týsdagur 7. oktober 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
vinnan
Nr. 192 - 7. oktober 2008
Áhugavert hevði verið
at kannað um møguligt
er at stovnseta alment
føroyskt oljufelag. Hetta
felag kann verða við til
at fíggja part av almennu
rakstrarútreiðslunum, um
felagið hevði eina stødd
og hepni, ið kundi ført til
munandi vinningsbýti
til felagið skrivar Óli M.
Lassen, siviløkonomur og
stjóri, í vinnukronikkini
Vinnu
kronikk
Óli M. Lassen,
stjóri og civil
økonomur
N
ú er rúm tíð gingin, síðani
fyrsta útbjóðing var til
oljuleiting og royndarboring við
Føroyar. Nú 3. útbjóðing fer í
gongd er spennandi at frætta, um
rakt verður við olju í
rakstrarverdum høpi í føroysku
undirgrundini. Tá oljuleiting
byrjaði við Føroyar var gjørt eitt
model, har oljufeløgini skuldu
gjalda ávíst avgjald ella oljuskatt,
og hildið var ikki, at tað var
heppið at stovna føroyskt
oljufelag tá, tí hetta kundi ávirka
tað gjald ella skatt oljufeløgini
skuldu rinda.
Støðan í dag
Nú er rúm tíð fráliðin frá fyrsta
útbjóðing var og vert er at
umhugsa alternativar loysnir.
Oljuprísurin hevur verið
methøgur í longri tíð og hava
oljufeløgini havt góðan vinning.
Við hesum í huga er
nærliggjandi at hugsa, at
oljufeløgini, ið vilja virka á
føroyskum øki, ikki kunnu hava
nakað ímóti, at tað almenna gerst
partur av oljuvirkseminum. Í dag
hava vit jú fingið velduga vitan
gjøgnum tey privatu føroysku
oljufeløgini. Vantandi føroysk
vitan innan oljuleiting var ein av
orsøkunum til, at oljufeløgini
søgdu, at um vit gjørdu eitt
alment oljufelag, so skuldi
oljuskatturin møguliga lækkast
sum kompensatión fyri at
upplæra – og taka alment
føroyskt oljufelag undir
veingirnar.
Í dag kunnu hesi argument ikki
nýtast og kundi verið áhugavert
at kanna, um tað kundi verið
møguligt, at eitt nú tey privatu
føroysku oljufeløgini og eitt
alment føroyskt oljufelag kundi
bjóða seg frám og samstarva á
jøvnum føti við útlendsk
oljufeløg á føroyska økjunum og
á útlendskum feltum. Vit
kapitalmangli í øllum heiminum
er kanska besta løtan hjá tí
almenna at fara inn í eina
lønsama oljuvinnu og harvi
møguliga fáa alternativar
inntøkumøguleikar, um tað vísir
seg, at stagnatión kemur í
heimliga búðskapin. Bæði í
Noreg og Danmark er tað
almenna við í oljuleiting. Tað
mugu finnast alternativar
fíggingarmøguleikar av føroyska
samfelagnum og ber tað ikki til,
framhaldandi at fara í
skattgjaldarans lummar eftir
pengunum til framhaldandi øktan
almennan rakstur, hetta útholar
fulkomuliga liviumstøðurnar hjá
vanliga borgaranum og
familjunum.
Alment føroyskt oljufelag
Skemt bøkurnar hjá Óla P
Ja takk! Eg ynski at
keypa allar Skemtbøkur
(og fái 2008 ókeypis til jóla)
Navn:
Bústaður:
Bygd / býur:
Telefon:
Undirskrift:
Verður sent
ópostað.
Sosialurin
rindar
postgjaldið
64
Boks 76
FO-110 Tórshavn
Um tú ynskir at gera brúk av tilboðnum um at
fáa allar SKEMT-bøkurnar (íroknað 2008) fyri
einans kr. 680, skalt tú bert fylla út lepan og
senda hann til:
Ein stuttlig
gáva – alt árið
Fáið næstan allar SKEMT
Higartil eru útgivnar 19 Skemt bøkur
við meira enn 3000 tekningum.
Onkur árgangur er útseldur. Ogna
tær Skemtbøkurnar signeraðar av
teknaranum fyri einans 680 kr. Og tú
fær Skemt 2008 ókeypis til jóla.
Sendið ein teldupost til
skemt@sosialurin.fo ella
ringið 211820/341800
Tú kanst eisini fylla út lepan.