mikudagur 8. oktober 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 193 - 8. oktober 2008
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Í dag 8. oktober verð
ur Hans Engell 60
ár. Hann er kendur
sum politikkari og
blaðmaður. Hann
hevur verið formaður
í konservativa fólka
flokkinum í Danmark
umframt at hava
verið verju og løg
málaráðharri. Árini
20002007 var Engell
ábyrgdarblaðstjóri á
Ekstra Bladet
Hans Engell man vera ein
tann kendasti fyrrverandi pol
itikkarin í Danmark. Hann er
føddur í Keypmannahavn 8.
oktober 1948. Pápin var hand
ilsmaður og kallaðist Knud
Engell Andersen.
Hans Engell tók studenta
prógv í Sorø í 1967. Hann
byrjaði ungur í politiskum
arbeiði. Hann gjørdist 18
ára gamal formaður fyri
Konservative Gymnasiaster
í Sorø. Í 1969 gjørdist hann
limur í høvuðsstýrinum fyri
Konservativ Ungdom, eins
og hann gjørdist blaðstjóri á
blaðnum hjá KU, Vi Unge.
Hetta gjørdi tað nátturligt
hjá honum at fara blað
mannavegin. Hans Engell er
útbúgvin blaðmaður á Ber
lingske Aftenavis og Ber
lingske Tidende, har hann
arbeiddi árini 19711978.
Eftir at hava virkað fleiri ár
sum politiskur blaðmaður á
Berlingske Tidende, varð
hann av Poul Schlüter biðin
um at leiða tíðindavirksemið
hjá Konservativa flokkinum.
Hann gjørdist samstundis
blaðstjóri á limablaðnum
hjá flokkinum Vor Tid.
Verjumálaráðharri
1982-1987
Tá ið Schlüter í 1982 skipaði
sína fyrstu stjórn, eftir at
Anker Jørgensen legði frá
sær, varð Engell heilt óvænt
að settur verjumálaráðharri.
Á valinum 10. januar
1984 varð hann eisini
valdur í fólkatingið. Tá kom
hann rættuliga í eldin sam
an við uttanríkisráðharran
um Uffe Elleman Jensen,
har stjórnin ferð eftir ferð
kom í minniluta í verju og
uttanríkismálum. Teir máttu
liva við einum politikki á
teirra økjum, sum var í stríð
við teirra egnu sjónarmiðum.
Hetta førdu eisini til fólka
tingsvalið í 1988 bert nakrar
mánaðir eftir, at val annars
hevði verið.
Ein onnur hending frá
hesi tíðini var, tá ið Engell
fekk ábyrgdina fyri so
nevnda “hovsamissilið”, tá
ið eitt danskt herskip av
óvart skjeyt eina rakett inn
á eitt summarhúsøki í Dan
mark. Ein onnur sak, sum
skapti Engell trupulleikar,
var tøkan av tveimum donsk
um njósnarum í Polen.
Aftaná valið í 1987 gjørd
ist Engell formaður fyri kon
servativa fólkatingsbólkin og
fór tískil út stjórnini. Hetta
verður ofta roknað fyri at
vera ein politiskur uriaspost
ur, sum krevur eitt serligt
hegni at samansjóða ymisk
sjónarmið innanfloks.
Løgmálaráðharri
1989-1993
Nú er tað, at Tamilsakin fer
at gera um seg í Danmark.
Hon snúði seg um, at løg
málaráðharrin Erik Ninn
Hansen hevði brotið útlend
ingalógina við at forða fyri,
at tamilsk flóttarfólk av Sri
Lanka fingu sínar hjúnarfel
agar og børn til Danmarkar.
Eitt úrslit var, at Erik Ninn
Hansen mátti leggja frá sær
sum formaður í fólkatingin
um, sum hann varð valdur til
eftir at hava verið løgmála
ráðharri. Hetta starv fær fyrst
H. P. Clausen og síðan Hans
Engell, sum tekur við tann 5.
oktober 1989.
Men hetta var ein strævin
tíð, tí javnan komu fram
nýggjar avdúkingar í tamil
málinum.
Spurningurin
gjørdist eisini, hvat ið for
sætismálaráðharrin visti, tá
ið hann greiddi fólkatingin
um frá, at her var “intet
fejet under gulvtæppet.”
Hetta mál fær avleiðingar
fyri fleiri av undangongu
monnunum hjá Engell í løg
málaráðnum. Men sjálvur
gongur hann fríur, tí alt
hetta var hent áðrenn hans
ara tíð sum ráðharri.
Floksformaður
1993-1997
Í 1993 leggur Schlüter frá
sær sum forsætismálaráð
harri vegna Tamilgøluna.
Eisini leggur hann frá sær
sum floksformaður. Tá er
tað, at javnaðarflokkurin við
Poul Nyrup Rasmussen tekur
yvir. Júst hesa tíðina minnast
vit sera væl í Føroyum í sam
band við bankakreppurnar.
Valdið í flokkinum verður
nú býtt sundir. Engell verður
formaður í tingbólkinum,
og Henning Dyremose, sum
hevði verið fíggjarmálaráð
harri, verður politiskur fram
søgumaður. Hetta riggaði
ikki væl. Tað var ikki óvænt
að, tí hetta hevði konservativi
flokkurin roynt fyrr við vána
ligum úrsliti. Skjótt tekur
Dyremose seg heilt út polit
ikki. Tá verður Engell tann
avgjørdi leiðarin í flokkin
um.
Hann førir ein miðsøkj
andi politikk fyri at fáa sum
frægt sum gjørligt burturúr.
Hann gjørdi fleiri semjur
við stjórnina hjá Nyrup utt
an um Vinstraflokkin, sum
tók hetta sera illa upp.
Tískil vóru viðurskiftini
við Uffe Ellemann Jensen,
leiðara í vinstraflokkinum,
sera kølin hesa tíðina.
Liðugur í politikki
Men so hendir nakað, sum
broytir politisku leiðina hjá
Engell. Í bili sínum koyrir
hann eftir ein góðan døg
urða í flokkinum ávirkaðir
á ein betongstabba. Hann
kundi verið farin til hús og
fingið bilin av vegnum.
Hann kundi síðan sent boð
eftir politinum og sagt, at
hann var so skakaður av
óhappinum, at hann aftaná
fekk sær ein lítlan ella tveir
at sissa seg við.
Men hann ringir, sum
rætt var, beinanvegin til
politiið at boða frá, og tá
mátti tað bert fáa tær avleið
ingar, sum tað átti at fáa.
Hetta hava fólk ikki
gloymt Hans Engell, og
hetta ger sítt til ta virðing,
sum fólk framvegis hava
fyri honum.
Hetta gjørdist byrjanin til
endan á hansara politiska
lívi. Tað gingu nøkur ár við
stríði í flokkinum við fleiri
formonnum. Hetta endaði
við, at Hans Engell misti
sítt vald í flokkinum.
Erling Olsen, sum hevur
verið fólkatingsmaður fyri
javnaðarflokkin í mong ár,
hevur alt gott at bera Hans
Engell. Tað var við honum,
sum ofta er, at hann var best
umtóktur í øðrum flokkum.
Í egnum flokkum eru øll jú
kappingarneytar!
Tað var eitt eyðkenni fyri
Hans Engell, at gjørdi hann
eina avtalu, so varð hon
eisini hildin. Tað er ikki
nøkur sjálvfylgja í politikki,
men slíkt skapar virðing.
Hann hevur eisini varðveitt
sambandið við sínar gomlu
politisku starvsfelagar.
Erling Olsen sigur eisini,
at Hans Engell var dugna
ligur sum ráðharri. Hann var
eisini væl umtóktur av sínum
embætismonnum
bæði
í
verjumálaráðnum og løg
málaráðnum. Hetta veit Er
ling, tí hann var eftirmaður
hjá Engell sum løgmálaráð
harri. Hans hevur eitt lætt
lyndi og var nærum altíð í
góðum lag. Hetta gjørdi eis
ini arbeiðið so nógv lættari
hjá hinum á arbeiðsplássin
um.
Blaðstjóri á Ekstra
Bladet 2000-2007
Tann 16. mai 2000 verður
Engell ábyrgdarblaðstjóri á
Ekstra Bladet. Hann fer úr
fólkatinginum og eisini tí
konservativa
flokkinum.
Sum blaðmaður vildi hann
vera púra óheftur politiskt.
Hetta gekk væl inntil 6.
september 2007, tá ið hann
fær sekkin. Avtalan var, at
hann skuldi bert sita so
leingi, til hildið var, at
onkur kundi gera tað betri.
Hann er tó framvegis pol
itiskur viðmerkjari á Ekstra
Bladet og eisini í sjónvarp
inum. Erling Olsen sigur, at
Hans Engell er sera væl
umtóktur millum fólk í hes
um leikluti. Hann kennir jú
politisku skipanina sum
nakar, og hann kann greiða
frá einum annars torskildum
politiskum máli á ein slíkan
einfaldan hátt, at fólk duga
at skilja tað. Hann fer eisini
sjáldan skeivur í sínum met
ingum.
Góð viðurskifti
við Sosialin
Tað hava verið serliga góð
viðurskifti millum Sosialin
og Politikens Hus, sum eis
ini gevur Ekstra Bladet út.
Serliga er tað Hans Engell,
sum vit hava havt samband
við. Hans Engell hevur ver
ið góður í ráðum, og hann
hevur eisini vitjað Sosialin
við serlig høvi.
Í september 2007 var
Sosialurin á vitjan hjá
Ekstra Bladet, har Hans
Engell skuldi vera vertur.
Men júst sama dagin, sum
farið varð úr Føroyum, varð
Engell settur frá. Vitjanin
mátti tí vera uttan hann.
Hans Engell hevur skrivað
sínar politisku endurminning
ar. Bók hansara “På Slots
holmen” kom út í 1997. Her
greiðir hann frá sínum leik
luti í politisku søguni fram til
1993, tá ið Schlüter mátti
leggja frá sær. Hetta er ikki
hissini bók. Hon telur 450
síður. Her ger hann nógv
burtur úr Tamilsakini og royn
ir at svara spurninginum um,
hvussu henda uppá seg lítla
sak, kundi fáa so álvarsamar
avleiðingar.
Bókin endar við eini áhuga
verdari frásøgn um gongd
ina, tá ið stjórnin fekk hand
aða Hornsletfrágreiðingina
um Tamilmálið. Dómurin
var púra greiður í frágreiðing
ini. Hann samsvaraði ikki
við ta fatan, sum Schlüter og
hansara ráðharrar høvdu av
málinum. Men teir drálaða
ikki eina løtu. Eftir at hava
lisið
niðurstøðuna
komu
sovæl Schlüter sum Engell
til ta niðurstøðu, at Schlüter
mátti leggja frá sær. Júst
hetta mál skapar virðing fyri
donsku politisku skipanina.
Her kundu vit kanska havt
okkurt at lært.
Sosialurin ynskir Hans
Engell tillukku við teimum
60 árinum við tøkk fyri
samskiftið, sum hevur verið
og við vón um framhald
andi samstarv.
ó.
Hans Engell 60 ár
Óli Petersen hevur eisini fingið onkran stuttleika burturúr Hans Engell. Hendan myndin er frá
17. oktober 1996 og teksturin er: Brøðraflokkarnir Det Konservative Folkeparti og Hin Føroyski
Fólkaflokkurin hava hildið kreppufund á Hotel Norð