Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. oktober 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 193 - 8. oktober 2008 Fríggjadagin letur Kemilux nýggjan handil upp í hølunum hjá fyritøkuni á Sandvíkarhjalla, og hendan seinnapartin verður eisini almenn móttøka, har viðskifta­ fólk og fólk annars eru vælkomin inn á gólvið at síggja handil og útboð Handil Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tá P/F Kemilux Industri á heysti 2007 keypti allan partapeningin í fyritøkuni Sp/f Sirius, sum var heildarveitari av pakkitilfari, útgerð og útbúnaði til ídn­ aðin, kom verulig gongd á ætlanina hjá Kemilux at lata upp handil við vørum, sum felagið framleiðir og annars hevur í síni vøruskrá. ­ Við keypinum av Siriusi kunnu vit nú í enn størri mun rópa okkum heildar­ veitara av reingerðarevnum til fiski­og matvøruídnaðin, stovnar og vanlig húsarhald. Haraftrat eru vit nú eisini veitari av pakkitilfari, pakkiamboðum, maskinum og arbeiðsklæðum til eitt nú vinnu og ídnað. Debes Petersen, stjóri í Kemilux sigur, at handilin, sum nú letur upp í hølunum á Sandvíkarhjalla, húsast á sløkum 200 fermetrum. Økt tænasta ­ Tilsamans hava vit gjørt eina íløgu upp á tað mesta av einari hálvari miljón fyri at røkka hesum máli, men vit vænta samstundis, at umsetningurin hjá fyritøk­ uni við nýggju møguleik­ unum og skipaðu sølubúðini í minsta lagi fer at veksa við umleið 2 miljónum krónum um árið, sigur stjórin. Hann vísir á, at Kemilux ikki hevur havt skipaða sølubúð, men sum hann tekur til, so hava tey ongan koyrt útaftur, sum er komin inn á gólvið at síggja vøruúrvalið – og at keypa. ­ Nú hava vit keypt innbúgv til sølubúðina, og vit hava sett eitt fólk burtur av at taka sær av handlinum. Áður kundi vera torført at sleppa fram at vøruni, tí hølini samstundis vóru vørugoymsla. Hetta verður alt øðrvísi og betri skipað nú, leggur hann aftrat. Tað verður Gudny Han­ sen úr Havn, sum kemur at taka sær av nýggja handli­ num, sum hevur fingið snøgga og hóskandi heitið – Veitarin. Sum sølunavn hevur Kemilux gjørt av at knýta hjánavnið Sirius sum undir­ navn upp í navnið Veitarin – altso Veitarin og so niðan­ fyri við smærri bókstavum Kemilux Sirius. Dygd og tænasta ­ Vit vilja við hesum økja um tænastuna til okkara verandi og komandi við­ skiftafólk. Vit eru besti og tryggasti veitari innan okkara øki við heildar­ loysnum, og vit vilja vera verandi best á hesum øki, sigur Debes Petersen. Stjórin leggur aftrat, at Kemilux hevur dygdina á vørunum – bæði innan rein­ gerð, pakkitilfar, arbeiðs­ klæði og annan útbúnað til ídnaðin, og fyritøkan bjóðar eisini rætta prísin. ­ Okkara uppgáva er at veita bestu vøruna, ráð­ gevingina og tænastuna, sigur Debes Petersen, stjóri á Kemilux. Tað var Páll Kjærbo, sum átti fyritøkuna Sirius, og tá Kemilux keypti allan partapeningin í smápartafelagnum, varð fyrrverandi eigarin sam­ stundis settur í starv hjá P/F Kemilux Industri. Nýggi handilin – Veitarin – letur upp á Sandvíkarhjalla fríggjadagin klokkan 10. Handilin verður opin van­ ligar yrkadagar frá klokkan 8­16. Leygardag er stongt. Veitarin letur upp á Hjalla Hjá Kemilux arbeiða tilsamans 17 fólk, og stjórin Debes Petersen er sera væl nøgdur við øll síni starvsfólk. Ein partur av manningini við á hesi myndini, sum vit tóku í morgun Mynd: Jens Kr. Vang Umleið ein triðingur av umsetninginum hjá Kemilux Industri er framleiðsla, sum verður seld av landinum Kemilux Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Gamla Kemilux­fyritøkan, sum í dag kann knýta heitið Sirius aftrat sær, er í menning og gongur nýggjar leiðir við størri vøruútboði, nýggjum handli og soleiðis eisini við nýggjum andliti úteftir. Fyritøkan hevur ein ár­ ligan umsetnig upp á einar 30 miljónir krónur, harav ein stórur triðingur er framleiðsla, sum verður seld av landinum. Í síni vøruskrá hevur felagið nógvar ymiskar framleiðslur av ymiskum vaski­ og reingerðarevnum. ­ Høvuðsendamálið hjá okkum er at nøkta allan reingerðartørv – heilt frá grovari reingerð á skips­ dekki og maskinrúmum til serliga tørvin innan rein­ gerð, sum matvøruídnaðurin krevur. Debes Petersen, stjóri, sigur, at privatu húsarhaldini so sanniliga eisini eru partur av málbólkinum hjá fyritøkuni, og her er tað serliga vørur sum grønsápa, upppvaskievni, glaspuss og toyskol, sum fólk keypa. ­ Okkara virkisøki sum fyritøka, ið er heildarveitari av reingerðarevnum, kann býtast í tríggjar bólkar: Food Industry (fiskavirki, stórkøkar og annað), Dirty Business (skip, skipasmiðj­ ur, oljuvinna og annað) og Soft Business (húsarhald, stovnar og annað). Stjórin vísir á, at Kemilux altíð hevur sýnt sjóvinnuni serligan ans, og í dag kann fyritøkan ásanna, at Kemilux­vørur finnast á alt fleiri skipum kring um á heimshøvunum. ­ Afturmeldingarnar hava sum heild verið positivar, og tað gleðir okkum eisini, at oljuvinnan vísir okkara vørum ans, sigur Debes Petersen, stjóri á Kemilux Industri. Kemilux umsetir fyri 30 miljónir krónur Gudny Hansen, sum fer at leiða handilin – Veitaran – saman við stjóranum, Debes Petersen Mynd: Jens Kr. Vang Kreppan kostað 7.685 milliardir Fíggjarkreppan hevur ført til so stór kollaps í amerikanska fíggjarliga sektorinum, at tapið higartil er komið upp á 7.685 milliardir krónur, metir Altjóða valutagrunnurin, IMF, í seinastu fjórðingsáranalysu. Og kreppan er langt frá av enn, so upphæddin fer at vaksa munandi. Upphæddin er munandi hægri enn tann metingin, sum IMF kunngjørdi í vár, og tað er framhaldandi niðurgongdin á amerikanska bústaðarmarknaðinum saman við fíggjarligu bremsingini, sum hava ført við sær ógvusligu tapini. IMF væntar, at kreppan varðar við, og at endin á henni verður fleiri konsolideringar í fíggjarliga sektorinum og at nýggjar fyritøkuskipanir koma fram, og at fyritøkurnar í stríðnum fyri at yvirliva mugu klára seg við lægri lántøkum, skrivar Børsen.