týsdagur 7. oktober 2008síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 192 - 7. oktober 2008
31
Stutt Sagt
Breyt beinið
á Antarktis
Starvsfólkini
á
einari
norskari kanningarstøð á
Antarktis noyddust í gjár
út í kuldan at rudda eina
flogbreyt, so eitt flogfar
kann koma eftir einum av
starvsfeløgunum,
sum
hevði fingið skaða og
mátti flytast á sjúkrahús í
Suðurafrika. Maðurin hev
ur brotið annað beinið.
Seks fólk eru á Troll
kanningarstøðini. Teirra
millum er ein lækni, men
beinbrotið var so mikið
álvarssamt, at hann kendi
seg noyddan at senda
mannin á sjúkrahús. Hesa
tíðina á árinum er hávetur
á Antarktis og umleið 25
stiga frost, og tá eru allar
flogbreytirnar
stongdar.
Norðmenninir ætla sær at
rudda ta tveir kilometrar
longu
flogbreytina
so
frægt, at eitt flogfar kann
seta seg og fara avstaðaft
ur. Flogferðin tekur einar
sjey tímar.
Tað er ikki so lætt at fáa
fatur á einum flogfari, sum
kann átaka sær uppgávuna
at fara til Antarktis á
hávetri eftir einum sjúk
lingi, men á Trollkanning
arstøðini vænta tey, at tann
skaddi maðurin sleppur á
sjúkrahús seinni í vikuni.
Løgreglan
kannast fyri
rasismu
Borgarstjórin í London,
Boris Johnson, vil hava
greiði á, um hald er í
skuldsetingum um, at løg
reglan í býnum er gjøgn
umseyrað av rasismu.
Felagsskapurin hjá teim
um svørtu løgreglumonn
unum í Bretlandi, MBPA,
og
felagsskapurin
hjá
teimum svørtu løgfrøðing
unum, SBL, hava mælt
fólki í minnilutunum í
London frá at fáa sær
starv í løgregluni, og tals
menn hjá teimum svørtu
løgreglumonnunum siga
bart út, at teir kenna seg
sum
fíggindar
millum
sínar hvítu starvsfelagar.
Ovastin fyri løgregluni
í London, Sir Ian Blair,
fór frá seinasta fríggjadag,
eftir at Boris Johnson,
borgarstjóri, hevði sagt, at
fólkið í býnum hevði ikki
álit á ovastanum longur.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Til alla lukku var Churchill forsætisráðharri í mai í
1940, tí Lord Hailfax hevði tingast við Hitler um frið
Ian Kershaw
útlond
Íslendska Altingið
samtykti í nátt lóg,
sum gevur stjórnini
sera víðar heimildir á
fíggingarøkinum
Nakað eftir midnátt í gjár
kvøldið samtykti íslendska
Altingið
eina
sokallaða
neyðlóg, sum ætlandi skal
fáa tamarhald á teirri stóru
kreppu, sum landsins banka
kervi er í.
Neyðlógin kom minni
enn eitt samdøgur eftir, at
Geir H. Haarde, forsætisráð
harri, hevði sagt, at tað var
ikki neyðugt við tiltøkum
longur. Men í einari bein
leiðis útvarps og sjónvarps
røðu fyri íslendsku tjóðini
seinnapartin í gjár ásannaði
forsætisráðharrin, at nógv
var broytt til tað verra í
gjár.
Støðan er so álvarssom,
at vit kunnu fara á húsagang,
segði Geir H. Haarde.
Eftir tingingar í samgong
uni legði stjórnin eitt neyð
lógaruppskot fyri Altingið í
gjár, og tað samtykti tingið
seint í gjárkvøldið. Lógin
gevur
fíggjarmálaráðnum
hjá stjórnini so víðar heim
ildir á bankaøkinum, at í
veruleikanum er alt banka
kervið sett undir almenna
umsiting. Lógin gevur stjórn
ini heimild til at stovna
egnan banka ella at yvirtaka
teir, sum eru.
Lógin ber eisini í sær, at
tann almenni Íbúðargrunn
urin yvirtekur øll bústaðar
lán frá bankunum.
Av teimum 63 tinglimun
um vóru 62 hjástaddir á
tingfundinum, tá atkvøtt
bleiv, og tað er sambært
íslendsku bløðunum sjáld
samt.
50
altingslimir
atkvøddu fyri neyðlógini.
Íslendsku bløðini vita at
siga, at umboð fyri Altjóða
Gjaldoyragrunnin
IMF
hava verið í Íslandi og givið
stjórnini góð ráð um, hvat
gerast skal.
Íslendska bankakervið
undir umsiting
Í nátt verður annar
sjónvarpsdysturin
millum amerikonsku
forsetavalevnini, og
nú má John McCain
spenna seg út
Eru meiningakanningarnar
eftirfarandi,
er
Barrack
Obama rættiliga klárt á odda
í amerikanska forsetaval
stríðnum undan sjónvarps
dystinum, sum verður í
Nashville í nátt.
Ein kanning, sum CNN
kunngjørdi tíðliga í morgun,
vísir, at var forsetavalið nú,
hevði Obama fingið 53 pro
sent av atkvøðunum, og
McCain hevði fingið 45.
Ein tilsvarandi kanning hjá
CBS gevur teimum báðum
ávikavist 47 og 43 prosent,
og í einari kanning hjá NBC
fáa teir 49 og 43 prosent.
Politiskir
eygleiðarar
í
USA siga, at allar kanningar
nar vísa, at munurin millum
tey bæði valevnini økist í
hvørjum undan sjónvarps
dystinum í nátt. Teir halda, at
tað eru fleiri orsøkir til fram
gongdina
hjá
Barrack
Obama. Eitt er tann búskapar
liga kreppan í USA, eitt ann
að er, at umdømið hjá Bush,
forseta er so vánaligt sum
ongantíð fyrr, og ein triðja
orsøk er, at Sarah Palin er
ikki so væl umtókt longur.
Í Kroatia hava tríggir
ráðharrar fingið
sekkin, eftir at dóttir
ein kendan sakførara
bleiv funnin myrd
Eitt dráp hevur elvt til eitt
veruligt politiskt stórvask
í kroatisku leiðsluni.
Um vikuskiftið varð
dóttir ein kendan sakførara
funnin skotin uttan fyri
dyrnar á íbúð síni í høv
uðsstaðnum Zagreb. Við
fjølmiðlarnar segði Ivo
Sander, forsætisráðharri,
at talan var um eitt mafia
morð, og løtu seinni koyrdi
hann innanríkisráðharran,
løgmálaráðharran
og
verjumálaráðharran
frá.
Somu lagnu fekk ovastin
fyri kroatisku løgregluni.
Ivo Sander hevur leingi
roynt at fáa bilbukt við
tann skipaða kriminalitetin
í Kroatia, og avgerð hans
ara at koyra løgregluovast
an og teir tríggjar ráðharr
arnar, sum vara av løgregl
uni, frá, verður tulkað sum
eitt tekin um, at forsætis
ráðharrin var ikki nøgdur
við teirra avrik á økinum.
Mín stjórn fer ikki at
góðtaka, at skipaðir brots
menn fáa ta uppfatan, at
teir kunnu gera, sum teim
um lystir, segði Ivo Sander,
tá hann boðaði frá avgerð
ini at koyra ráðharrarnar
og løgregluovastan frá.
Dráp kostaði
ráðharrum starvið
Verjumálaráðharrin, Beri-
slav Roncevic, fekk eisini
sekkin
Mynd: AP
Sambært
kanningunum er
Barrack Obama
klárt framman fyri
John McCain
Mynd: Polfoto
Íslendski forsætisráðharrin,
Geir H. Haarde
Mynd: Polfoto
Obama klárt á odda
undan dystinum í nátt