Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. oktober 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Nr. 193 • 08. okt. 2008 9. partur Páskir í Arba Minch Vit eru komin til 1980. Allar kirkjurnar í bygdunum her uttan um vóru stongdar, og tey kristnu fingu forboð móti at koma saman um Guds orð. Vit frætta tó, at tey trúgvandi komu saman í smáum hópum í heimunum hjá hvørjum øðrum at lesa Guds orð og biðja saman. Tey tordu tó ikki at syngja av ótta fyri at verða uppdagað. Nógv sótu í fongsli við sama lag runt í landinum fyri orðsins skuld. Samstundis varð sagt, at trúarfrælsi var í landinum! Í Etiopia er siður hjá teimum trúgvandi á páskum at ganga húsanna millum tíðliga páska­ morgun og syngja páskasálmar. Eg varð vakt klokkan fimm páskamorgun av nøkrum ungum gentum, sum stóðu uttanfyri gluggan, har eg svav. Tær høvdu ljós í hondunum. Her er altíð myrkt so tíðliga á morgni. Fyrst róptu tær: “Jesus er upprisin! Jesus hevur sigrað, hann vann yvir deyðans veldi og djevlin­ um!” Síðan sungu tær tveir páskasangir. Eg opnaði gluggan. Tað var ein vøkur sjón at síggja, og boðskapurin greip meg um hjartað. Woitodalurin Sum tað skilst er Etiopia eitt sera stórt land, har tað er ringt at koma fram. Tó fekk eg møguleika fyri at kunna meg um ein hampi­ liga stóran part av Suður­Etiopia, har eg jú kom at arbeiða á ymiskum plássum. Meðan eg var í Konso, var eg onkuntíð heppin at sleppa við einum bili suður í Woitodalin, sum er í ein útsynning úr Konso. Hóast hetta øki ikki er so langt fá Konso, so verður hetta roknað fyri at vera ein heilt annar heimur, har stórt sæð alt er annarleiðis. Menningin er eisini komin seinni her enn aðra staðni. Eina ferð koyrdu vit heilt suður til Omo ánna. Hetta er ein av týdningarmiklu áunum í Etiopia. Hon er 760 km long og rennir fram við etiopiska markinum móti Kenya. Eg havi eisini siglt um ánna. Á vegnum koyrdu vit gjøgnum ein part av hesum veldiga stóra slætta, sum er fleiri ferðir til støddar sum Føroyar. Vit sóu nógv vill djór á leiðini. Við ánna býr ein tjóðflokkur, sum verður kallaður Kerofólkið. Tey liva mest av at veiða djór og fiska í ánni. Í Woitodalinum er ein missións­ støð í Gisma, sum vit vitjaðu eina ferð Lea systir mín saman við øðrum kom at ferðast. Leiðarar á hesi støð vóru Silja og Dag Kiplesund. Hon var finsk, og hann var norðmaður. Hagar eru um tríggir tímar at koyra við 20 km um tíman úr Konso. Ikki bar til at koyra skjótari enn hetta, sum vegirnir vóru! Náttúran er sera vøkur á hesum leiðum. Dalurin liggur í einum landsluti, sum kallast Suður Omo. Grannalondini til hendan partin av Etiopia eru Kenya, sum liggur sunnanfyri og Sudan vestanfyri. Í Suður­Omo búgva um 250.000 fólk, býtt í 15 tjóðflokkar. Hetta øki í Woitodalinum er nakað av tí mest sermerkta, sum er í Afrika. Missiónsstøðin í Gisma liggur mitt í dalinum. Tað er nógv longri teinur til næstu støð, sum er Jinka. Her er annarleiðis enn í Konso. Fólkið býr í strásmáttum. Dyrnar eru so lágar, at tú má krúpa inn. Børnini eru nakin ella hava bert eina spjørr um miðuna. Børn bera tey smærru systkini á bakinum. Kvinnurnar eru í skinnskjúrti, sum fer í ein spíss aftanfyri, sum kom niður í sandin sum ein hali, tá ið tær ganga. Menninir hava bert eitt klædnaplagg bundið um miðjuna. Tey hava breiðar ringar, bæði um armar og bein, og tey hava perlur um hálsin. Hárið er flættað, stuttklipt ella rakað oman á høvdinum í ymisk vøkur mynstur. Tað er stuttligt at eygleiða fólkalívið. Ein kona kyndir eld millum tveir steinar. Hon fyllir eina stóra leirkrukku og setur útá. Ein onnur liggur á knøunum og milur korn millum tveir steinar. Hesi fólk liva av seyða­ og neytahaldi. Jørðin er sera kørg, so fólkini mugu ganga í tímar til Woitoánna at dyrka jørðina. Somu longu leið má farast eftir vatni. Kvinnurnar hava tað harða arbeiðið, eisini tað at byggja smátturnar. Men tað eru menninir, sum mjólka neytunum. Tað sleppa kvinnurnar ikki. Í Føroyum var tað annars øvugt. Menninir ráða og taka tær týdningarmestu avgerðirnar. Her er sera heitt. Hendan dagin vóru 42 hitastig. Woito er láglendi og liggur bert 580 m yvir havinum. Her duga tey hvørki at lesa ella skriva, men skúli er á missiónsstøðini. Pening kenna tey ikki til, her er bert býtishandil. Yrgalem – enn ein nýggj avbjóðing Eftir at hava verið heima í farloyvi í eitt ár kom eg til Yrgalem í 1981. Her var eg rættuliga kend, tí eg var her eitt ár í 1964/65. Tá vóru 55 pláss á sjúkrahúsinum. Tað var upprunaliga bygt sum lasarett av italienarum, tá ið teir hersettu landið. Her var eisini altíð plásstrot. Men nú er ætlanin at byggja eitt størri sjúkrahús. Elsa Jacobsen: Kommunistarnir fingu ikki Tesfaye Gabiso niður við nakkanum Lívið heldur áfram í Etiopia hjá Elsu. Partvíst gongur arbeiðið eftir umstøðunum sína vanligu gongd. Men annars halda atsóknirnar móti annarleiðis hugsandi fram á ein øtiligan hátt Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Lea, systir Elsu, Elsebeth, donsk, og Hanna, systir Doris Heinesen vitja eina bygd í Woitodalinum. Her eru tað konurnar sum byggja smátturnar Henda tekningin vísir barn við kvørn