Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-07, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. oktober 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 vinnan Nr. 192 - 7. oktober 2008 loysnir. Man kann siga, at talan er um tveir ymiskar skúlar. Hinn fyrri er moral hazard- skúlin, sum sigur, at moralurin hevur størstan týdning, og at stjórnin ikki eigur at bjarga bankum, tí hetta einans vil elva til, at bankarnir fara at taka enn størri váða á seg frameftir. Harumframt er sjónarmiðið, at hví skulu skattgjaldarnir taka um endan, tá bankarnir hava uppført seg tápuliga? Vit kenna eisini sjónarmiðið sum: Lat falla tað, sum ikki kann standa. Hitt sjónarmiðið er systemic risk, sum heldur, at við at lata bankarnar fara er vandin, at alt tað fíggjarliga systemið kann falla saman. Altso at bankarnir draga alt annað virksemi niður við sær – og harvið tað kapitalistisku skipanina. Út frá politikkinum hja flestu londunum má man staðfesta, at systemic risk-sjónarmiðið hevur yvirvágina. Flestu fíggjarstovn- arnir, ið hava verið í trupul- leikum, eru bjargaðir av stjórnunum í londunum, og samstundis hava stjórnirnar valt at taka stóran part av váganum á seg, t.d. við at hækka innskjótaratrygdina. Bjargingarpakkarnir fáa avleiðingar Aktión skapar reaktión, sigur Newtonsa triðja lóg. Soleiðis er eisini við bjargingarpakkunum í fíggjarheiminum. Eftir at summar stjórnir hava bjargað nøkrum bankum eftir devisuni ‘to big to fail’, fær tað bankakundarnar at reagera. Eftir at Northern Rock og teir seks stóru írsku bankarnir eru bjargaðir og hava fingið statstrygdarnet undir sær, byrja fólk at flyta teirra pening út úr hinum peningastovnunum og yvir í teir statsgaranteraðu bankarnar. Í løtuni er tí ein peningastreymur úr Onglandi til Írlands og úr útlendskum bankum í Írlandi og yvir í teir seks statstryggjaðu bankarnar. Hetta er bert eitt dømi um, at ikki einans veiku bankarnir merkja avleiðingarnar av fíggjar- kreppuni, men at eisini sunnir av vælriknir bankar merkja fylgjurnar. Tað er tí eyðsæð, at skal ein bjargingarætlan til, má hon verða galdandi fyri allar bankarnar í einum landi í senn – ja helst fyri allar bankarnar í Evropu í senn. Tí kallaði franski forsetin, Nicolas Sarkozy, hinar stjórnar- leiðarnar í Evropu saman í vikuskiftinum fyri at gera eina samlaða bjargingarætlan. Hetta miseyðnaðist sum kunnugt, og tí valdu ymsu londini at gera hvør sín pakka. Danski bjargingarpakkin Danski bjargingarpakkin kann sigast at vera ein blandingur av moral hazard og systemic risk- skúlunum. Ein partur av pakkanum er, at bankarnir sjálvir skulu gjalda 35 mia. kr. inn í ein trygdargrunn, sum skal tryggja innlánini í bankum, sum fara av knóranum. Um tapini í danska fíggjar- heiminum gerast størri enn 35 mia. kr. traðkar, staturin til og tryggjar restina. Danski bjargingarpakkin er eisini galdandi fyri føroysku bankarnar, og tí vil hetta eisini tryggja føroyska fíggjarkervið í sama mun sum danskar bankar. At ein bjargingarpakki er gjørdur, merkir ikki at bankarnir ikki kunnu fara á heysin. Hetta merkir einans, at tey sum hava pening í bankunum, ikki fara at missa nakað av innistandandi. Trygdin fyri at bankarnir – herundir eisini føroysku bankarnir – eru tryggir, er, at teir eru væl riknir og ikki hava tikið óneyðugan váða á seg. Føroyski fíggjarheimurin og búskapurin Føroysku bankarnir hava knappar 20 mia. kr. í útlánum, svarandi til uml 1,5 ferðir BTÚ. Til saman- beringar hava íslendsku bankarnir uml. 10 ferðir íslendska BTÙ – tvs. um føroysku bankarnir høvdu havt sama lutfall sum íslendsku bankarnir, høvdu útlánini verið uml. 140 mia. kr. Tað er eyðsæð, at føroysku bankarnir hava átikið sær minni váða enn t.d. íslendsku bankarnir. Samanumtikið er føroyska fíggjarkervið sunt og væl rikið. Sum er, eru eingin tekin um, at nakar føroyskur fíggjarstovnur fer av knóranum. Eingin trygd kann veitast fyri, at hetta ikki hendir, men av tí, at loftið á innskjótaratrygdini á kr. 300.000 er tikið av, er allur innistandandi peningur í føroyska bankakervinum tryggur. Næsta greinin Næsta greinin verður prentað í sosialinum týsdagin í komandi viku. Har fer Magni Laksáfoss at viðgera hvørjar avleiðingar fíggjarkreppan kann fáa fyri føroyska búskapin, og hvørji politisk tiltøk eiga at vera tikin. fíggjarkreppuna