Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. august 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 161 - 23. august 2001 19 19 18 Nr. 161 - 23. august 2001 C M Y K 18 Svenski venjarin vísti í Róm týskvøldið, at hann hevur ógvuliga stórt álit á Toda Jóns- son EUROPA-CUP Jóannes Hansen Tað verður einki føroyskt íslett í størstu europeisku fótbóltskappingini hesa ferð. Todi Jónsson og FCK taptu týskvøldið 4–1 í Róm ímóti Lazio, sum harvið samantalt vann 5–3. Fyri fjúrtan døgum síðani, vann FCK 2–1 á heimavøllinum í Parkini í Keypmannahavn. Samantaldi sigurin hjá Lazio hevur við sær, at tað verður italska liðið, sum fer at taka lut í bólkaumfar- inum í europeisku meist- arakappingini fyri lið. Hetta verður roknað sum størsta avbjóðingin hjá europeiskum feløgum. Samantalda tapið hjá FCK hevur ikki við sær, at leikluturin hjá teimum í europeisku kappingunum er av fyri hesa ferð. Men tað er greitt, at felagið hjá Toda Jónsson verður um- boðað í næstbestu og ikki bestu kappingini. Stórt álit á Toda Í týsdagsútgávuni roknaðu vit við, at Todi var á liðnum hjá FCK, men sambært donsku fjølmiðlunum var tað púra óvæntað, at Todi Jónsson týskvøldið var ímillum teir fyrstu ellivu hjá FCK. Undan fráferðini til italska høvuðsstaðin roknaði danska pressan við, at Todi fór at verða á beink- inum frá fyrsta bríksli, og føroyingurin segði seg heldur ikki roknað við nøkrum øðrum. Men tað gjørdi svenski FCK venjarin, Kent Karls- son. Við heldur at velja Toda Jónsson enn Heine Fernandez, sum skoraði sigursmálið í Parkini fyri fjúrtan døgum síðani, vísti Kent Karlsson, at hann hev- ur akkurát so stórt álit á fótbóltsevnunum hjá Toda, sum fyrrverandi FCK venj- arin, Roy Hodgson, vísti seg at hava. Og ein av kendastu monnunum í superliguni øll níti árini, hevði bara rós- andi orð at siga um Toda. Morten Bruun, sum í mong ár var ein hollur stuðul hjá Silkeborg, og sum eisini sneytaði til danska lands- liðið, var týskvøldið við- merkjari hjá TV Danmark, og hann helt ikki lítið um Toda: – Hann er ein av allar bestu álopsmonnunum í superliguni. Eg havi fleiri ferðir spælt ímóti honum, og hann er ótrúliga krops- sterkur, umframt at hann er skjótur, hevur góðan bólt- førleika og fatar støðurnar skjótt. Tá hann er í fullari dystarvenjing er hann ein væl betri álopsspælari, enn Heine Fernandez er tað. Ímóti Lazio verður talan fyrst og fremst um kontraspæl, og har er tað fáur, sum stendur seg so væl, sum Todi ger tað, segði Morten Bruun, sum leyk prógv sum tíðinda- maður frá skúlanum í Århus, meðan hann spældi superligu fótbólt og tískil skuldi havt skil fyri tí, sum hann tosar um fótbólt. Fleiri ivasamir liðir Í 30 hitastigum í Róm stóð FCK stóð seg leingi væl. Italska stórfelagið hevði miðskeiðis í 1. hálvleiki fleiri stórar málmøguleikar, sum einki góvu av sær, tí svenski FCK málverjin stóð so avbera væl í mál- inum. Men bæði fyrstu minuttirnar, og síðsta korterið av ágangurin ímóti FCK málinum ikki so stór- ur. Zuma royndi í sínum lagi, og Todi Jónsson vann nógvar luftbóltar, umframt at hann tvær ferðir sneiddi seg leysan av mótstøðu- manninum og var um repp- ið at koma í góðar skot- støður. FCK helt tætt inntil trígg- ir minuttir vóru farnir av 2. hálvleiki. Tjúgu minuttir seinni var støðan 3–0, og alt tóktist avgjørt um, at Lazio skuldi í europeisku meistarakappingina. Cres- po skoraði tvey tey fyrstu málini, og Lopez økti til 3–0. Tá hingu FCK menn- inir við høvdinum, men tað setti mót í teir av nýggjum, tá Zuma tíggju minuttir undan leikloki smekkaði dygst innanfyri stólpa rót- ina. So ráddi bara um hjá FCK at skora eitt mál afturat. Mótstøðumenninir vóru týðuliga skelkaðir. Teir høvdu ikki roknað við, at danska liðið skuldi koma afturí aftur. Tað reið um snarið eina løtu, tá FCK var í 3–3–4 uppstilling, men í staðin fyri at FCK fekk málið til 3–2, sum hevði havt við sær, at Todi og teir og ikki Lazio høvdu sloppið í europeisku meistarakapp- ingina, so brast øll vón í allar síðstu løtu. Stóri trupulleikin hjá FCK var, at ov nógvir av teirra spælarum ikki megn- aðu at taka lut á hesum støðinum. FCK spælararnir megnaðu alt ov sjáldan at samanspæla aftarlaga av vøllinum og um miðvøllin. Nógvir tóktust ov strongdir av virðingini fyri mótstøðu- monnunum, sum ikki vístu spæl á so høgum støði, at tað ikki hevði borið til at sekta teir. Teir høvdu tað ikki, men tað tóktist sum um FCK spælararnir høvdu fingið boð um at miðja eftir høvd- unum hjá Zuma og Toda Jónsson. Onkra ferðina eydnaðist teimum at sam- anspæla frammarlaga á vøllinum, men beinleiðis málmøguleikar spurdust ikki burturúr. Hvørki í vinstru ella í høgru megnaðu FCK spæl- ararnir at bróta ígjøgnum, og harvið var so at siga ikki talan um vandamiklar krossbóltar. Vápnið FCK var frammanfyri 2–1 frá dystarbyrjan, og teir nýttu eitt vandamikið vápn at verja leiðsluna við. Rangstøðufellan var effek- tiv, tí italiumenninir duttu ofta í hana, men í síðsta enda kostaði kiksaða fellan fleiri mál, og í fleiri førum stórbjargaði svenski FCK málverjin, tá heimsstjørn- urnar í Lazio vóru einsa- mallir ígjøgnum. At tapa samantalt 5–3 í- móti Lazio er eingin skomm. Danir mugu enn eina ferð staðfesta, at europeiska meistarakapp- ingin er eitt dreymaland. Komandi ár fáa teir ein nýggjan møguleika. Nær ein føroyskur fótbólt- spælari aftur fær ein møgu- leika í einum dysti at stríð- ast fyri plássi í bólka- spælinum í Europa Cup kappingini fyri meistaralið ber í løtuni ikki til at siga nakað um. Europa ferðin hjá FCK verður á 2. klassa Todi Jónsson ásannaði, at Lazio var ein ov stórur biti hjá FCK at svølgja, men hinvegin helt hann heldur ikki, at avrikið hjá FCK í dystinum var nóg gott EUROPA-CUP Jákup Mørk Tá vit mikumorgunin fingu fatur á einum ferðamóðum Toda Jónsson, kundi føroy- ska álopsessið hjá FCK ikki mótmæla stórvegis um, at tað ikki eydnaðist FCK at vinna seg víðari í europeisku kappingini fyri meistarar. - Vit kláraðu at halda teim- um í fyrra hálvleiki, men teir hildu á fram at trýsta, og so fingu teir hol á beinan vegin í seinna hálvleiki. Høvdu vit megnað at hildið teimum eitt sindur longri, kundi tað kanska verið øðrvísi, men tað er so einki at gera við. - Eg haldi tó heldur ikki, at vit spældu nóg væl, til at vit kundu komið víðari. Sum dysturin leið, so var tað kanska bert ein spurningur um tíð, áðrenn teir fóru at skora. Ein partur av upplegg- inum til dystin var at spæla langar bóltar niðan til Zuma og mín, og at vit so skuldu royna at halda bóltinum, til liðið kom upp. Hetta eydn- aðist tó sera sjáldan, tí talan var aloftast um neyðspørk niðan eftir vøllinum, sum vit ikki fingu gjørt stórvegis við. Todi vil tó á ongan hátt leggja liðfelagarnir undir at hava spælt illa, men leggur áherðslu á, at trýstið frá Lazio gjørdi tað trupult at spæla. Um upplivingina at spæla á einum slíkum leikvølli, sum tað Olympiska stadionið í Rom er, sigur Todi, at tað var ein sera stór uppliving. - Tað er sjálvandi ótrúliga stuttligt at spæla við so nógvum áskoðarum, tá nógvir áskoðarar eru, men eg haldi tó kortini, at tað er betri í einari fullsettari Park, tí á- skoðararnir sita so langt burturi, tá rennibreyt eisini er kring vøllin. Skuldi skotið Hóast teir vóru undir stórum trýsti, so hevði FCK kortini onkran møguleika. Serliga ta einu ferðina kundi Todi roynt seg móti málinum, men valdi tó kortini at senda til Zuma. - Har skuldi eg havt skotið, men Zuma rópti eftir bólt- inum, og tí valdi eg at av- levera. Spurdur, um støðan kanska hevði verið øðrvísi, um hann fekk møguleikan fyri fýra mánaðum síðani, sigur Todi, at tað hevði hon kanska verið. - Eg havi jú ikki spælt í hálvan triðja mánað, og í fullari venjing hevði avgerð- in hjá mær í tí løtuni kanska verið øðrvísi. Tað er tó eing- in umbering fyri, at eg ikki skeyt, tí tað átti eg at gjørt, sigur Todi Jónsson at enda. Spældu ikki nóg væl Kappingarnevndin hjá FSF gjørdu mána- kvøldið úrskúr í kærumálinum mill- um Skála og HB. Skála er dømt sum vinnari av dystinum 2. DEILD Jákup Mørk Eftir at tað í eina góða viku hevur verið torført at svara spurninginum um, hvør er á odda í 2. deild, tykist tað nú verða greitt, at Skála er á odda. Kappingarnevndin hjá FSF gav nevnliga Skála viðhald í kærumálinum móti HB, soleiðis at Skála e dømt at vinna dystin. Málið snúið seg sum kunnugt um tveir leikarar, sum HB hevði á vøllinum, tá teir fyri hálvari aðru viku síðani vunnu 2-0 í útidysti- num ímóti Skála. HB hevði undan dysti- num fingið munnliga til- søgn frá FSF um, at teir høvdu loyvi at nýta leikar- arnar, og hildu seg tí hava fullan rætt at nýta hesar í dystinum. Vóru ólógligir Skálamenn vóru tó ikki iva um, at leikararnir ikki høvdu loyvi at spæla við, og kærdu teir tí dystin bein- anvegin. Tað vísti seg eisini, at sambært reglugerðunum var eingin ivi um, at Skála hevði grein í sínum máli, og tí var sum so eingin ivi um, hvørja støðu kapping- arnevndin skuldi taka í málinum. HB hevði annars í sínum svarskrivi til kæruna heitt á FSF um at bera so í bandi, at nýggjur dystur varð ásettur, men hesari áheitan gekk kappingarnevndin ikki á møti. Sambært reglugerðunum fyri kappingarnevndina er heldur ikki heimild hjá kappingarnevndini at áseta nýggjan dyst. Sambært grein 39 í kappingarreglun- um hjá FSF kann nevndin sekta brot á kappingarregl- urnar við antin ávaring, bót, døma liðið at tapa dystin, frádøma felagnum heima- vøll í nærri ásett dystartal ella tveita felagið úr kapp- ingini. Eingin ivi er um, at leik- ararnir ikki høvdu loyvi at spæla, og tí kundi kapping- arnevndin neyvan gera nýtslu av linari revsing, enn hon gjørdi, tí ávaring ella bót hevði viðført, at HB framvegis stóð sum vinnari av dystinum, og tá Skála eftir øllum at døma er ein- asti parturin, sum ikki hev- ur gjørt nakað skeivt í máli- num, vildi ein slík avgerð verið heilt burturvið. Fer helst víðari Í HB hava tey enn ikki tikið avgerð um, hvørt avgerðin hjá kappingarnevndini verður kærd til dómsnevnd- ina. Nevndarfundur var týs- kvøldið um málið, men tá formaðurin í løtuni er við á eysturríkisferðini hjá fyrstudeildarliðnum, vildi nevndin ikki taka nakra endaliga støðu. Felagið hevur tó freist fram til mánadagin at kæra avgerðina, og verður enda- lig støða tikin til hetta antin fríggja- ella leygardagin. Stór summarkapping í fótbólti varð fyri- skipað á Argjum í døgunum, 3.-5. au- gust FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Hetta var triðja árið, at Argja Bóltfelag skipaði fyri stóru ungdómskappingini í fótbólti, so talan má spaku- liga sigast at vera um eitt afturvendandi tiltak. Í alt tókuk 38 lið lut í kappingini, sum fer fram yvir hálvan vøll, tó at yngstu genturnar spæla um fjórðings vøll. Byrjað varð kl. 18.30 fríggjakvøldið, og eftir at hava nýtt hetta kvøldið og allan leygardagin, kundu seinastu dystirnir fáast frá hondini sunnudagin. Sum skilst á fyrireikarunum gekk avbera væl at avgreiða kappingina, og vórðu allir teir 65 dystirnir leiktir til ásettu tíðina. Á hesari síðuni síggjast myndir av øllum vinnarun- um, sum í sín lut fingu steyp og gullmerki handaði. Eisini vóru silvur- og bronsumerki til nummar tvey og trý. Argja Bóltfelag sigur at enda í tíðindaskrivi, at fel- agið takkar øllum, sum onkursvegna tóku lut í kappingini, eins og ein ser- støk tøkk verður veitt stuðl- unum av kappingini. Hesir vóru Vikabúðin, Føroya Lívstrygging, Búðsetur, Nomatek, Føroya Spari- kassi, Føroya Banki, Før- oya Bjór, Sosialurin, P/F Enniberg og Ljósafellið, Statoilstøðin á Argjum, Proga á Hálsi, Trygd, Val- bjørn Dalsgarð byggimeist- ari og Tryggingarfelagið Føroyar. Skála er nú fremst AB-Cup á Argjum Vinnarar hjá pinkunum gjørdust VB Eisini hjá yngstu dreingjunum eydnaðist VB at vinna B36 genturnar vunnu hjá teimum 10-12 ára gomlu Heimaliðið av Argjum vann piltakappingina AB vann kappingina fyri gentur 12-14 ár Vinnararnir av smádreingjadeildini komu úr TB B36 vann kappingina hjá elstu gentunum Vinnarar av dreingjadeildini gjørdust teir úr AB