Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. oktober 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 14 nr. 193 • 08. okt. 2008 Tað komu tá eisini 150 sjúklingar dagliga til klinikkina, sum var áføst í sjúkrahúsið. Hetta er norðari í landinunum, enn eg havi verið frammanundan. Hiðani eru “bert” 260 km til Addis Abeba. Í dag búgva umleið 45.000 fólk í býnum. Hetta er ein tvífalding síðan 1995. Sjúkrahúsið í Yrgalem, har eg arbeiddi, eitur Sidamo Regional Hospital. Tað hevur 120 seingja­ pláss, men tey vóru nógv fleiri, sum komu higar. Sjúklingar lógu ofta eisini á gongini, so trongt var tað. Til sjúkrahúsið hoyrir eisini ein klinikk, har 2­300 sjúklingar fáa dagliga viðgerð. Virksemið var tískil nú duplt so stórt sum tað var, tá ið eg var her seinast. Sjúkrahúsið hoyrir nú landinum til, men verður rikið av Norsk Luthersk Missionssamband eftir avtalu við myndugleikarnar. Hetta sjúkrahúsið er bygt fyri pening givin av norskum hjálpar­ stovni NORAD, og ein norskur trúboðari stóð fyri byggingini av tí. Ólavur kongur legði grundar­ steinin í 1966, tá ið hann var á vitjan í Etiopia. Her arbeiða fýra læknar og átta sjúkrasystrar umframt sjúkrarøkt­ arar, vanliga kallaðir dressarar, sum vóru fólk úr økinum. Vit trúboðarar, sum arbeiddu á sjúkrahúsinum, vóru úr øllum norðanlondum uttan Svøríki. Starvsfólkið skifti, tá ið onkur fór heim í farloyvi og onkur annar kom í teirra stað. Eg arbeiddi har tilsamans í 5 ár. Sidamo landsparturin er eitt stórt øki, og har búgva nógv fólk. Her er sera fruktbart, tí her regnar nógv. Tað merkir, at her var lætt­ ari at arbeiða fyri føðina enn aðra staðni, har jørðin er meira kørg. Higar komu tískil nógvir sjúk­ lingar at søkja sær hjálp. Nógv komu langvegis frá, eisini frá Addis Abeba, tá møguleikar fyri viðgerð vóru betri her enn har. Missiónsstøðin liggur einar tveir kilometur frá sjúkrahúsinum. Har er kirkja, sum tekur 500 fólk. Støðin hevur eisini skúla frá 1. til 8. flokk við umleið 230 næmingum. Afturat hesum er skúlaheim til 400 næmimgar. Hetta heim er eisini fyri næming­ ar á almennum skúlum í býnum. Yrgalem er eitt av fyrstu støð­ unum, har norska kristniboðið byrjaði at virka, og økið er stórt, sum hoyrir til hesa støð. Her var fyrsti skúli, sum trúboðarar hjá Norsk Luthersk Missionssamband bygdi í Etiopia. Tað var tó trupult at fáa næmingar at byrja við. Hug­ burðurin hjá foreldrunum var, at dreingirnir skuldu arbeiða og gent­ urnar skuldu giftast. Hví skuldu tey tá ganga í skúla? Hesin hugburður er tíbetur munandi broyttur. Landið eigur alt og tekur alt Vit eru komin fram til 1982. Doris Heinesen og eg hava vitjað í Gidole. Millum onnur vitjaðu vit inn á gólvið hjá Haile og Aster. Tey hava átt 15 børn, 14 eru á lívi. Haile er ein raskur maður. Hann átti saman við øðrum eina myllu og ein høsnagarð. Hetta varð alt tikið frá teimum fyri nøkrum árum síðan, tí nú skuldi landið eiga alt. Haile sat nú eftir á berum við stórari familju, sum hann skuldi forsyrgja. Tey fullu tó ikki í fátt. Børnini hava fingið útbúgving og eru komin væl fyri. Heimið var eitt rætt Betania heim. Tað var merkt av gudsótta og nøgdsemi. Eg kendi meg altíð væl inn hjá teimum. Aster hevur í mong ár virkað sum evangelistur á sjúkrahúsi­ num. Hon hevur eina góða framferð og er vird bæði av høgum og lágum. Mong eru komin til trúgv vegna vitnisburð hennara. Pápin situr í fangahúsi Zeuwdinesh er bíbliukvinna. Áhugavert var at hoyra hana siga frá um arbeiðið úti í bygdunum, har hon boðaði gleðiboðini um frelsuna í Jesusi. Hon segði mær, at hon var einabarn og foreldrini vóru heidningar. Tey vildu einki samband hava við hana, eftir at hon gjørdist kristin. Gebre var inni á gólvinum. Hann er ein ungur trúgvandi drongur, sum arbeiddi her á sjúkrahúsinum. Pápi hansara hevði tá sitið í fangahúsi á triðja ári vegna trúgv sína. Gebre segði mær, at saman við pápanum sótu 15 aðrir menn av somu orsøk sum pápin. Teir flestu vóru giftir og áttu konu og børn heima. Eitt ár frammanundan vórðu teir fluttir til eitt fongsul langt burtur frá heimstaðnum. Gebre var elstur av átta systkj­ um. Hini sjey búðu saman við mammuni í einum býi, sum liggur um 60 km hiðani. Gebre royndi at vitja tey, so ofta hann kundi. Hann hjálpti teimum við ymiskum, eisini nøkrum oyrum. Tá ið vatn ikki er nøkur sjálvfylgja Her í Yirgalem er nógv og gott vatn, tað kemur væl við. Í Konso keyptu vit vatn, sum kvinnurnar komu berandi við í krukkum. Tað var tikið úr hylum, sum neytini eisini nýttu bæði at drekka úr og tað, sum verri var. Oftast var tað bæði ringt og skitið. Vit máttu altíð kóka vatnið. Vit koyrdu so sukur og sitrón í fyri at taka burtur tann ringa smakkin. Seinni vóru brunnar stoyptir til at samla regnvatnið frá húsatøkunum í. Tað var ein góð hjálp. Gebre kom aftur inn á gólvið. Hann segði mær, at pápin var sloppin út úr fongslinum uttan at hava verið fyri rættin. Knappliga varð sagt teimum, at teir nú vóru fríir og kundu fara heim. Hetta var púra óvæntað, so teir vóru ovfarnir og sera glaðir. Gebre segði mær, at teir høvdu sungið allan vegin teir fýra tímarnar, tað tók at koyra heim. Margrét og Helgi úr Íslandi hava eisini gjørt sítt Í seinastu viku hevði eg vitjan úr Íslandi av Margrét Hróbjarts­ dóttir. Hon var saman við manninum Benedikt Jasonarson í Konso, tá ið eg kom hagar í 1960. Tey vóru komin í 1957 og vóru í fyrsta umfari fram til 1962, tá ið tey fóru heim í farloyvi. Fyrsta árið hjá mær 1960­61 vóru bert vit trý á støðini. Tá hjálpti Margrét til á klinikkini. Benedikt var leiðari á støðini. Í 1961 komu so hjúnini Gisli Arnkelsson og Katrin Guðlaugs­ dóttir til Konso. Frá sumrinum 1961 og til ársskiftið 1961/62 vóru vit fimm vaksin, sum búðu saman á støðini. Tá var tað eisini, at Bjarni verður føddur, sum fyrr er greitt frá. Tá ið Benedikt og Margrét fóru heim í 1962, vóru vit aftur trý. Margrét og Benedikt komu aftur til Gidole í 1968 og vóru til 1971, og tá var eg eisini har. Tá hevði Margrét tikið útbúgving sum sjúkrasystir og hevði tá størri førleika at hjálpa til á sjúkrahúsinum. Eins og eg komu tey bæði eisini at taka etiopisk børn til sín. Nakað áðrenn eg kom, høvdu Margrét og Benedikt tikið Paulus Kvinnur í Woitodalinum Upprunaliga sjúkrahúsið í Yrgalem Margrét og Helgi á vitjan í Føroyum