týsdagur 7. oktober 2008síða 45
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
45
vinnan
Nr. 192 - 7. oktober 2008
forðar ikki grannum at hittast
fríggjadag og koma aftur
mánadag fyri góðar 2.630
føroyskar krónur. Í hesum
tilboðnum er eisini gisting
á trístjarnaða hotellinum
Frón, sum liggur mitt í býn
um.
Tíverri fyri íslendingar er
krónan metlág í løtuni, men
fyri tann vitjandi og keyps
hugaða føroyingin – mann
ella kvinnu – ber snøgt sagt
til at gera kvetti.
Tað er henda veruleikan,
sum flogfelagið vísir á, og
sum felagið vónar, at fleiri
fara at taka við.
Ódýrt ferðamál
Í farnu viku vóru umboð
fyri Atlantsflog í Íslandi í
sambandi við eitt átak at
vísa íslendingum á ferða
møguleikar
í
Føroyum.
Átakið var hesaferð gjørt
saman
við
SamVit
og
umboð fyri tíðindatænastu
na.
Umframt stjóran, Magna
Arge var Henny á Líknagøtu
við í ferðalagnum. Og fyri
hana er eingin ivi um, at her
eru góðir møguleikar at fáa
fleiri ferðafólk við flogfør
um teirra báðar vegir.
Atlantsflog hevur áður
havt líknandi ferðatilboð til
føroyingar. Tí, sum Henny
á Líknagøtu sigur: Ísland
hevur altíð verið áhugavert
ferðamál hjá føroyingum
og er tað enn.
Fyrimunurin
við
Íslandsrutuni er hann, at
tað er ódýrari at flúgva hig
ar, tí teinurin er so stuttur.
Og krónan er haraftrat eisi
ni metlág!
Hetta er ikki fyrsta átakið
í Íslandi, og neyvan tað
seinasta heldur.
Kærkomið høvi
Ein partur av átakinum í
Íslandi var ein móttøka á
føroysku sendistovuni hós
dagin í farnu viku.
Ætlanin hjá felagnum
var at sláa eitt rættiligt slag
fyri
hesi
flogrutuni
mótvegis
fólki
innan
íslendsku ferðavinnuna og
politiska myndugleikan í
landinum.
Men trupla búskaparliga
støðan har gjørdi tíverri sítt
til, at bert umboð fyri ferða
vinnuna høvdu møguleika
at verða við. Og fyri var het
ta eitt kærkomið høvi at
vísa sínum landsmonnum á
møguleikarnar fyri at ferð
ast í Føroyum.
Um ikki so langa tíð fer
Atlantsflog at lýsa við ser
støkum jólatúrum, umframt
ta tilboðið sum nú er gald
andi fram til hálvan desem
ber.
Fleiri íslendingar vilja til Føroyar einaferð í lívinum. Nú er ein
ódýrur flogmøguleiki til tess
Íslendski høvuðsstaðurin hevur nógv at bjóða tí vitjandi, bæði tá talan er um undirhald, handlar og forkunnug støð
Fyrsta gassrikna farmaskipið
Norska reiðaríið SeaCargo hevur bílagt tvey roro farmaskip. Bæði
skipini, sum skulu byggjast á Bharati skipasmiðjuni í Indiu, verða
eftir ætlan latin í 2010. Tað er norska dótturfelagið hjá RollsRoyce
Marines, sum hevur staðið fyri menningini og eisini skal standa fyri
framleiðsluni av maskinunum. Flótandi gass skal goymast í tveimum
stórum tangum í einum rúmi framman fyri maskinrúmið, skrivar
heimasíðan 123.fo. Skipini, sum eru 132,8 metrar long og stinga
seks metrar, lastað um 5.600 tons á 1140 raðmetrum (lanemeter).
Eisini hava tey 50 tons bingjukrana. Reiðaríið hevur eisini bílagt
tvey onnur líknandi skip frá indiskari skipasmiðju, men hesi skulu
hava vanliga maskinu.
Framtíðar vinnumøguleikar í Norðuratlantshavi
North Atlantic Economic Forum, sum verður hildin í Reykjavík í næsta mánaði, er altjóða ráðstevna um
framtíðar vinnumøguleikar í Norðuratlantshavi. Evnið er sera aktuelt nú tað brýtur um bæði borð í fíggjar
kervum heimsins, og matvøru og oljuprísir trýsta. Hvørjum skulu vit liva av í framtíðini og hvussu ávirka
hesi rák okkum? Veðurlagsbroytingar, orkukeldur og náttúruríkidømi hava sett Norðuratlantshavið og
Arktiska økið á altjóða breddan. Føroyar, Ísland og Grønland liggja mitt í hesum øki og kunnu vit við sam
starvi standa munandi sterkari. Norðuratlantiska og Arktiska økið uppliva í hesum árum umfatandi veður
lagsbroytingar, og mett verður at komandi tíggju árini fara at hava stórar broytingar við sær á landafrøð
ina, vistfrøðisskipanina og á sosiala og búskaparligar bygnaðin. Hetta fer helst at ávirka týðandi vinnu
geirar Norðuratlantsøkinum, so sum oljuvinnu, námsvinnu, flutningsvinnu, fiskivinnu og ferðavinnu.
Endamálið við ráðstevnuni er at finna nýggjar vinnumøguleikar, sum hesar broytingar geva okkum.
Sostatt verður hugt eftir fyrimununum heldur enn vansunum, orsakaðir av veðurlagsbroytingunum.