mikudagur 8. oktober 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
tíðindi
Nr. 193 - 8. oktober 2008
nøvn
Teir tríggir vinnara
sangirnir frá sang
kappingini vera
millum frísku
fleyrini í nýggju
skúlasangbókini, sum
skal nútímansgera
føroyska sangskattin
Sangbók
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Jan Müller
Gongst, sum ætlað, vera
„Sólskinsvísa“, „Tankanet“
og „Kensunar stríð“ millum
sangirnir, vit líka lættliga
fara at tríva í framyvir, sum
var tað „Í góðum veðri hann
dyrgdi“.
Í øllum førum vera teir
tríggir vinnarasangirnir frá
stóru sangskrivarakapping
ini við í nýggju skúlasang
bókini, sum skal vera við til
at nútímansgera og endur
nýggja føroyska sangskatt
in.
Tað sigur Pauli Hansen,
ið er ein av stigtakaranum
til nýggju skúlasangbókina.
Onki ilt um teir góðu,
gomlu sangirnir, men vit
hava eisini brúk fyri nútím
ans sangum, sum tey ungu
kenna seg aftur í og kunnu
taka til sín, sigur Pauli Han
sen.
Øll kunnu ikki
vera stjørnur
Eftir ætlan kemur nýggja
sangbókin út í august 2010
og ikki færri enn 400 før
oyskir sangir vera við í
bókini. Sangbókin verður
sostatt tann størsta av sínum
slag, sum er serliga ætlað
til felagssang í skúlanum.
Spurdur, hví tað hevur so
stóran týdning at hava
felagssang sum ein part av
skúla og uppaling, sigur
Pauli Hansen
Tí vit kunnu ikki øll
verða „stjerne for en aften“.
Vit hava eisini brúk fyri at
vera saman um okkurt, og
til tað er felagssangurin eitt
gevandi høvi. Nógv bendir
á, at felagssangurin ikki
stendur so sterkt longur, og
gera vit onki, hava vit mist
hesa siðvenjuna, áðrenn vit
vita av, sigur Pauli Hansen,
sum hevur góðar vónir til
nýggju sangbókina.
Fevnir breitt
Og tað hevur hann nokk eis
ini orsøk til. Heili 87 sangir
komu inn til sangskrivara
kappingina, og umframt
vinnarasangirnir,
verða
fleiri av innkomnu sangun
um við í bókini.
Eisini hava fólk havt høvi
at senda inn uppskot til
sangir, sum tey halda, eiga
at vera við í bókini. Higartil
eru meir enn 500 uppskot
komin inn, og sjálvir hava
stigtakararnir eisini loyvt at
sær koma við ymsum upp
skotum.
Vit hava valt at taka
nakrar nýggjar sangir við,
sum vit annars bara hoyra á
fløgu ella í útvarpinum. Í
heila tikið royna vit at fevna
so breitt í bókini, at øll
skúlabørn kunnu hava okk
urt við sær, tá tey fara úr
skúlanum, sigur Pauli Han
sen
Frísk fleyr í føroyska sangskattin
Tað eru Pauli Hansen, Zacharias Sørensen, Ey›un á Lakjuni, Ingun Hentze, Annika Restorff
Holm og Marta á Lakjuni, sum standa fyri sangkappingini og sangbókaverkætlanini
Oyrafangari
Tað gjørdust Finnur Jen
sen og Høgni Fagraberg,
sum vunnu sangskrivara
kappingina við sanginum
„Sólskinsvísa“
Í grundgevingini legði
dómsnevndin dent á, at
lagið er sangbært og væl
egnað
til
felagssang.
Teksturin er um at fara úr
eini skuggasíðu og inn í
ljósið, at finna kærleika
við fyrsta eygnabrái. Lag
og tekstur eru smeltað
saman og skapa eina hægri
eind. Tey ljósu og tey
myrku
orðini
fylgja
lagnum. At lag og tekstur
eru so samantvinnað, ger
lagið fangandi og til eitt
av hesum góðu løgunum,
sum um tú hoyrir tað eina
ferð, so slepst ikki av við
tað.
Lætt og avbjóðandi
Aðru virðisløn vann Unn
Patursson við sanginum
„Tankanet“.
Í grundgevingini segði
dómsnevndin
millum
annað, at hóast lagið er
lætt at syngja, er tað
avbjóðandi hjá áhoyrar
anum. Orð og lag ganga
hond í hond. Talan er um
eina modernaða yrking –
ein ógvuliga organiskan
tekst, sum rakar teir tank
ar og tær kenslur, sum tey
ungu hava. Hann er lættur,
men er samstundis opin
fyri tulkingum.
Sangurin eitur ”Tanka
net”, og tað er Unn Paturs
son, sum bæði hevur skriv
að tekst og lag.
Dregur áhoyraran
til sín
Triðja virðisløn fór til
sangin „Kenslunar stríð“
hjá Eivør Pálsdóttir.
Í grundgevingini vísti
dómsnevndin á, at lagið
liggur liggur lætt og hevur
tað, sum ein sangur skal
hava fyri at hann er lættur
at læra. Tað er vakurt og
dregur áhoyrarin til sín.
Sum tittulin sigur, er sang
urin ógvuliga kensluligur
og hann er fyltur við mót
setningum sum til dømis
eldur og vatn, lív og deyð.
Vinnararnir
Vinnararnir av sangkappingini: Sigvør Laksá, vegna Eivør Pállsdóttir, Unn Patursson, Høgni
Fagraberg og Finnur Jensen
Einki tollfrítt tubbak
Ásta Möller, sum er altingslimur hjá Sjálfstæðisflokkinum og formaður í
heilsuevndini hjá Altinginum, vil hava sínar starvsfelagar í Altinginum
at banna tollfríari tubbakssølu í teimum íslendsku fríhavnunum. Í hesum
sambandi hevur hon sett tveir fyrispurningar í Altinginum, har hon
millum annað vil hava at vita, hvussu nógv tubbak kemur tollkfrítt til
Íslands, og hvørja hugsan stjórnin hevur um eitt møguligt sølubann.
Sjálv er tingkvinnan ikki í iva um, at tað hevði verið gagnligt fyri allar
partar at banna tollfríari tubbakssølu, tí tað hevði verið skilagóður
heilsupolitikkur, sigur hon í viðmerkingunum.