáa
trupuleikar við at gjalda lánini á
íbúðunum, byrjar álitið á
CDO’irnar at vikna, og bankarnir
gerast afturhaldandi við at veita
hvørjum øðrum lán og gjaldførið
á marknaðinum frystur fast –
gjaldføriskreppan er byrjað.
Av tí, at kreppan byrjar í
íbúðarmarknaðinum við sub
primelánum, bleiv hon fyrstu tíð
ina oftast rópt subprimekreppan.
Bank run á Northern Rock
So hvørt, sum bankarnir gerast
støðugt meiri afturhaldandi við at
lána hvørjum øðrum pening,
gerst tað eisini støðugt truplari at
bankunum at halda virksemið
koyrandi.
Hetta frættist eisini millum
fólk á gøtuni, og fyri fyrstu ferð í
100 ár upplivir Onglandi eitt
sokallað bank run ella run on the
bank, sum fær bankan Northern
Rock at falla.
Hetta hendir, tá eitt stórt tal av
bankakundum taka peningin hjá
sær út úr bankanum, tí tey halda
at bankin er um at fara á
húsagang. Hetta virkar sum ein
sjálvuppfyllandi profeti, tí so
hvørt sum fólk taka peningin út
úr bankanum, gert trupuleikin
hjá bankanum samsvarandi
størri. At enda, tann 22. februar
2008, tekur enski staturin um
endan, og Northern Rock verður
yvirtikin.
Fannie Mae og
Freddie Mac
Umframt lógirnar frá 1977 og
1995 eru eisini tveir hálval
mennir stovnar í USA, sum skulu
veita lán til sethúsamarknaðin og
sum við tíðini eru vaksnir til at
hava uml. helvtina av øllum
íbúðarmarknaðinum í USA.
Hesir eru Federal National Mort
gage Association, vanliga nevnt
Fannie Mae, og Federal Home
Loan Mortgage Corporation,
vanliga nevnt Freddie Mac.
So hvørt, sum trupuleikarnir á
íbúðarmarknaðinum vaksa, gerst
alt truplari hjá Fannie Mae og
Freddie Mac at klára sínar skyldur
– tí eru hesir lánistovnarnir eisini
millum offrini í fíggjarkreppuni.
Tann 7. september 2008 tók
amerikanska stjórnin yvir bæði
Fannie Mae og Freddy Mac.
Íløgubankarnir hokna
Næstu ofrini eru sokallaðu
íløgubankarnir. Tá óveður er á
fíggjarmarknaðinum, eru íløgu
bankarnir millum teir harðast
raktu, og hesaferð er einki undan
tak. Tí vóru íløgubankarnir Bear
Stearns (17. mars 2008) og
Lehman Brothers (15. september
2008) eisini skjótt at hoyra mill
um nøvnini á fíggjarstovnum í
trupuleikum.
Í Føroyum kenna vit lítið til
íløgubankar. Okkara peninga
stovnar virkað sum vanligir
bankar og ikki sum íløgubankar.
Høvuðsvirksmið hjá einum
íløgubanka er at lána pening á
fíggjarmarknaðinum fyri at
keypa og selja ognir og fyri
tøkur. Hetta merkir, at virksemið
hjá íløgubankunum er serliga
tengt at gjaldførinum á fíggjar
marknaðinum, og at bankin
serliga er førur fyri at tjena
pengar, tá ognirnar á
marknaðinum hækka í virði.
Tilsvarandi verri er at vinna
pening og dríva fyritøkuna, tá
ognirnar á marknaðinum minka í
virði, og gjaldførið á marknaði
num minkar.
Í dag hava íløgubankar kring
heimin truplar tíðir – eins og vit
kenna tað frá bankunum úr
Íslandi. Hóast íslendsku bank
arnir, mær vitandi, ikki formelt
eru íløgubankar, líkist stórur
partur av virkseminum tí hjá
vanligum íløgubankum. Tann 29.
september 2008 yvirtók
íslendska stjórnin Glitnir.
Millum kendastu íløgubank
arnir í USA eru Morgan Stanley,
Merrill Lynch, Bear Stearns, Leh
man Brothers og Goldman
Sachs. Av hesum eru summir
farnir á heysin, meðan aðrir eru
givnir at reka íløgubankavirksemi
fyri í staðin at reka vanligt
bankavirksemi.
Tvinnar møguligar
politiskar loysnir
Fyri at loysa fíggjarkreppuna eru
tvinnar møguligar politiskar
Orsøkir til altjóða
Størsti hjálparpakkin í donsku søguni er júst latin bankakundum
í øllum ríkinum, og innlánini í føroysku bankunum eru tryggjað.
Sama slag av tryggingum verður latið bankum kring knøttin.
Men hvør er orsøkin til fíggjarkreppuna, sum nú herjar allan
heim? Tað er høvuðsevnið í hesi kronikkini eftir Magna Laksáfoss,
búskaparfrøðing og løgtingsmann. Hetta er fyrra kronikkin av
tveimum, har Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur og løgtingsmaður,
viðger fíggjarkreppun, sum herjar heimin í hesum døgum. Seinna
kronikkin verður prentað týsdagin í komandi viku. Kronikkin greiðir
frá søguligu orsøkunum til fíggjarkreppuna, gongdini higartil og
politisku tiltøkunum, ið eru tikin úti í heimi higartil. Kreppan hevði
sín uppruna í amerikanska íbúðarmarknaðinum, men hevur síðan
breitt seg til allan heimin. Íslendski búskapurin er fyri veruligum
hóttafalli, men neyðugt er ikki at stúra fyri, at føroyski fíggjargeirin
fær somu trupuleikar