týsdagur 7. oktober 2008síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
[ Nr. 192 - 7. oktober 2008 ]
Bara tað at hyggja at
sjónvarpi leygardagin
krevur fyrireiking,
sigur Josef Hickers
berger í samrøðu,
sum varð gjørd við
APAtíðindastovuna
fyrr í vikuni
Fótbóltur
Jákup Mørk umsett frá APA
jakup@sosialurin.fo
Tað eru nú tríggir mánaðir
síðani, at Josef Hichers
berger segði seg úr starvi
num sum Eysturríkskur
venjari. Síðani hevur hann
ikki verið serliga nógv fram
mi við útsagnum um fót
bólt, men tað tykist tó víst,
at hann skjótt aftur verður
at síggja sum fótbóltsvenja
ri.
Í vikuni gjørdi tíðinda
stovan, APA, samrøðu við
venjaran, og her staðfesti
Hickersberger, at dysturin
móti Føroyum var ein orsøk
til, at hann ikki longur er
landsliðsvenjari. Og hann
staðfesti eisini, at hann als
ikki gleðir seg at síggja
dystin í sjónvarpi.
Tað fer heilt víst at vekja
kenslur, líkamikið hvussu
leikur fer. Og eg eri fegin
um, at eg ikki eri partur av
dystinum. Hatta var ein
dystur, sum á ongan hátt
hevði sína sjarmu fyri mítt
viðkomand, og tí snýr tað
seg kanska mest um at fyri
reika meg til upplivingina.
Tí eg havi ongan tørv á at
verða mintur um tað, sum
fyrifórst fyri 18 árum síð
ani. Sum so er tann dysturin
heldur ikki áhugaverdur í
sjálvum sær, men tapið ta
ferðina er ein orsøk til, at
eg ikki longur standi á odda
fyri landsliðnum.
Men var tað bara tað, at
tú vildi burtur frá Føroy
um?
Nei. Eg eri framvegis
sannførdur um, at mín
avgerð
var
góð
fyri
eysturríkska
fótbóltssam
bandið, fyri liðið og fyri
meg sjálvan. Sjálvur havi
eg tað í øllum førum mun
andi betur nú, og aldurin er
eisini nakað, sum eg noyðist
at taka atlit til.
Og hvat hevur tú nýtt tíð
ina til, síðani tú legði frá
tær?
Fyrst og fremst havi
nýtt tíðina til at endurfinna
meg
sjálvan.
Seinastu
mánaðirnar havi eg fingist
við ymiskt fyrifallandi og
annars tikið tað róligt. Men
tað er eitt alment loyndar
mál, at eg fegin vil verða
venjari aftur. Men tað skal
vera stuttligt fyri sjálvan, so
tað hevur týdning, hvat
felag eg kann fáa møguleik
an hjá.
Hvussu metir tú, at lands
liðið er fyri í dag?
Eg skal ikki døma men
bert observera. Men eg vil
gjarna siga tillukku við
góðu úrslitunum móti Italia
og Fraklandi, men sum dóm
ari eri eg helst framvegis ov
subjektivur, tá eg skal meta
um landsliðið.
Á UEFAkongressini fyri
landslið varð sagt, at tend
ensurin nú er, at landsliðini
spæla meira málsøkið. Sæst
hetta eisini á eysturríkska
landsliðnum?
Tað er alt ov stutt frá
liðið til at meta um tað. Lið
ið hevur bert spælt tríggjar
dystir við Karel Brückner
sum venjara. Og fyrst og
fremst ræður tað hjá honum
um at finna fram til, hvussu
nógv liðið kann fara fram,
uttan at verjan verður ov
opin.
Eftir sigurin móti Frak
landi segði Marc Janko, at
tú átti 50% av hesum. Hvus
su stóran part heldur tú, at
tú eigur av seinastu úrslitun
um?
Tað er altíð stuttligt, tá
tú fært heiðurin av arbeiði
num hjá øðrum. Men so
eigi eg helst eisini mín part
í tapinum móti Litava.
Tá tú hyggur at tínum
seinna
tíðarskeiði
sum
landsliðsvenjari.
Er
so
nakað, sum tú vildi ynskt,
at tú hevði gjørt øðrvísi?
Nei. Tí ætlan okkara var
røtt. Tað var tørvur á einum
ættarliðsskifti,
og
tað
framdu vit. Kanska kanst tú
siga, at vit høvdu ov sterk
mótstøðulið í fyrireikingum
okkara, og at vit tí vunnu
ov fáar dystir. Men tú kanst
bara læra frá teimum, sum
eru betur. Hinvegin kundu
vit kanska eisini valt onkrar
dystir, har sannlíkindini
fyri sigri vóru størri, tí
áhugin fyri landsliðnum
fellur, um tað er ov langt
millum sigrarnar.
Føroyar
vóru ein
orsøk
Komandi landsdysturin hjá
Eysturríki vekir einvíst ring
minni hjá Josef Hickersberger.
Hann stóð á odda fyri liðnum
í Landskrona í 1990, og hann
hevði ongar ætlanir um at
leita sær eina endurtøku av
teirri eyðmýkingini – nú 18
ár seinni
Mynd: Polfoto/AP
Leygardagin bleiv
kappast um FM heitið
í MTB Cross Country.
Í fagrasta veðri, í kans
ka fagrasta blettinum
í Havnini bleiv tað
til enn ein sigur til
Gunnar DahlOlsen.
Súkkling
Tíðindaskriv
Í samband við at kappast
verður eisini í fjallasúkkling
á Oyggjaleikum, hevur Tórs
havnar Súkklufelag avgjørt
eisini at skipa fyri FM í
fjallasúkkling, ella MTB
sum tað eisini verður kallað.
Tvær MTB kappingar verð
ur kappast um á Oyggjaleik
um, og tí skipar TSF eisini
fyri FM í tveimum MTB
greinum, nevniliga Criteri
um og Cross Country.
Í Criterium verður koyrt í
uml. 45 minuttir, altso uppá
tíð, og í Cross Country verð
ur koyrt ein ávísan tein, og
súkklararnir skulu her út á
ein hampuliga langan og
stravnan súkklutúr, og skulu
súkkla í uml. 2 tímar.
Síðsta vikuskifti bleiv
kappast í FM í Criterium og
leygardagin bleiv kappast í
meistaraheitið í MTB Cross
Country.
Vakra økið í
Hoydølum
Aftur hetta vikuskiftið bleiv
FM kappingin hildin uppi
við
vakra
økið
kring
Studentaskúlan í Hoydølum.
Ein 4 km langur teinurin
gekk gjøgnum viðalundina
í Hoydølum, oman í gomlu
Hoyvíkina og so út á Boða
nes. Teir vaksnu súkklararnir
skuldu súkkla henda tein
tíggju ferðir og unglingar 5
ferðir.
Hetta var ein drúgvur
túrur og menn løgdu tí var
liga út. Men tá teinurin var
súkklaður fýra ferðir hevði
Gunnar DahlOlsen longu
lagt seg á odda, og henda
støða helt seg líka til kapp
ingar enda. Andrass Joensen
hevði ein góðan dag, og
hóast hann ikki kappaðist á
sínari egnu súkklu, men ein
ari hann hevði lánt, megnaði
hann at koma á mál bert
smáar 10 minuttir eftir
Gunnar. Triðjur á mál kom
Høgni Øster. Hann brúkti 2
tímar og 33 minuttir um teir
40 kilometrarnar.
Hjá unglingum kappaðust
tveir ungir harrar um sig
urin. Hesir somu høvdu
kappast síðsta vikuskiftið.
Tá vann Jóanis Albert Niel
sen á Benjamin og fleiri
aðrar, men hesa ferð var tað
Benjamin Thomassen, ið
var fyrstur um málstrikuna.
Tórshavnar Súkklufelag
hevur í ár skipað fyri fimm
FM kappingum, og kapping
in leygardagin var tann fim
ta og sostatt seinasta kapp
ingin hjá TSF í ár.
Enn ein sigur
til Gunnar
Úrslit, vaksin:
1.
Gunnar DahlOlsen,
2.12.59
2.
Andrass Joensen,
2.22.03
3.
Høgni Øster,
2.33.12
4.
Kári Simonsen,
DNF
5.
Sigmundur Olsson,
DNF
Úrslit, unglingar:
1.
Benjamin Thomassen, 1 tíma 34 minuttir
2.
Jóanis Albert Nielsen,
DNF
Cannavaro heim til Napoli
Verjuskansin hjá Real Madrid og Italia og heimsins besti
spælari í 2006, Fabio Cannavaro, sigur seg ætla at enda
glæsiligu yrkisleið sína í Napoli. Sáttmálin hjá Cannavaro
við Real Madrid endar komandi summar, og sambært
umboðsmanni hansara, Gaetano Fedele, er tað als ikki
ósannlíkt, at Cannavaro longu í januar fer undir samráðingar
við barndómsfelagið.
Klitschko stjól beltið
Leygarkvøldið skal Vitali Klitschko – stóribeiggi at
Vladimir Klitschko – skal leygardagin striðast móti WBC
heimsmeistaranum, Samuel Peter. Men longu tá boksararnir
skuldu vigast í gjár, tók Klitschko fyrsta stikkið, tá hann tók
HMbeltið úr føvninginum á Peter, sum gjørdist illur av
hendingini. Og tá báðir so togaðust um beltið, slepti
Klitschko brádliga, soleiðis at Peter fór bóltandi afturav. –
Hatta fært tú afturlønt leygarkvøldið, segði heimsmeistarin,
táhann í øðrini fór avstað. Og umboðsmaður hansara, Dino
Duva, legði afturat, at Vitali væl kann fyrireikað seg til at
fáa beltið upp í ein ávísan likamspart.