týsdagur 7. oktober 2008síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 192 - 7. oktober 2008
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
- Tapið ta ferðina er ein orsøk til, at eg ikki longur standi á
odda fyri landsliðnum
Josef Hickersberger
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hvar fóru teir, og hvat gera
teir nú. Og hvør spældi við?
Tað eru spurningar, sum
fleiri helst seta sær, tá litið
verður aftur á liðið, sum
basti Eysturríki í Lands
krona á sinni.
Tað sama ger seg galdandi
í Eysturríki, har teir 16,
sum vóru partur av eyð
mýkjandi tapinum seint
verða gloymdir.
Saman við Bartl Harald
frá eysturríkska Nachrichten
hava vit sett upp niðanfyri
standandi yvirlit.
Føroyska liðið
Jens Martin Knudsen:
Málverjin við topphúgvuni
gjørdist heimskendur eftir
síni brøgd í landskrona. Tá
spældi hann við NSÍ, men
fótbólturin tók hann síðani
til GÍ í Gøtu, íslendska
Leiftur – har hann eisini var
venjari, skotska Ayr og
aftur til barndómsfelagið í
Runavík, har hann at enda
var partur av fyrsta FMheit
inum hjá felagnum. Var eis
ini ein merkisverdur ítrótta
maður, sum var føroyameis
tari í fimleiki og toppskjútti
í hondbóltskappingini, har
hann eisini var við á U21
landsliðnum. Er í dag
hjálparvenjari á landsliðnum
og framleiðslustjóri hjá Vik
ing Seafood, umframt at
hann arbeiðir fyri samtak,
sum hevur til endamáls at
byggja fótbóltshøll.
Tummas Eli Hansen:
Treiski
verjuspælarin
spældi øll árini við B36, og
eftir seinasta dystin í 1997
kundi hann taka ímóti fyrsta
FMsteypinum hjá felag
num í 35 ár. Síðani mið
skeiðis í 90’unum hevur
hann eisini rikið egið elinn
leggjaravirki.
Jóannes Jakobsen:
Liðskiparin á heilin í verju
spælinum spældi fótbólt
nøkur ár afturat. Tað er tó
mest sum venjari og við
merkjari, at hann hevur
gjørt vart við seg síðani.
Sum venjari hevur hann
verið hjá VB, KÍ, HB, B68
og B36, har gullmerkið í
HB í 2002 er størsti sigurin.
Í borgarliga starvinum er
hann lærari, umframt at
hann í frítíðini er íðin tón
leikari. Hevur eisini egið
studio, har hann framleiðir
fleiri útgávur fyri onnur.
Mikkjal Danielsen:
Maskinmeistarin úr Mið
vági tók fullkomliga pippið
frá Tony Polster, sum var
størst eysturríkska stjørnan
um hetta mundið. Mikkjal
spældi ikki so nógvar dystir
afturat á landsliðnum, tá
hann taldist millum teir
eldru á liðnum, og enn sum
áður starvast hann sum
maskinmaður í Miðvági.
Julian Hansen:
Høgri bakkurin spældi bert
tann eina landsdystin afturat
eftir Landskrona, tí eftir
dystin í Parkini boðaði hann
frá, at hann gavst á lands
liðnum. Hann hevði tá búð
í Danmark í nøkur ár, og
tað ger hann framvegis. Fót
bóltinum hevur hann tó ikki
slept, og virkar hann í løtuni
sum hjálparvenjari hjá FC
Amager.
Allan Mørkøre:
Yngsti spælarin á Lands
kronaliðnum taldist í drúgt
áramál millum teir allar
fremstu føroysku spælarar
nar. Umframt barndómsfel
agið KÍ, hevur hann eisini
Her eru teir – 18 ár seinni
18 ár eru liðin síðani minniliga sigurin
í Landskrona. Á føroyska fótbólts
landsliðnum er Jens Martin Knudsen,
núverandi hjálparvenjari, einasta
sambandið til teir 16, sum vóru á
vøllinum ella á beinkinum í Lands
krona. Hjá Eysturríki er Andreaz Her
zog somuleiðis hjálparvenjari, og eisini
hann er einasta sambindingin millum
eysturríkska landsliðið í dag og so tað,
sum mátti lúta í Landskrona
Maskinmaðurin úr Miðvági pakkaði mega-stjørnuna úr Sevilla inn í 1990. Mikkjal Danielsen starvast framvegis í Miðvági. Tony
Polster taldist í fleiri ár millum fremstu europisku málskjúttarnar, og í dag selur hann sín egna person til events av ymsum slag
Helst stø
við 1-ta