mikudagur 8. oktober 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 193 - 8. oktober 2008
Nú leygarkvøldið,
11. oktobur, verður
skipað fyri einum
stórum tiltaki í
Oasuni í Hoyvík.
Endamálið er at savna
inn pening, sum fer til
eitt heim fyri børn, ið
annaðhvørt beinleiðis
eru rakt ella hava
mist onkran av AIDS.
Tað er felagsskapurin
»Samaritan’s Purse«,
ið stendur fyri
barnaheiminum,
»Jaja’s Home«
StuðulStiltak
Bergur Johannesen
bergur@sosialurin.fo
Ilda Lómstein og Alice
Mortensen eru umboð fyri
felagsskapin
Samaritan’s
Purse í Føroyum standa fyri
tiltakinum. Felagsskapurin
hevur virkað síðan einaferð
í 1970 og hevur verið víða
um og veitt hjálpararbeiði.
Arbeiðið, ið verður sett
fokus á á hesum sinni, er
eitt barnaheim í Uganda. Á
heiminum eru børn, ið eru
HIV, ella AIDS smittað ella
hava foreldur, sum eru.
Børnini fáa heilsugóðan
mat, undirvísing, kristin
dómsundirvísing og heilsu
røkt. Á heiminum skuldu
upprunaliga vera um 80
børn, men talið er nú vaksið
upp á 200. Nógvu børnini
merkja, at útreiðslurnar eru
vaksnar samsvarandi, so
stórur tørvur er á fíggjar
ligum stuðli.
Leygarkvøldið
klokkan
20, verður eitt stórt tiltak í
Oasuni. Á skránni verður
kunning um Samaritan’s
Purse og Jaja’s Home. Log
os bókahandil hevur bóka
sølu, har ein partur fer til
hjálpararbeiðið. Dansifram
førslur og sangframførslur,
við eittnú Heina Lützen eru
eisini á skránni.
Tað er samkoman Lívdin,
ið heldur til í Hoyvík, ið
skipar
fyri
tiltakinum.
Hóast Lívdin vanliga heldur
til í Hoyvíkar skúla og í
húsunum á Brekku, verður
tiltakið sjálvt í Oasuni, eis
ini í Hoyvík.
Eitt av endamálunum hjá
Ildu Lómstein og Alice Mort
ensen, ið umboða altjóða
felagsskapin, er at náa øll
tey, ið ynskja at hjálpa sínum
felags heimsborgarum. Hetta
merkir, at ikki einans tey, ið
eru knýtt at eini samkomu
ella eru kristin, eru vælkomin.
Tað er tann menniskjaliga
síðan, ið skal verða rokkin.0
Innsavning til AIDS-rakt børn
Okkara maður í Grøn
landi greiður frá teimum
seinastu fiskivinnu
tíðindunum
8. september
Í dag er lot av norði. Polar Qrasiut
kom inn at landa í morgun. Teir
hava fulla last, gott og væl 430
tons. Tað eru 13 dagar síðani, teir
byrjaðu fiskarí. Teir hava verið
heilt uppi á 69 stigum og roynt
henda túrin. Lómur er komin inn
til Illulisat at landa. Teir hava um
122 tons inni. Natarnaq er inni í
Aasiaat og landar í dag. Har var
alt fult hjá teimun eisini.
9. september
Í dag kom Sisimiut inn at landa
og at skifta fólk. Teir hava gott
400 tons av svartkalva inni.
Inusuk er í Nuuk og landar.
10. september
Akamalik kom inn at landa í
morgun. Har var alt fult hjá
teimum. Prísurin hjá teimun er
fyri uppgangandi, um 17 kr kilo.
11. september
Markus kom inn at landa seinna
partin. Har var alt fult hjá teim
um. Teir hava eisini verið norðuri
í Aasiaat og millumlanda. Við tí
hava teir tilsamans knapt 900
tons henda túrin. Teir tøma ikki
skipið, tí teir skulla vera í Nuuk
og landa tann 18 september.
Tasermiut er inni í Nuuk og land
ar í dag eisini. Tað sama eru
Polar Aassik og Polar Natarnaq .
14. september -
Fiskarímessan
Eg var á fiskarímessuni, sum var
her í býnum 1214. september.
Har var so at siga onki nýtt, sum
var framkomið. Men eg legði
merki til, at tað er hørð kapping
innan egningartraktir. Eg sá DVD
fløgur av teimun 3 modellunum,
sum vóru her á messuni. Tað var
ein donsk, ein íslendsk og so Oil
wind. Har var Oilwind tann stinn
asta, har var onki at taka feil av.
Jákup Joensen var her fyri Oil
wind. Hann segði, at hann hevði
gjørt nakrar handlar hesar dagan
ar. Vónin, har Petur Jacob Jacob
sen, ættaður av Skipanesi, er leið
ari, lat væl at. Hjá teimum hevði
tað gingið heilt væl við søluni.
Teir hava fingið nógvar ordrar.
Fyri AWIboats var Adalstein Ant
oniusen á messuni. Hann segði, at
teir skulla geva fleiri tilboð. So
tað er at vóna, at okkurt ítøkiligt
kemur burtur úr hjá teimum.
15. september
Heystið er við at koma her hjá
okkum. Vit hava haft hvítt oman í
hálvan hagan. Longu 22. august
var hvítt í bakka suðuri í Iterleq
fjørðinum. Eg tosaði við nakrar
norðmenn, sum vóru komnir hig
ar at fiska síl. Teir søgdu, at tað
var ógvuliga kalt at vakna í telti
tann morgunin. Qaqqatsiaq kom
inn í morgun at millumlanda. Har
var alt fult hjá teimun. Teir skulla
inn til Nuuk tann 21. at tøma
skipið. Polar Amaroq er inni í
Nuuk at landa og skifta fólk.
20. september
Tað er hvítt í bakka í morgun.
Lómur kom inn til Illulisat at
landa í morgun, og tad sama kom
Annunguaq II. Teir hava um 110
tons inni. Kanadiarin Qujukuaq
kom inn at landa svartkalva. Teir
hava knapt 150 tons henda túrin .
21. september
Tað er frætt er frá kanadiaranum
Atlantic Enterprice. Teir royna
ímillum 62 og 63 stig eftir svart
kalva. Veðrið hevur ikki verið til
vildar hjá teimum. Teir mangla
150 tons. Síðan skifta teir til
rækjufiskarí. Qaqqatsiaq er veg til
Nuuk at landa. Skipið er fult hjá
teimum. Við tí, teir løgdu upp her,
er lastin 12 mill. verd. Hetta tørn
ið hava teir fiskað fyri 29 mill. kr.
í 45 dagar. Tað er óført fiskarí.
22. september
Natarnaq kom inn at landa í morg
un. Teir hava gott 420 tons inni. Í
Manitsoq kom Manu inn at landa
svartkalva. Teir hava gott 280 tons
inni. Manu er fyrrverandi Koralen
úr Ålesund. Hann lastar um 600
tons av frystum. Teir hava roynt út
ímóti markinum. Har eru fleiri
bátar nú og royna. Millum hesar
er Skálaberg, sum hevur verið har
eina góða viku. Sum sagt er
Qaqqatsiaq í Nuuk og landar.
23. september
Natarnaq loysti longu í morgun
nýggjan túr, og tá ið teir vóru
leysir, kom fyrrverandi Tassilak,
nú Agatian Gale, úr Kanada inn
at bunkra og leggja 100 tons av
svartkalva upp.
24. september
Í dag kom Polar Qrasiut inn at lan
da. Teir hava knappa fulla last inni.
Akamalik landar í Aasiat gott og
væl 400 tons. Teir royna har norð
uri við Disko, har bátarnir hava
funnið eina nýggja leið. Polar Nat
toralik er í Nuuk og landar í dag.
25. september
Steffen C er inni í Manitsoq og
landar fulla last.
26. september
Sonja Kiil II kom inn at landa
jákupskeljar. Teir hava 20 tons
inni.
Kári við Stein:
Føroysk luttøka í fiskivinnuframsýning
Grønlandstíðindi
Kári við Stein
Vána kundar stemplaðir
Gongdin rundan um tjóðartøkuna av teimum báðum størstu bankunum í Íslandi, Glitnir
og Landsbanki, eigur nú at fáa tað at renna kalt niður eftir rygginum á stórspekulantum,
skrivar Børsen.Sambært keldum í Íslandi, sum kenna til ætlaðu tjóðartøkuna hjá
Tjóðbankanum, verður í løtuni arbeitt við at kortleggja, hvørjir kundar man ynskir at
varðveita í einum ella tveimum framhaldandi bankum. Men enn týdningarmiklari
verður støða samstundis tikin til, hvørjir kundan man avgjørt einki vil hava við at gera.
Ein kelda, sum kennir til tilgongdina, sigur við Børsen, at ein møguleiki, sum í álvara
verður viðgjørdur, er at allir íslendingar verða koyrdir í ein »grønan« banka, meðan
restin verður koyrd í ein reyðan banka, sum síðani skal avvikla hesar kundar, antin við
at selja til áhugaðar keyparar ella koyra teir á heysin.