mikudagur 8. oktober 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 193 - 8. oktober 2008
- Suðurstreymur er
einasta stað í Føroy-
um, har vit sleppa
undan turbulensi,
sigur Bjarki Jensen,
royndur tyrluskipari
AltjóðA
flogvøllur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Skulu vit hugsa um at gera
ein stóran, altjóða flogvøll í
Føroyum, er tað bara ein
møguleiki og tað er at gera
hann í Suðurstreymur.
Tað staðfestir Bjarki Jen
sen, royndur tyrluskipari.
Eg havi alla tíðina hildið
og eg haldi framvegis, at
skulu vit hava ein altjóða
flogvøll í Føroyum, er tað
bara Glyvursnes, sum kann
koma upp á tal.
Bjarki Jensen sigur, at
hann hevur ikki hugsað um
Nólsoy í hesum sambandi
fyrrenn ein dulnevndur flog
skipari nevndi Nólsoynna,
sum ein møguleika.
Har eru viðurskiftini
helst ikki øðrvísi enn á
Glyvursnesi, so er lendi
hóskandi í Nólsoy, ber nokk
eisini væl til at gera hann
har eisini.
Vítt til veggja
Bjarki Jensen sigur, at tað
er tað lága, rundleitta lendið
í Suðustreymur, sum ger, at
ongin turbulensur er har um
leiðir.
Harafturat er Sandoyggin
rættiliga fløt, samstundis
sum at hon er nakað langt
burtur og tí hevur hon ikki
nakra serliga ávirkan á
suðurendan á Streymoynni
og á Nólsoynna.
Í Suðurstreymi er vítt til
veggja. Suður og eystur í
havið er púra onki fyri. So
statt er Suðurstreymi so
langt frá fjøllum, sum tað
yvirhøvur ber til at sleppa
nakrastaðni í Føroyum.
Kolldømir tríggjar
møguleikar
Bjarki Jensen sigur, at skulu
vit hugsa um turbulens, er
ongin ivi um at bæði Vágar,
Søltuvík og Skorðhæddin
verða kolldømd at gera flog
vøll á
Hann skilir onki av, at
nakar tekur Skorðhæddina í
Eysturoy upp á tunguna, tá
ið tosað verður um ein fram
tíðarflogvøll.
Har er hopleyst at
flúgva, tí har skalt tú bæði
koma og fara yvir hægstu
fjøllum í landinum.
Hann sigur, at í Søltuvík
hava teir eisini roynt at flog
ið inn yvir við tyrluni, sum
um at teir ætlaðu at lenda.
Har er líka ringt til turbu
lens, sum tað er í Vágum á
útsynningi og er hann vest
an, er tað ikki lukkuligt,
sum tað er harður turbulens
ur av Skúvoynni, sum er at
kalla lodrøtt. Við sjálva
Søltuvíkina er eisini høgt
lodrætt fyri, hóast tað er
lægri, men eisini tað elvir
til harðan turbulens.
Men nú er avgjørt at
longja vøllin í Vágum og
tað verður enntá tosað um
at gera ein krossvøll í Vág
um.
Eg skilji onki, tí vøllurin
í Vágum verður ongantíð
brúkiligur, av tí at har er so
nógvur turbulensur av fjøll
unum og vestursíðuni á
oynni.
Ringasti parturin av
hvørjum einasta flúgvitúri
er byrjanin, tá ið vit fara
upp frá í Vágum, og til vit
er komin leys av Vágum og
so endin á túrinum, tá ið vit
fáa fatur á Vágoynni aftur,
tá ið vit skulu lenda, sigur
Bjarki Jensen.
Tað at flúgva úr Vágum
og í Vágar er altíð nógv tað
strævnasta av eini flogferð,
tá ið ivaveður er, og tað er
tað so ógvuliga ófta í Føroy
um, tí veðurlagið er ringt,
leggur hann afturat.
Framtíðar flogvøllur kann bara
- Skulu vit hugsa um at gera ein stóran, altjóða flogvøll í Føroyum, eiga vit at kolldøma bæði Søltuvík og Skorðhæddina beinanvegin og í Vágum fáa vit ongantíð
ein góðan vøll, hvussu nógv hann so verður longdur, tí har er alt ov nógvur turbulensur, sigur Bjarki Jensen, tyrluskipari
Fundur um altjóða handilsviðurskifti
Uttanríkisráðið hevur tikið stig til at skipa fyri fyrilestri um handils, og altjóða rættar
lig atlit Føroya við World Trade Organization. Løgfrøðiligur ráðgevi í rættardeildini
hjá WTO kemur í hesum sambandi at halda fyrilestur á námsskeiðinum, har hesin fer
at viðgera ymisk føroysk handilsviðurskifti í samband við galdandi WTO íbindingar,
skrivar tinganes.fo. Harumframt verður greitt frá tilgongdini við multilaterala WTO
sáttmálanum um fiskivinnustuðul, eins og nortið verður við hvørjar løgfrøðiligar
forðingar eins og møguleikar skulu greiðast, um Føroyar skulu gerast sjálvstøðugur
limur í WTO. Fyrilesturin verður í Klingruni í Norðurlandahúsinum mánadagin 20.
oktober frá klokkan 13 til 17.
Trygg íløga góðan vinning
Føroya Banki bjóðaði fyri tveimum árum síðan øllum at gera trygga íløgu í
lánsbræv, sum fylgdi gongdini hjá kinesiska, russiska og turkiska gjaldoyranum.
Nú íløgutíðarskeiðið er av, vísir hetta ein kursvinning hjá íleggjarunum upp á 21,60
prosent. Hetta skrivar heimasíðan hjá Føroya Banka. Íløguproduktið plus3 valuta
2008 var ein sonevnd trygg íløga, har íleggjararnir høvdu vissu fyri, at allur tann
ílagdi peningurin fekst aftur, um so gjaldoyruni viknaðu í íløgutíðarskeiðnum frá 9.
oktober 2006 til 9. oktober 2008. Tey trý gjaldoyruni styrktust í íløgutíðarskeiðn
um, og tí fáa íleggjararnir ikki bara innskotna peningin aftur, men eisini gott av
kast. Byrjunarkursurin var 103, og endakursurin gjørdist 124,60, skrivar foroya.fo.