Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-08, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. oktober 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 193 - 8. oktober 2008 19 tíðindi av nýggjum fyrst, og síðani er neyðugt at fara undir at bøta um vegasambandið til Viðareiðis. - Og her kann bert ein ein- støk loysn góðtakast, slær hann fast. Fólkið norðanfyri eru so líðandi vorðin von við at koyra eftir smala og sera ótíðarhóskandi vegastrekki- num millum Hvannasund og Viðareiði. Tey hava koyrt hetta strekkið so ofta, at tey kenna hvørt sving og hvørt víkipláss á tí 9 kilometrar langa strekkinum til granna- bygdina sunnanfyri. Mong teirra kenna hetta vegastrekkið so mikið væl, at tey eisini duga at meta um, hvørt tey skulu halda av ella fara inn á eitt av víki- plássunum áðrenn tey møta einum bili, hóast hin bilurin eigur at halda av. - Tann stóri trupulleikin er tí júst teir fremmandu bilarnir, ið ikki kenna vegin til fulnar. Fólkatalið minkar Við egnu uppliving síðari á Viðareiðisvegnum í huga (sí aðra grein á síðuni, har hendingin verður lýst í stutt- um) er Hans Jákup Kalls- berg ikki eina løtu í iva um, hvat rættast er at gera: Ein tunnil má gerast millum Hvannasund og Viðareiði! Kommunan hevur við millumbilum sent landsins myndugleikum bræv við umbøn um, at tunnilin verður gjørdur norður higar, eins og fundur hevur eisini verið við fólk frá Lands- verki. Fólkatalið á Viðareiði hevur verið í støðugum vøkstri, og er í dag omanfyri tey 350. Tað sjáldsama er eisini tað, at í bygdini býr eitt sera stórt tal av ungum fólkum. Tað vísir seg, at tað eru sera fáar familjur har báðir partar eru úr bygdini. Í allar flestu førum er bert annað teirra av Viðareiði. - Vit ynskja sjálvandi at bygdin skal vaksa uppaftur meiri. Men vit duga sam- stundis at síggja, at uttan ein tunnil kann hetta gerast trupult, sigur borgarstjórin. Og hann leggur síðani aftrat: - Um ikki okkurt muna- gott hendir, kann væl henda at fólkatalið í bygdini fer at minka. Sum nú er, verður trupult at fáa fremmand fólk at búseta seg her! Fimm fakfeløgini í samstarv Fimm tey størstu fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum arbeiða við at styrkja samstarvið sínamillum. Talan er um Starvsmannafelagið, Lærarafelagið, Pedagogfelagið, Havnar Arbeiðskvinnufelag og felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. - Hetta samstarv byggir millum annað á eitt ynski um at fáa størri ávirkan á bæði lønar- og samfelagsviðurskifti, sigur Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum við heimasíðuna uf. fo. Tey fimm fakfeløgini, talan er um, umboða umleið 6.000 lønmóttakarar á almenna arbeiðsmarknaðinum. Hægri frádrátt til norsk sjófólk Norska stjórnin fer at hækka skattafrádráttin til fiskimenn úr 115.000 upp í kr. 150.000,00. Hettar er fyri at norðmenn skulu støðast betri í fiskivinnuni. Her á landið bleiv hinvegin tosað um at avtaka skattafrádráttin. Nógvir føroyingar sigla við norskum skipum, og kunnu sjálvsagt koma undir hendan frádrátt við at flyta bústað, skrivar bkv.fo Fangaðir í einum omanlopi Eitt er tað, at vegurin er smalur og ótíðarhóskandi. Eitt annað er so tað, at tað kemur meiri enn so fyri, at grót rapar oman á vegin. Hetta er nærum dag- ligur kostur, og mong fólk á Viðareiði vita at siga frá hendingum, har tey hava upplivað hetta sama. Hans Jákup er sjálvur eitt teirra: - Hetta var ein dag í september mánaði fyri nøkrum árum síðani. Tá endaði eg mitt í einum stórum omanlopi, meðan eg var á veg til hús. Tað hevði regnað illa henda minniliga dagin, og fólkið veit, at hava áirnar brúnan lit, er hetta tekin um at okkurt oman- lop kann vera á veg. Henda dagin var kortini øðrvísi: Áirnar høvdu ikki henda litin, hóast nógv regn var komið nið- ur. - Regnið oysti so nógv niður, at viskararnir megnaðu ikki at halda regninum burtur frá for- rútinum – sjálvt um teir vóru for frá. Um eg ikki kendi vegin, hevði eg neyvan komið til hús henda dagin, greiðir hann frá. Komnir nakað norður ímóti heimbygdini sóu teir, at ein omanlop hevði verið og at ein bilur stóð mitt í tí. Og bilin hevði ein ung kvinna av Viðar- eiði koyrt. Teir ringdu til løgregl- una, samstundis sum teir vendu við aftur ímóti Hvannasundi. Løtu seinni kom ein gravkúgv frá Landsverki og byrjaði henda beinanvegin at rudda vegin. Hetta vísti seg kortini at vera eitt størri átak, tí so at siga allar áirnar framvið veg- num vóru lopnar – og lupu meðan teir koyrdu suðureftir – eins og nógv grót var á vegnum. - Tíbetur hendi eingin mansskaði hesa ferðina, men tá tað regnar illa, sit- ur óttin framvegis í okk- um um at vit kunnu verða fangaðir aftur í einum omanlopi! Viðareiði ikki vaksa Vegurin til Viðareiðis er bæði smalur og ótíðarhóskandi, hóast tað koyra omanfyri 450 bilar eftir honum um dagin. – Um fólk hugsaðu um vandan, høvdu fá koyrt henda vegin, sigur Hans Jákup Kallsberg »Tá tað regnar illa, situr óttin framvegis í okkum um at vit kunnu verða fangaðir aftur í einum omanlopi »Ymiskar loysnir hava verið viðgjørd­ar, millum annað er teknaður ein tunnil millum Hvannasund­ og Mid­d­al við tilhoyrand­i vegum. Tunnilin er 2300 m og vegirnir tilsaman 4000 m.«