Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-07, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. oktober 2008síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 [ Nr. 192 - 7. oktober 2008 ] Hetjurnar vera við Sum tað sømir seg, so hevur Fótbóltssambandið boðið spælarunum frá Landskronaliðnum at vera við, tá Eysturríki kemur á vitjan leygardagin. Soleiðis vera Abraham, Torkil, Allan og allir hinir millum teir vónandi mongu áskoðararnar á Tórsvølli, og hvør veit, um ikki onkur orð verða søgd teimum til heiðurs eisini. Tað eru í øllum førum allar góðar orsøkir til, nú talan er um endurminning um størstu løtuna í føroyskari fótbóltssøgu. Netsølan endar mikudagin Í eina tíð hevur borið til hjá landsliðsáskoðarum at keypa atongumerki til landsdystin í forsølu á nethandlinum hjá FSF, www.football.fo. Fótbóltssambandið hevur nú boðað frá, at forsøluprísurin broytist mikudagin klokkan 14, tá prísurin verður tann sami, sum um keypt verður dyrnar. T.v.s. 300 krónur fyri vaksin og 75 fyri børn. spælt í B36, HB, íslendska ÍBV og nú AB. Er ein av bara tveimum spælarum, sum hava vunnið FM við trimum føroyskum feløgum, umframt at hann longu eina ferð hevur vunnið uppflyt­ ing við AB, har hann nú er spælandi venjari. Er útbúgvin krambakallur og námsfrøðingur, men starv­ ast í dag sum timburmaður. Abraham Hansen (nú Løkin): Miðvallarovastin hevur eitt merkisvert met í føroyskum fótbólti, har tað gingu 26 ár millum fyrsta og seinasta dyst hansara í bestu før­ oysku deildini. Sum spælari gjørdi hann um seg hjá ÍF, B36, NSÍ og B68, umframt at hann á ungum arum eisini var í bæði svenskum og donskum fótbólti. Í borgar­ liga starvinum hevur hann seinnu árini arbeitt innan útflutningsvinnuna, og er hann í dag í starvi hjá SNG. Torkil Nielsen: Stóra hetjan úr Landskrona. Hóast fótbóltsevnini vóru eyðsýnd og kanska til nakað meira, so spældi hann øll árini við SÍF og FS Vágum. Og í aðrar mátar er talan eisini um ein merkisverdan ítróttarmann, sum hevur verið á talvlandsliðnum, unglingalandsliðnum í flog­ bólti og í landsliðshópinum í hondbólti. Støðu­ og trú­ festi hevur eisini eyðkent privatmannin, Torkil Niel­ sen, sum enn starvast hjá Sandavágs Timburhandli. Kári Reynheim: Íspegilin á liðnum, sum altíð hevði sjálvsálitið í lagi, um enn avbjóðingarnar vóru ovurstórar. Og sum bæði á og uttan fyri vøllin var spælarin, sum kundi lyfta lagið. Spældi fyri HB og B36, umframt at hann eitt skifti var í norskum fót­ bólti. Hevur seinnu árini roynt seg sum venjara, men enn hevur hann ikki veru­ liga fingið sítt gjøgnumbrot í hesum. Starvast sum ele­ ktrikari í frítíðini. Jan Dam: Eingin ivi er um, at Jan tald­ ist millum mest gávaðu før­ oysku spælararnar yvirhøv­ ur, og fram til aldarskiftið var hann eisin fastur fúsur á landsliðnum. Sum spælari royndi hann seg hjá bæði HB, KÍ og B68, umframt at hann var hjá danska Her­ følge eitt stutt tíðarskeið. Er útbúgvin lærari. Kurt Mørkøre: Var í nógv á rein av vanda­ mestu føroysku áleyparun­ um, og í Klaksvík hevur hann mest sum legendu­stat­ us. Royndi seg eisini í norsk­ um fótbólti, har hann eisini hevur nomið sær venjara­ útbúgving. Eina útbúgving, sum hann eisini hevur nýtt hjá KÍ og B36. Er nú aftur í Noreg, har hann eisini royn­ ir seg sum venjara. Eykamenn Kaj Leo Johannesen, sum nú er Føroya løgmaður. Magni Jarnskor, Poul Enok Hansen sáli, Jens Erik Rasmussen og Gunnar Mohr. ørsta løtan í føroyskari fótbóltssøgu. Torkil Nielsen smekkar bóltin fram við Michael Konsel. Konsel hevði tá just vunnið troyggjuna alinum á landsliðnum, og hann var í drúgt áramál fremsti málverjin hjá landinum. Michael Konsel: Málverjin hevði tá just vunnið troyggjuna við 1­ talinum frá Klaus Linden­ berger, og hesa helt hann fast um gjøgnum eina langa yrkisleið, har hann eisini vardi málið fyri AS Roma og AC Venezia í italsku seriu A. Rekur í dag eitt ítróttar­agentur, har hann first og fremst selur sín egna person til ymisk event. Eisini er hann javnan frammi sum viðmerkjari í eysturríksk­ um fótbóltssendingum. Robert Pecl: Við eyknevndinum Jarnfót­ urin ella Red Robert var talan um ein hart tacklandi verjuspælara. Hann helt fram í fótbóltinum til 1995, og er í dag sølumað­ ur fyri Diadora. Michael Streiter: Verjuspælarin er í dag hjálparvenjari hjá Co Adriaanse í Red Bull Salzburg. Jürgen Hartmann: Vinstri bakkurin er í dag aðalskrivari hjá eystur­ ríkska kurvabóltsfelagnum Kapfenberg Bulls. Felagið var í drúgt áramál sterkasta felagið í landinum, og í dag er tað ein støða, sum teir royna at endurvinna. Kurt Russ: Hevði eina sera drúgva yrkisleið, har navnabrævið fór um tey 40 árini, áðrenn hann setti gaggurnar. Er í dag hjálparvenjari hjá Kapfenberg í fremstu eyst­ urríksku fótbóltsrøðini. Heinz Peischl: Er í dag arbeiðsleysur venjari, eftir at hann ann­ ars hevur vant lítla men kenda sveisiska FC Thun, sum eitt skifti var við í Champions League­bólka­ spælinum. Peishl kom tó til felagið eftir hetta, og í dag gongst ikki felagnum eins væl. Manfred Linzmaier: Miðvallarin starvast í dag sum askóti fyri Red Bull Salzburg, og er tað serliga á suðuramerikanska spæl­ aramarknaðinum, at hann roynir at finna framtíðar­ innar spælarar. Andreas Herzog: Maðurin við 10­talinum var í fleiri ár playmakari hjá Werder Bremen, og verður roknaður sum ein av bestu spælarunum hjá Eysturríki í nýggjari tíð. Er í dag hjálparvenjari á landsliðnum undir Karel Brückner Gerhard Rodax: Ljóshærdi áleyparin, sum í 1990 gjørdi um seg í sponskum fótbólti, er í dag venjari hjá eykaliðnum hjá Admira í triðju bestu deildini. Eigur og rekur eisini eina tennis­mið­ støð. Toni Polster: Ein tann vandamesti áleyp­ arin í europiskum fótbólti í 90’unum, og hevur tí eitt sera stórt navn í heimland­ inum. Er í dag sonevndur Self­promoter, har hann tekur gjald fyri at vera partur av ymsum events. So eitt veruligt arbeiði kann hetta ikki roknast sum. Andreas Reisinger: 18 ár og 20 kilo seinni er hann venjari hjá eykaliðn­ um hjá meistarunum úr Rapid. Eykaliðið spælir í triðju bestu deildini í Eysturríki. Á beinkinum Peter Pacult, sum nú er venjari hjá meistaraliðn­ um, Rapid, Gerald Wil­ furth, sum er stjóri í lítla felagnum, Winer Neu­ stadt. EYSTURRÍKI 1990