Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. august 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 161 - 23. august 2001 15 15 Av tí at General Mot- ors nú eigur svensku Saab bilaverksmiðj- una, skulu bilmerkini seljast undir sama taki. Tí verða Saab- bilar at fáa hjá P/F Meinhard Arge frá 1. september BILASØLA Eirikur Lindenskov Frá 1. september at rokna er tað ikki longur Sp/F John P. Vilhelm yviri við Strond í Havn, sum selir svensku Saab bilarnar. Tí teir verða nú at fáa hjá P/F Meinhardt Arge við Oyggjarvegin í Havn. Fyri tveimum árum síð- ani keypti General Motors Saab bilaverksmiðjuna í Svøríki. Hetta keyp hevur havt við sær, at Saab og Opel í Danmark hava fing- ið felags fyrisiting. Hetta hevur so aftur ført við sær, at fleiri Saab og Opel sølu- umboð í Danmark hava valt at leggja saman. Soleiðis verður nú eisini í Føroyum. John P. Vilhelm, sum seinastu seks árini hevur havt Saab umboðið í Føroy- um, og sum annars í mong ár starvaðist hjá Tummas Ørv, sum tá var Saab um- boð í Føroyum sigur, at tá leigusáttmálin hjá honum yviri við Strond varð upp- sagdur, valdi hann at flyta virksemið til P/F Mein- hardt Arge. Finnbogi Arge, stjóri hjá P/F Meinhardt Arge, sigur, at felag hansara tekur yvir alt virksemið hjá Sp/F John P. Vilhelm, bilasølu, eyka- lutagoymslu o. a. Men hann leggur dent á, at starvs- fólkini hjá Saab-umboð- num fylgja við. Í fyrstu syftu flytir Saab- umboðið inn í kjallahædd- ina í bygninginum við Oyggjarvegin, og verður tað framhaldandi John P. Vilhelm sjálvur, sum fer at standa fyri søluni av Saab- bilunum. Í sambandi við saman- leggingina av Opel og Saab-umboðnum í Før- oyum hevur fyrisitingar- stjórin hjá Opel Danmark, Klaus Kibsgaard, og sølu- stjórin, Thomas Bruun, ver- ið í Føroyum. Opel Danmark, sum frá 1. oktober aftur fer at eita General Motors Danmark, umboðar merkini Opel, Cadillac, Chevrolet og nú eisini Saab. – Vit halda, at tað er skilagott at leggja umboð- ini av bilmerkjum okkara saman, sigur Klaus Kibs- gaard, fyrisitingarstjóri hjá Opel Danmark, tá Sosialur- in hitti hann týskvøldið. – Vit halda eisini, at Finnbogi Arge eisini hevur klárað seg væl, og vit síggja ein menningarmøguleika, nú hann eisini skal umboða Saab, sigur hann – og legg- ur skemtandi afturat, at Finnbogi hevur betur stund- ir, nú hann ikki longur er landsstýrismaður… Opelstjórin sigur, at tað ikki er nakar trupulleiki, at P/f Meinhardt Arge eisini umboðar konkurrerandi merkini Nissan og Peugeot. – Sjálvandi vilja vit hava, at bilmerkini hava hvør sín samleika, og at tað skal verða kundanum púra greitt, hvussu hann kemur í sambandi við Opel- ella Saab-umboðið, sigur Klaus Kibsgaard. Hann sigur eisini, at Opel Danmark sjálvsagt ikki fer at krevja, at bilaumboðini skulu verða leys hvørt av øðrum – serliga ikki í Før- oyum, her møguleikarnir eru so avmarkaðir. – Vit síggja eisini stór- driftsfyrimunirnar á um- vælingar, viðlíkahalds- og eykalutasíðuni. Við at hava fleiri bilmerki undir sama taki ber til at fáa meira burturúr – bæði hjá fyritøk- uni Meinhardt Arge – men ikki minst fyri kundan, sigur Klaus Kibsgaard. Saab og Opel leggja saman Um Opel: Tann fyrsti Opel-bilurin – Opel Patentmot- orvogn System Lutz- mann – varð fram- leiddur í 1898. Stovn- arin, Adam Opel, doyði trý ár frammanundan, í 1895, 58 ára gamal. Fyrsta Opel-umboðið í Føroyum (GM) var P/F Vilhelm Nielsen, sum bygdi í J. Broncks- gøtu í 1935. Fyritøkan hevði umboðið, til P/F Óli Arge keypti parta- felagið í 1986. Í 1993 steðgaði alt virksemið hjá P/F Óli Arge, sum fór í likvidatión. Finnbogi Arge stovnaði sama ár P/F Meinhardt Arge, sum yvirtók virksemið hjá P/F Óla Arge og harvið eisini Opel-umboðið í Før- oyum. Higar til í ár eru seldir 114 Opelbilar í Føroyum. Um Saab: Tað var í sekstiárunum, at fyrstu Saab-bilarnir komu til Føroya. Um- boðið var á ymsum hondum. Eina tíð hevði Rósing Rasmussen í Runavík umboðið. Tummas Ørv fekk tann fyrsta bilin í 67 ella 68. Í 1971 varð hann biðin um at hava umboðið. Í november 76 varð John P. Vilhelm settur í starv at røkja Saab-umboðið. Í 95 yvirtók hann um- boðið, sum hann 1. sep- tember letur P/F Mein- hardt Arge, tó at hann sjálvur framvegis verð- ur »Saab-andlitið« í Føroyum: Um Klaus Kibsgaard: Klaus Kibsgaard er fyr- isitingarligur stjóri hjá Opel Danmark. Hann hevur starvast hjá Opel seinastu 13 árini. Van- liga verða Opel-stjór- arnir skiftir út eftir eini 4-5 árum. Hóast hetta ikki er ein treyt, so er tað vanligt, at stjórar skifta og flyta millum lond. Klaus Kibsgaard byrjaði við at selja Is- uzu. Hann hevur starv- ast hjá Opel í Frank- aríki í nøkur ár, og áðrenn hann gjørdist stjóri hjá Opel í Dan- mark, var hann stjóri hjá Opel í Kekkia í fimm ár. Har var hann við til at økja søluna av Opelbilum í Kekkia frá 9.000 bilum árið til 65.000 bilar. Klaus Kibsgaard tók við sum fyrisitingarlig- ur stjóri hjá Opel Dan- mark 1. oktober 2000 John P. Vilhelm og Finnbogi Arge geva hvørjum øðrum hondina upp á gott samstarv, nú Opel og Saab-umboðið verður lagt saman. Teirra millum stendur Klaus Kibsgaard, sum er fyrisitingarligur stjóri hjá Opel Danmark, sum umboðar Opel, Cadillac, Chevrolet — og síðani 1999 eisini Saab. 1. oktober broytir Opel Danmark navn til General Motors Danmark Mynd: Eirikur Lindenskov Tó at P/F Meinhardt Arge 1. september tekur yvir Saab- umboðið í Føroyum, so verður John P. Vilhelm framvegis »andlitið« hjá Saab í Føroyum, tí øll starvsfólkini fylgja við, nú umboðið verður flutt til Meinhardt Arge, og John P.ø Vilhelm sjálvur fer framvegis at selja Saab Mynd: Jens Kristian Vang 14 Nr. 161 - 23. august 2001 ÚT AT KOYRA Mótstøða í USA Brúkarafelagsskapir í USA leggja nú eftir bilaídnaðinum og teim- um, sum keypa teir stóru og bensinslúkandi bilarnar. Orsøkin er, at ein kanning vísir, at tey keypa hesir bilar uttan at hugsa um tað stóru bensinnýtsluna og dálk- ingina, tað førir við sær Kelda: Motor Magasinet Mini við Toyota diesel Frá 2003 av hevur BMW ætlanir um at keypa 30 túsund turbo- diesel motorar frá Toy- ota at brúka í nýggja Mini. Motorarnir verða gjørdir á Toyota bilverk- smiðjuni í Valenciennes í Norðurfraklandi. Kelda: Motor Magasinet Daimler Chrysler við Night Vision Night Vision skipanin, ið er eitt headup display á niðasta parti á fram- rútinum, ið vísir livandi skapningar einar 150 metrar frammanfyri bil- in, kemur at verða standardútgerð í fleiri luksusbilum, bussum, lastbilum og neyðsend- arbilum frá Chrysler og Mercedes Kelda: Motor Magasinet Áhugafelagið Føroya Ellisakfør bjóðar øll- um motorsúkklistum í Føroyum til eina altjóða motorsúkklu- stevnu í Hetlandi, sum verður frá 3. til 5. september BILAR Magnus Gunnarsson Stóra altjóða motorsúkklu- stevnan »Summardimm«, ið vanliga verður hildin seinast í juni, bleiv orsaka av munn og kleyv søttina í Onglandi, avlýst í ár. Tí hevur motorsúkklufólkið í Hetlandi fyrireika seg til at motorsúkklur úr Føroyum koma niður har fyrst í september. Ove Ritter, ið er fyriskipari av túrinum, sig- ur at umframt motor- súkklustevnuna, verða fleiri aðrir aktivitetir og høvið verður at uppliva vøkru Hetlendsku náttúr- una. Bjóða øllum við Ove Ritter leggur dent á teir bjóða »øllum« motor- súkklistum við, og tey sum hava hug at koma við, skulu tekna seg hjá Føroya Ellisakførum í seinasta lagið tann 27. august á telefon 316799 fax 318099 ella mail adr: ellis@post.olivant.fo, opið er mánakvøld frá kl.20.00- 22.00. Prísurin er kr.1.060,- fyri hvønn luttakara og kr.150,- fyri hvørja motor- súkklu. Ove Ritter sigur at plássið er avmarkað, og tey sum ætla sær við mugu gera skjótt av. Meira fæst at vita á internet adressuni www.leitel.fo Føroya Ellisakfør - motorsúkklur hittast í Hetlandi Ein sum hevur savn- að rættuliga nógvar gamlar myndir, er Birgar Johannessen, sum í fleiri ár á rað hevur havt stórar og sera áhugaverdar myndaframsýningar á Torginum í SMS. Vit hava lænt myndir úr myndasavni hans- ara. ELLISAKFØR Magnus Gunnarsson Hendan myndin, sum er tikin á Kongabrúnni í 1932-33, er av einum Ford lastbili hjá Jón Hansen, ið átti fleiri lastbilar. Lastbila- fyritøkan hjá Jón Hansen er ein av teimum elstu í landinum. Leggið til merk- is at navnið, Knud Lamb- aa, eisini stendur á gamla Sjóvinnubankabygninginu m. Drongurin í bilinum er Eiden Müller. Myndaeigari: Mia Müller Ford lastbilur hjá Jón Hansen á Kongabrúnni Her er Harley Davidson motorsúkklan hjá Ova Ritter á túrinum runt Ísland 2001 C M Y K 14