mikudagur 8. oktober 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 193 - 8. oktober 2008
Ein millión
fyri
meturin
Bjarki Jensen heldur, at
ístaðin fyri at longja flog
vøllin í Vágum fyri eina
millión fyri meturin, hevði
tað verið nógv skilabetri at
brúkt peningin til at projek
tera ein nýggjan altjóða
flogvøll í Suðurstreymoy
og kanska kundi verðið far
ið undir byggingina eisini.
At longja vøllin í Vágum
tænir lítlum og ongum enda
máli, tí flogførini, sum
kunnu brúka vøllin, verða
at kalla tey somu og inn
flúgvingin verður heldur
ikki øðrvísi, um so vøllurin
verður 350 metrar longri.
Mjørki ein trupulleiki
í Vágum
Í sambandi við ein flogvøll í Vágum, er tað ikki bara
turbulensur, sum er ein stórur trupulleiki.
Tað sigur Bjarki Jensen tyrluskipari.
Hann sigur, at ein annar stórur er, at í Vágum ber ikki til
at seta nøktandi innflúgvingartól upp, sum kunnu hjálpa
flogførum at lenda í svartasta mjørka.
Útsynningur og har um leiðir, eru tær ættirnar, sum eru
vanligast í Føroyum og tá verður flogið inn yvir Sørvágs
fjørð.
Men innflúgvingin har er í vinkul, tí tá ið flogfarið er
komið nakað inn, skal snarast 13 stig.
Hinvegin ber ikki til at fáa signalini frá innflúgvingartól
unum at ganga í vinkul og tí fæst ikki full nytta úr teimum
nýmótans innflúgvingartólunum, sum nú eru til taks og
gera, at tað ber til hjá flogførum at lenda, hvussu svart tað
so enn er í mjørka, sigur Bjarki Jensen.
Kanna tríggjar
møguleikar
Í nógv ár hevur verið tosað um at bøta um flogvallar
viðurskiftini í Føroyum. Í hesum sambandi hevur ofta
verið tosað um, at einasta rætta er at vit gera ein stóran,
altjóða flogvøll í Føroyum, sum fer at lúka tey krøv,
sum framtíðin setir til flogferðslu, og sum vit kunnu fáa
fulla nyttu av, ikki minst í sambandi við flutning av spill
feskum fiski og øðrum farmi.
Í hesum sambandi hava tey flestu verið av teirri áskoð
an, at tað einasta rætta er at gera ein altjóða flogvøll upp
á einar 22003000 metrar.
Men stóri spurningurin hevur verið, hvar hann skal
vera.
Fyribils eru tað mest fýra øki, sum eru kannaði. Í
fyrsta lagi hevur talan verið um at byggja vøllin í Vágum
út. Men annars eru Glyvursnes í Suðurstreymoy, Skorð
hæddin í Eysturoy og Søltuvík í Sandoy nevnd sum
møguligar staðsetingar fyri einum altjóða flogvølli.
Samgongu
skjalið
Samgonguskjalið
hjá
nýggju ABC samgonguni,
sigur ikki so nógv um
flogvallarviðurskiftini. Men
samgongan hevur kortini
sett flogvøllin á listan yvir
fimm tær dýrastu íløgurnar,
sum skulu gerast tey næstu
árini.
Um flogvallarviðurskift
ini sigur samgonguskjalið,
at:
Ætlanin um at leingja
flogvøllin verður framd,
eins og kanningar viðvíkj
andi alternativum flogvallar
møguleikum halda fram.
Hinar fýra tær dýrastu
íløgurnar, sum farast skal
undir hesi næstu árini, eru
skúladepilin í Marknagili í
Havn,
Sandoyartunnilin,
um og útbyggingin av
Landssjúkrahúsinum
og
Skálafjarðartunnilin,
men
samgongan ætlar, at hann
skal verða ein privat íløga,
soleiðis sum upprunaliga
ætlað.
gerast í Suðurstreymi
Glyvursnes sæð út ígjøgnum
rútin á einum flogfari. Hetta
er einasta stað í Føroyum,
sum er egnað at gera ein
framtíðar flogvøll á, men
Nólsoy kann eisini koma
upp á tal, tí har líkjast
umstøðurnar teimum á
Glyvursnesi. Ì Suðurstreymoy
er vítt til veggja og tað hevur
stóran týdning, skulu vit
sleppa undan turbulensi, sigur
Bjarki Jensen, tyrluskipari
Upp undir løgtingsvalið í januar var almennur
fundur á Hotel Føroyum um flogvallarviður
skiftini og um týdningin av at hava ein altjóða
flogvøll í Føroyum.
Tá tók eisini ein flogskipari hjá Atlantsflogi
orðið og hann helt, at vit skulu ikki yvirdríva at
brúka fleiri ár um at gera kanningar av
turbulensi.
Vilja tit hava nakað at vita um turbulens,
skulu tit bara spyrja tyrluskipararnar, tí tað vita
teir alt um, var heilsanin frá flogskiparanum til
fundarfólkið.
Síðani hava vit fleiri ferðir roynt at spyrja
flogskiparar á bæði tyrlum og flogførum um hesi
viðurskifti, men so løgið tað ljóðar hevur tað
verið at kalla ómøguligt at fáa nakran at siga sína
hugsan.
Men nú hevur tað so eydnast at finna ein tyrlu
skipara, sum vil siga sína hjartans meining um
flogvallarviðurskiftini í Føroyum.
Og hann ivast ikki í, at tað er bara eitt stað í
landinum, sum kann brúkast at gera ein stóran,
altjóða flogvøll á og tað er í Suðurstreymoy.
Nýggjur flogvøllur: Tyrluskiparar vita best
Eldraráðið í Havn valt
Eftir uppteljing við Snarskivuna hjá Tórshavnar kommunu í gjarkvøldið er greitt, at fyrst valda
umboð til Eldraráðið er verandi formaður, Marita Arge Magnussen, skrivar torshavn.fo. Hon fekk
401 atkvøður. Mortan Rasmussen fekk 255 atkvøður, Jákup Lindenskov 203, Jóannes Dalsgarð,
Velbastað, 182 og Gunnvør Joensen í Nólsoy 140 atkvøður. Hesi eru beinleiðis vald. Eykavald eru
Ása Østerø, Grete Ellingsgaard, Poula Apol, Brynhild Danielsen og Marjun Sigurdardóttir. Tilsam
ans 12 fólk stillaðu upp til valið. Uppgávan hjá Eldraráðnum er at gera vart við viðurskiftini hjá
eldru borgarunum í høvuðsstaðarkommununi og at geva býráðspolitikarunum góð ráð á hesum øki.
Valda Eldraráðið tekur við eftir ársskiftið og situr í fýra ár.
Frá uppteljingini
í Snarskivuni í
gjárkvøldið til
eldraráðið
Mynd: torshavn.fo