Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. august 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 161 - 23. august 2001 TOYOTA CARINA 2.0 GLI Árg Mar-97, Km 70.000. Aut. gear. Kr. 132.000. NISSAN MICRA Árg Jan-99, Km 24.000. Kr. 108.000. CITROEN XANTIA 1,8I Árg Apr-95, Km 60.000. Kr. 95.000. FORD ESCORT 1,8 TD Árg Aug-97, Km 104.000. Kr. 112.000. SEAT IBIZA 2,0 GTI Árg Aug-96, Km 75.000. Kr. 98.000. FORD FIESTA Árg Jul-96, Km 122.000. Kr. 46.000. BILATORGIÐ Føroyski brúktbilamarknaðurin - í Sosialinum hvønn hósdag Fyrivarni verður tikið fyri villum Bilasølan v/ Øssur Johannesen tel 315354 - www.audi-vw.net VOLVO 240 GL Árg 1988, Km 180.000. 4 píkadekk á alufelgum fylgja við. Kr. 40.000. 220407 BMW 316I Árg okt.96, Km 67.000. "el-sóltak, el-rútar 17"" sportfelgur+píkadekk á felgum. Svørt el- leðursetur.Myndir kunnu sendast við e-mail:carl@oilwind.fo 221122 BMW 320 I Árg 1990, Km 136.000. "16"" sportfelgur, gott anlegg, leður inntrekk og aðra eykaútgerð". . 211094 OPEL VECTRA DIESLE SEDAN Árg 1992, Heilársdekk 317865-224910 MERCEDES BENZ DIESEL AUT. 7 persónar, v/ króki, við fylgja píkadekk 317865-224910 Nr. 161 • hósdagur • 23. august 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Eingin ivi tykist vera um, at HB kemur undir stórt trýst hós- kvøldið, men tað er tó við góðum treysti, at farið verður undir uppgávuna UEFA-CUP Jákup Mørk Tað var hálva vegna ein sensatión, at HB megnaði at fáa ein javnleik á heima- vølli móti eysturríkska Grazer AK fyri tveimum vikum síðani. At úrslitið so enn tá skuldi verði enn betri hjá HB, er ein heilt onnur søga, men hóast hetta, so tykist nøgdsemið í HB um javnleikin at vera stórt. Truplari Hóskvøldið stendur so seinni dysturin á skránni, og í HB eru tey ikki í iva um, at uppgávan hesa ferð verður enn truplari. - Tað er helst einki at iv- ast í, at vit verða blástir aftur á vøllin, segði stjórin í P/F Havnar Fótbóltur, Steinfinnur Mittelstein, tá vit mikumorgunin fingu orðið á hann. - Sum vit hava skilt á fjølmiðlunum, so er Grazer sera væl fyri í løtuni. Topp- skjúttin hjá teimum, Brun- meyer, var ikki við í Føroy- um, men hann verður so við nú, men hinvegin er Akwiugbu, sum skeyt bæði málini á Tórsvølli, ikki við. Felagið er tó ríkiliga sterkt til okkum, og teir hava eis- ini lagt nógv fyri fíggjarliga seinnu árini, so hjá teimum er tað ein katastrofa, um teir ikki vinna á okkum. Tá hetta er sagt, so skal tó leggjast afturat, at tey í HB kortini ikki hava mist alla vón um eitt gott úrslit. - Vit hava sæð dystin, sum teir spældu móti Sturm Graz sunnudagin, á sjón- bandi, og tá gekst ikki so væl. Grazer taptu 2-0, og umframt at spælið ikki var nakað serligt, so vóru bæði málini orsakað av verju- mistøkum, so vit kunnu kanska gera okkurt um okkum, heldur formaðurin. Hampuliga fyri Annars tykist HB liðið at vera so mikið væl fyri, sum tað nú einaferð er gjørligt. Nógvir leikarar hava verið skaddir seinastu tíðina, og neyvan verður nakar av hesum tøkur hóskvøldið. Vanliga fyrsta valið í mál- inum, Bárður Johannesen, er tó við í hópinum, men tað er ivasamt, um hann verður á vøllinum. Annars er talan um sama lið, sum her fyri tapti 2-0 í Vági, umframt at Hallur Danielsen, sum hevði leik- bann ta ferðina, nú aftur er við. Annars breyt Bárður Mortansson okkurt bein í handliðinum í dystinum í Vági, men hann er kortini førur fyri at spæla. Eftir føroyskum viður- skiftum er hitin rættiliga ógvusligur í Eysturríki, nú HB-liðið er har. Eini 27-30 hitastig verður sagt. Dyst- urin verður tó ikki leiktur fyrr enn kl. 20.30, so tey rokna tó ikki við, at hetta fer at nerva so øgiliga nógv. Seinkað heimferð Hóast tey í ferðalagnum lata sera væl at teimum um- støðum, sum leikararnir hava í Eysturríki, so hevur tó ein heldur óvæntaður trupulleiki tikið seg upp á ferðini. Líkt er nevnliga til, at upprunaliga ferðaætlanin hjá liðnum ikki fer at halda, soleiðis at teir ikki verða í Føroyum fyrr enn leygar- dagin. Ætlandi skuldu teir koma heim fríggjadagin, men bussferðin til Eystur- ríki gjørdist væl drúgvari, enn roknað varð við, og verður hon eins drúgv heimaftur, er eingin møgu- leiki at røkka flogfarinum. Hetta kann gera, at HB fer at royna at útseta dystin móti NSÍ, sum annars skuldi verið leiktur sunnu- dagin. - Tað hava vit so ikki tikið støðu til enn, men tað er greitt, at leikararnir verða tungir, um teir skulu ferðast í tveir dagar, og so spæla dyst. Vit hava enn ikki sett okkum í samband við FSF ella NSÍ hesum viðvíkjandi, men vit rokna tó við, at teir skilja okkara støðu, um tað ikki ber til at koma heim leygardagin, sigur Steinfinnur Mittel- stein at enda. Higar til í ár GÍ ein- asta føroyska liðið, sum ikki hevur vunn- ið sær stig í Europa, men hetta ætla teir sær at broyta á Tórs- vølli hósdagin UEFA-CUP Jákup Mørk Hóast gøtumenn um viku- skiftið mistu oddasessin í landskappingini, so tykist lagið í hópinum kortini at vera gott, nú teir fyrireika seg til seinna dystin móti jugoslaviska FK Obilic. Allir uttan Pól Spælararnir hava síðani sunnudagin fyrireikað seg til uppgávuna, og so at siga allir leikarar eru tøkir, tá farið verður á vøllin. - Vit eru so væl fyri, sum tað yvirhøvur er gjørligt, heldur liðskiparin hjá GÍ, Magni Jarnskor. - Sámal Joensen er ein- asti leikarin, sum er heldur ivasamur, men burtur sæð frá honum eru allir mans tøkir. Pól Ennigarð er tó í Danmark í løtuni, og vit hava so ikki tikið hann upp til hendan dystin. Vilja hava stig Fyrri dysturin endaði sum kunnugt við greiðum tapi til GÍ, men hóast hetta helst inniber, at GÍ ikki kann gera sær stórvegis vónir um at koma viðari, so hava teir á ongan hátt avskrivað møguleikan fyri einum góðum úrslitið. - Vit fara so avgjørt á vøllin fyri at berjast fyri einum góðum úrsliti. Sjálvt um taptu greitt á útivølli, so vóru teir kortini ikki so ótrúliga góðir. Teir vóru skjótir og tekniskt sterkir, men vit forera teimum tey bæði fyrstu málini. Spæla vit upp til okkara besta, so ivist eg ikki í, at teir eru til at tosa við. Eitt, sum eisini kann vera við til skumpa undir æru- kæru gøtumenninar, er helst eisini tann sannroynd, at higartil hava øll føroysku umboðini uttan GÍ fingið stig í europeisku kapping- unum. - Tað er einki at ivast í, at tað eisini ger sítt. Vit ætla okkum so avgjørt at vera líka frægir sum hini før- oysku liðini, og tað fara vit so at stríðast fyri, sigur Magni Jarnskor at enda. Dysturin verður leiktur á Tórsvølli klokkan 18.00 hóskvøldið. Ætlanin var annars, at spælast skuldi klokkan 19.00, men roknað verður tó við, at tað fer at skýma heldur nógv til ta tíð. Grazer leypir á Vilja hava stig HB fekk eitt flott úrslit við javnleikinum á heimavølli, men talan verður helst um ein munandi torførari dyst í Eysturríki C M Y K 17 16 Stóra bringu -ella lítla? Dr. Jacobsensgøta 18 100 Tórshavn Tel./Fax 316610 Vit hava eisini korsilett í stórum støddum Sosialurin - 311820 Vit hava BH í støddum úr 65 til 110 cm í ummáli, og frá AA til H skál. Ert tú ein av teimum 80%, ið ganga í skeivari BH-stødd? Støkk so inn á gólvið hjá okkum og vit hjálpa tær at finna júst tína stødd.