Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-08, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. oktober 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 tíðindi Nr. 193 - 8. oktober 2008 Parkeringin á flogvøllinum yvirtikin Vága Vaktarhald rekur ikki longur parkeringina á Flogvøllinum. Nú hevur hinvegin p/f Vága Floghavn yvirtikið parkeringina. P/f Vága Floghavn og Vága Vaktarhald hava undirskrivað sáttmála. Kitty May Ellefsen, forkvinna sigur við Vágaportalin, at prísurin fyri fyrsta dagin hevur verið nakað lágur, og verður hann settur upp á 50 krónur nú. Áðrenn hevur hann verið 30 krónur fyri fyrsta dagin, parkerað verður. Starvsfólkini koma tó framvegis at vera tey somu sum áður. Tey, ið koyra eftir Viðareiðisvegnum hvønn einasta dag hugsa neyvan um at bilverjan í støðum ikki er stórt hægri enn tveir mjólkapakkar. – Ja, hetta mugu vit bara liva við. Fyrrenn tunnilin kemur, verður ikki trygt hjá viðingum at ferðast av bygdini, sigur Hans Jákup Kallsberg, borgarstjóri á Viðareiði Ferðsla Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Viðareiðisvegurin: Skal hetta vegastrekkið lýsast við fáum orðum, so eru tað hesi: Vandamikið. Ótíðar­ hóskandi. Vindhart. Myrkt. Hvønn einasta dag koyra omanfyri 450 bilar í miðal millum Viðareiði og Hvannasund. Bara ta lítlu løtuna, vit hitta borgarstjóran á Viðareiði á hesum veg­ num, fara bilar í hópatali súsandi framvið okkum. Fólkið á Viðareiði hava ikki annan veg fyri at sleppa til umheimin enn at koyra eftir smala og til tíðir óunniliga strekkinum. Her er talan um fólk sum fara av bygdini í arbeiðsørindum og ikki minst um allar teir mongu skúlanæmingarnar, sum hvønn einasta dag fara í skúlarnar í Klaksvík ella aðrastaðni. Í barmi teirra liggur eitt ynski til landsins myndug­ leikar um at fáa bøtt um hesi viðurskifti. Ein heitan og sólríkan summardag er hetta ein vakur túrur, men ein ringan vetrardag við vindi, regni og ringum sýni er hetta alt annað enn ein sunnudagstúrur við familj­ uni. ­ Fyri at siga tað akkurát sum tað er: Um fólk høvdu hugsað um vandan fyri omanlopi, so hevði neyvan nakar viljað koyrt eftir Viðareiðisvegnum, slær Hans Jákup Kallsberg fast. Eisini hjá Landsverki eru tey vitandi um hetta. Á heimasíðu teirra stendur nevniliga at lesa, at verandi vegur er smalur, ótíðarhósk­ andi og at grót kemur ofta á vegin. Sagt verður, at ymiskar loysnir hava verið viðgjørd­ ar, millum annað er teknað­ ur ein tunnil millum Hvannasund og Middal við tilhoyrandi vegum. Tunnilin er 2300 m og vegirnir til­ saman 4000 m. MÁ koma Hans Jákup Kallsberg leggur dent á, at tað er ikki bert bygdarráðið sum stend­ ur aftanfyri hetta kravið um tunnil. Bygdarfólkið tekur eisini fult undir við tí. Bygdarfólkið hevur havt eitt sera gott tol tey seinastu árini. Tey hava bíðað og bíðað eftir eini loysn og at givin vallyfti verða sett í verk. Ein glotti hómaðist kortini herfyri, tá stóra Sam­ ferðsluætlanin varð løgd fram. Sambært hesi ætlanini, ið varð løgd fram í næstsein­ astu samgongu, varð nevnt at farast skuldi undir henda tunnilin í 2012. Fyrst skuldi ein annar tunnil í Norðoyggjum ger­ ast, nevniliga tann norður um Fjall, tey nevna – tað er: ein tunnil sum skal binda saman Klaksvík við økið norðanfyri á Borðoynni og Viðoynni. Tvey uppskot hava verið nevnt í hesum sambandi – eitt millum Ánirnar ella Strond og norður til Depils. Og eitt av Gerðum í Klaks­ vík til Norðtoftir, umvegis Árnafjørð. ­ Ætlanin var, at tá hetta arbeiðið var liðugt, so skuldi ein halda fram við tunlinum til Viðareiðis, sig­ ur Hans Jákup Kallsberg. Nú er nýggj samgonga skipað, og bygdaráðsfor­ maðurin á Viðareiði bíðar tí spentur eftir, hvørjar ætlanir nýggju landsstýrisfólkini hava á hesum øki. ­ Eitt er í øllum førum givið: Tunnilin MÁ bara koma, serliga um alt økið her norðuri verður lagt sam­ an í eina kommunu, sigur hann. Kenna strekkið Fyri fólkið í Norðoyggjum og fyri tey, sum av vinnu­ ligum ella øðrum orsøkum hava ørindi norðanfyri, er neyðugt at okkurt verður gjørt á við ferðslutrygdina í økinum. ­ Í løtuni eru gomlu tunl­ arnir á Borðoynni ikki at meta sum annað enn fløsku­ hálsar. Hesir mugu gerast Fyrsta gassrikna farmaskipið Norska reiðaríið Sea­Cargo hevur bílagt tvey ro­ro farmaskip. Bæði skipini, sum skulu byggjast á Bharati skipasmiðjuni í Indiu, verða eftir ætlan latin í 2010. Tað er norska dótturfelagið hjá Rolls­Royce Marines, sum hevur staðið fyri menningini og eisini skal standa fyri framleiðsluni av maskinunum. Flótandi gass skal goymast í tveimum stórum tangum í einum rúmi framman fyri maskinrúmið, skrivar heimasíðan 123.fo. Skipini, sum eru 132,8 metrar long og stinga seks metrar, lastað um 5.600 tons á 1140 raðmetrum (lanemeter). Eisini hava tey 50 tons bingjukrana. Reiðaríið hevur eisini bílagt tvey onnur líknandi skip frá indiskari skipasmiðju, men hesi skulu hava vanliga maskinu. Við smala vegnum kann »Um fólk høvdu hugsað um vandan fyri omanlopi, so hevði neyvan nakar viljað koyrt eftir Viðareiðisvegnum«