mikudagur 8. oktober 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 193 - 8. oktober 2008
17
Andlát og jarðarferðir
Sivert Eliasen í Fugla
firði andaðist á Vestur
stovu 5. oktober, 90 ára
gamal. Kistan fer av
Vesturstovu
týsdagin
klokkan 17. Jarðarferðin
verður úr Fuglafjarðar
kirkju hósdagin 9. okto
ber klokkan 13. Tey, ið
vilja
minnast
Sivert
kunnu lata Vesturstovu
eina gávu. Konta í Før
oya Banka
Marin Elisabeth Gra
eatorex, fødd Jacobsen,
ættað
úr
Sandavági,
búsitandi í Derby í Eng
landi, andaðist 3. okto
ber, 88 ára gomul.
Leo Michelsen, ættaður
av Tvøroyri, andaðist
sunnudagin 5. oktober í
Keypmannahavn, 81 ára
gamal. Jarðarferðin verð
ur úr Deyvakirkjuni í
Keypmannahavn fríggja
dagin 10. oktober klokk
an 13.
Elydia Haldansen and
aðist á Ellisheiminum
Mørkini sunnudagin 94
ára gomul. Kistan fer av
Mørkini í Vestmanna
kirkju mikudagin kl.
17. Jarðarferðin verður
úr Vestmanna kirkju
hósdagin kl. 14. Sungið
verður úr sálmabókini.
Tey, ið vilja minnast
Elydiu kunnu lata Ellis
heiminum Mørkini eina
peningagávu konta í
peningastovnunum.
Andlát og jarðarferðir
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at okkara góði mammubeiggi
Sivert Eliasen
Fuglafjørður,
andaðist á Vesturstovu 5. oktober, 90 ára gamal.
Kistan fer úr Vesturstovu týsdagin kl. 17.00.
Jarðarferðin verður úr Fuglafjarðar kirkju
hósdagin kl. 13.00.
Vegna tey avvarðandi
Bernhardina
Tey, ið vilja minnast Sivert, kunnu lata Vesturstovu eina gávu.
Konta í Føroya Banka.
Dagurin
9. oktober. Dionysius,
deyður umleið ár 258.
Hann varð vígdur til
biskup av pávanum
Fabiani og fór til
Fraklands sum
trúboðari. Varð saman
við tveimum øðrum
hálshøgdur á tí staðnum,
sum nú eitur
Montmatre, ið merkir
martýrfjallið. Best
kenda halgisøgan um
Dionysius er, at hann
eftir at vera hálshøgdur
sjálvur bar høvd sítt til
tann staðin, hann vildi
verða grivin. Har var
kirkjan St. Denis bygd.
Símun av skarði doyði
hendan dagin í 1942.
Fríggjadagin 10.
oktober kl 16 til 18
letur ein framsýning
við verkum hjá
Amariel Norðoy upp í
Leikalund í Klaksvík
Heiti á framsýningini er:
Útróðrarbørn (lívsins sálm
ar). Tað, at vaksa upp í
Klaksvík, millum bátar,
skip og trolarar, fólk í øllum
aldursbólkum, har fiski
vinnan var grundarlagið, og
man sum barn upplivdi, at
tað var lívsgrundarlagið,
bæði útróðurin og langfara
fiskarí. Amariel sigur, at tá
ið hann vaks upp, snúði
stórur partur av tilveruni
seg heima hjá teimum um
deksbátin, “Norðan”, og at
báturin gjørdist tekin um
samanhald. At tú so at siga
gróði saman við bátin.
Hetta roynir Amariel at lýsa
í sínum málningum á ein
dramatiskan og lýriskan
hátt.
Framsýningin
verður
opin til 31. oktober, mána
dag til fríggjadag kl. 13 til
17.30 og leygardag kl. 10
til 13.
Amariel Norðoy í Leikalund
nøvn
Listfrøðingurin
Inger Smærup Sør
ensen hevur givið út
listabókina “Livandi
list”, har hon fer í
dypdina við listini
hjá 49 núlivandi
føroyskum lista
fólkum
List
Í bókini gevur Inger Smær
up Sørensen eitt umfatandi
innlit í ta livandi listina í
Føroyum, við íkasti til tank
arnar
um,
hvønn
veg
myndlistin í dag fer. Eisini
vísir hon á, hvaðani hendan
listin er sprottin.
Samstundis er eisini talan
um eina bók, sum hugleiðir
um ymisk rák og gongdir í
altjóða listasøguni og knýtir
tey saman við føroysku list
ini á ein hátt. Soleiðis verða
tey 49 listafólkini sett inn í
listfrøðiligan karm, ið gevur
nýggja fatan av nútíðarlist
ini
Við bókini „Livandi list“
fáa vit eisini fyri fyrstu ferð
eitt yvirlit yvir føroyska
samtíðarlist.
Í bókini eru meiri enn 250
myndir. Umframt tey kendu
listafólkini, so verða fleiri lista
fólk umrødd, sum enn liggja í
útjaðaranum
í
føroyska
listaheiminum. Felags fyri øll
er tó, at tey hava sýnt fram í
Føroyum seinastu árini.
Bókin verður útgivin í
tveimum útgávum – einari
føroyskari og eini danskari.
Í sambandi við at bókin
“Livandi list” kemur út,
verður móttøka í “Rit og
Rák” í SMS fríggjadagin
10. oktober kl. 16.00.
Umframt
rithøvundin,
vera fleiri av listafólkunum
til staðar.
ave
Nýggj listabók:
Inn í livandi listina
Í nýggju listabókini „Livandi list“ viðger
listfrøðingurin Inger Smærup Sørensen
listina hjá 49 núlivandi føroyskum
listafólkum á ein hátt, sum gevur nýggja
fatan av førosykari nútíðarlist