mikudagur 8. oktober 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 193 - 8. oktober 2008
Helst ikki drúgv viðgerð
Fyrsta viðgerð
av fíggjarlógar
uppskotinum plagar
at røkka yvir fleiri
dagar, men Anfinn
Kalsberg, fíggjar
nevndarformaður,
væntar ikki, at
viðgerðin hesaferð
verður serliga drúgv.
– Uppskotið er als
ikki viðgjørt politiskt,
sigur hann
FÍGGJARLÓG
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Av tí politiska rumbli, sum
hevur verið í sambandi við
uppsøgn av samgongu og
samráðingum um nýtt lands
stýri, var tað ein av embætis
fólkunum
framskrivað
fíggjarlóg, sum Jóannes
Eidesgaard, fíggjarmálaráð
harri, hevur lagt fyri løg
tingið.
Har eru ongar politiskar
prioriteringar í uppskotin
um, og ongar íløgur, sum
ikki eru bundnar framman
undan, sigur Anfinn Kals
berg,
fíggjarnevndarfor
maður.
Tað merkir, at íløgurnar í
uppskotinum bert eru 145
milliónir krónur, í mun til
tær umleið 300, sum vanliga
eru á fíggjarlógini.
Rakstrarútreiðslurnar eru
hinvegin vaksnar við risa
fetum.
Vit høvdu eitt uppskot
til fíggjarlógar uppskotið
hjá CHE samgonguni um at
minka rakstrarútreiðslurnar
við 80 milliónum fyri árið í
ár, men tað fekst ikki ljóð
fyri tí. Rakstrarútreiðslurnar
vuksu frá 2007 til 08 við
góðum 300 milliónum, og
tær vaksa eftir hesum upp
skotinum við 340 milli
ónum frá 2008 til 09, sigur
Anfinn Kalsberg.
Hann vísir á, at tað ber
ikki til at hava undirskot á
fíggjarlógini ár um ár, men
sigur samstundis, at tað
neyvan er realistiskt, at
vænta javnvág á fíggjar
lógini fyri komandi ár.
Fyriliggjandi uppskot
vísir eitt hall upp á 244
milliónir krónur, og hallið
verður neyvan minni, tá
uppskotið er politiskt við
gjørt, heldur størri, metir
Anfinn Kalsberg.
Verður hektiskt
Vanliga verður fíggjarlógar
uppskotið lagt fyri tingið 1.
oktober, men tað er eftir, at
tað hevur fingið eina gjøll
iga viðgerð í bæði lands
stýri og samgongu. Hetta
arbeiðið er so ikki gjørt í
sambandi við hetta upp
skotið, og tí má tað gerast
nú, eftir at framskrivaða
fíggjarlógar uppskotið er
lagt fram.
Tað gevur næstan onga
meining at viðgerða hetta
uppskotið, áðrenn tað hevur
fingið neyðugu politisku
viðgerðina, og áðrenn polit
isku raðfestingarnar eru
gjørdar. Tí vænti eg heldur
ikki, at tað verður tað heilt
stóra kjakið við hesa fyrstu
viðgerðina uttan so, at
onkur tinglimur kennir eina
trongd at viðgera okkurt
ávíst mál, sigur Anfinn
Kalsberg.
Eftir fyrstu viðgerð verð
ur uppskotið sent í fíggjar
nevndina, men ymsu ráðini
skulu eisini gera sínar
ætlanir fyri komandi ár og
seta síni ynski fram til fíggj
arlógina.
So tað er greitt, at
arbeiðið við fíggjarlógini
verður hektiskt, tá tað líður
eitt sindur meiri út, sigur
Anfinn Kalsberg.
Tað gevur onga meining at
viðgera hetta uppskotið í
verandi líki, og tí fari eg at
heita á tingið um at taka ta
gjølligu viðgerðina við aðru
viðgerð, segði Afinn Kalsberg
á tingsins røðarapalli við
fyrstu viðgerð í morgun
Í framløgurøðu
síni mælti Magni
Laksáfoss til at seta
fimm serfrøðinga
bólkar at útgreina
vandaøkir innan
bólkarnar. Somuleiðis
verður neyðugt við
einari nýggjari ES
strategi
FÍGGJARLÓG
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Eg trúgvi ikki, at ES er
eitt himmiríki at fara inn í,
men tað er eitt helviti at
standa uttan fyri!
So bersøgin var Magni
Laksáfoss undir fyrstu við
gerð av fíggjarlógaruppskot
inum í morgun.
Hann segði, at tað verður
neyðugt at kanna, hvussu
vit uppnáa tey undantøkini,
sum skulu til, fyri at vit
kunnu fara inn í ES. Og har
hugsaði hann serliga um
fiskivinnuna.
Tað er neyðugt við ein
um nýggjum Europapoli
tikki, einari nýggjari ES
strategi. Vit mugu ikki lata
misskiltar tjóðskaparkensl
ur forða fyri, at vit nærkast
ES, segði Magni Laksá
foss.
Hann vísti á, at vit í dag
hava ein positivan útflutn
ingsprofil mótvegis ES.
Tað merkir, at vit bert
kunnu útflyta vørur til ES,
sum positivt eru navndar á
listanum.
Og tað er har, vit skulu
fáa latið upp fyri nýggjum
møguleikum og nýggjum
framleiðslum, segði Magni
Laksáfoss.
Serfrøðingabólkar
Hann metti tað eisini verða
neyðugt, at taka málið um
høgu oljuprísirnar upp.
Fíggjarkreppan ger, at
eftirspurningurin eftir olju
er minkaður, og tí sæst ein
lítil lækking í oljuprísunum
í løtuni. Men tá fíggjar
kreppan er av um eitt ár ella
so, veksur eftirspurningurin
aftur við fylgjandi hækkandi
oljuprísum. Og tí er neyðugt
at finna alternativar orku
keldur sum skjótast, segði
Magni Laksáfoss og nevndi
enska hugtakið »We must
leave the oil, before the oil
leaves us«.
Sum alternativar orku
keldur nevndi hann vind
orku, sólorku og alduorku,
og í tí sambandi vísti Bjarni
Djurholm, fyrrverandi lands
stýrismaður við orkumálum,
at undir undanfarnu ABC
samgongu varð orðaður ein
orkupolitikkur, har fleiri
alternativ
vórðu
nevnd,
harav summi kundu setast í
verk frá degi til dags.
Tað verður eisini neyðugt
at seta serfrøðingabólkar at
kanna vandaøkini innan
fimm bólklar: fíggjarkerv
ið, fiskivinuna, vinnur á
landi, almenna geiran og
privatu húsarhaldini.
Vit mugu fáa hesar
serfrøðingabólkar at kanna,
hvar vandaøkini eru, og
hvørjum vit skulu taka
hædd fyri, segði Magni
Laksáfoss.
Mugu seta serfrøðingabólkar
Magni Laksáfoss var rættiliga bersøgin, tá hann umrøddi
ES-politikkin í sambandi við fyrstu viðgerð av fíggjarlógini í
morgun
Norður um Fjall fyrst
Í raðfestingunum hjá Landsverk yvir íløgur, stendur tunnilin
norður um Fjall ovast. – Tað er eisini samtykt, at allir tunlar
skulu fáa neyðugu ábøturnar, so teir lúka ásettu krøvini.
Men tað ber stutt sagt ikki til at gera nakrar ábøtur á
tunlarnar norður um Fjall. Tú fær til dømis ikki sett ljós upp
í tunlunum, tí teir eru ov lágir. Tunlarnir eru vandamiklir
bæði fyri trygdina og ferðsluna, og als ikki tíðarhóskandi,
sigur Anfinn Kalsberg. Um peningur verður settur av til
tunnil norður um Fjall er kortini ikki greitt enn.
Rætt at býta sundur
Tað var skeivt at leggja heilsumál og almannamál saman í
sínari tíð. At ein einstakur landsstýrismaður umsitur meiri
enn helmingin av fíggjarlógini hongur slett ikki saman.
Arbeiðsuppgávan er eisini alt ov stór og ein
landsstýrismaður við báðum málsøkjunum fær ikki eitt
bein til jørðina, sigur Karsten Hansen. Hann metir ikki, at
tað fer at kosta nakað meira at býta málsøkini sundur, tí
fólkini fylgdu við, tá økini í sínari tíð vórðu løgd saman.