Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. mars 2000síða 11

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 tíðindablaðið sosialurin Nr. 43 - 2. mars 2000 20 tíðindablaðið sosialurin Nr. 43 - 2. mars 2000 Flogbóltskapping á Giljanesi Leygardagin skipaði flogbóltsfelagið, Dráttur, fyri flogbóltskapping á Giljanesi. Kappingin varð fyri yngru deildirnar, og høvdu ikki færri enn 62 lið boðað frá luttøku. Kappast varð í 10 aldursbólkum, og gjørdust sørvingar stóru vinna- rarnir, tí teir vunnu ikki færri enn seks av kappingunum. Niðanfyri eru myndirnar av vinnandi liðunum prentaðar, men tíverri hevur tað ikki eydnast okkum at fá mynd av gentur 14 hjá TB, sum vunnu sín aldursbólk. Gentur 9, SÍa. Á myndini er eisini SÍb, sum gjørdist nr. 2. Á myndini síggjast bæði liðini Dreingir 9, SÍ: Ragnar, Meinar, Finn, Ingi, Bárður, Tórur og Jákup Vinnari fyri gentur 12 varð KÍFa. Tær eru Durita, Ella, Anja, Ella, Anja, Gunnleyg, Heidi, Lisbeth, Hansy og Rina SÍ vann bólkin fyri dreingir 12 ár. Á vinnandi liðnum eru tað Bjarni, Janus, Ingi, Per og Elias Eisini hjá 14 ára gomlu dreingjunum gjørdist SÍ vinnari. Her var manningin Kári, Dánjal, Ragnar, Jákup, Jóan Petur og Árni Kollfirðingar eru væl fyri á kvinnusíðuni, og vunnu tær eisini gentur 16. Tær eru Eileen, Maiken, Svanhild, Heidi, Angelie og Ena Hjá Dreingjum 16 ár gjørdist tað SÍ, sum fór avstað við gulmerkjunum, og vóru teir Petur, Jóhan, Petur, Jón, Brian, Hans Kári, Ásbjørn og Ólav Hjá kvinnuunglingum gjørdist TB vinnari, og hesum tvøráliðnum eydnaðist okkum at fáa mynd av. Durita, Annikka, Anja, Linda, Marit, Songa og Maria Sørvingar megnaðu eisini at vinna deildina hjá mans- unglingum, men tíverri hevur tað ikki eydnast okkum at fáa nøvnini hjá leikarunum at vita JÁKUP MØRK Fýra dystir í seinna bólka- spælinum í UEFA Cham- pions League vórðu leiktir týskvøldið, og meðan fa- vorittarnir enn liggja greitt á odda í bólki C, er bólkur D nú fullkomuliga opin. Bólkur C: Søguligur týskur sigur Stórdystur millum tvey av mætastu liðunum í Europa var á skránni, tá Real Ma- drid á heimavølli tók ímóti Bayern München. Undan dystinum hevði kongaliga spanska felagið ongantíð tapt á heimavølli fyri týsk- um liði, men hetta meti stóð longu til at falla eftir fyrstu 25 minuttirnar. Tá høvdu týskararnir longu lagt seg á odda við málum frá Mehmet Scholl og Stefan Effenberg, men tá Morientes løtu seinni mink- aði um munin, hildu spa- niólarnir vónina við líka. Móti endanum av fyrra hálvleiki økti brasiliumað- urin, Elber, til 3-1, og hóast Raul minkaði um munin í seinna hálvleiki, so kundi týsku meistararnir sláa sig- urin fastan, tá Paulo Sergio skeyt seinasta málið í dyst- inum. Eftir dystin var týski ven- jarin, Ottmar Hitzfeld, sum vera man ovurfegin. - Sigur okkara var fyrst og fremst orsakaður av álopsspælið okkara, helt týski venjarin fyri, og legði samstundis afturat, at hann nú var sann- førdur um, at tað fór at eyd- nast tapandi finalistunum frá undanfarnu kapping at leika seg fram til fjórðings- finalurnar. Hóast norska Rosenborg hevði meginpartin av spæl- inum allan seinna hálvleik, so máttu teir lúta fyri Dy- namo Kiev, sum vann sær ein 2-1 sigur á heimavølli. Longu eftir 29 minuttum hevði ukrainska liðið vunn- ið sær eina tvey mála leiðslu við málum frá Alexander Khatskevich og Serhiy Re- brov, og móti endanum av fyrra hálvleiki kundi teir økt enn meira um leiðsluna, men Georgi Demetradze var óheppin, tá hann sendi bóltin á stongina. Í seinna hálvleiki minkaði Jan Ivar Jakobsen um mun- in, og síðani legði Rosen- borg stórt trýst á mótstøðu- liðið. Mál komu tó eingi, tað sum eftir var av dyst- inum, hóast norska liðið einar tvær ferðir hevði risa stórar møguleikar. Norska liðið hevur nú mest sum útspælt sín leiklut í bólkaspælinum. Nú hel- mingurin av dystunum eru leiktir, eru teir niðast við einum stigi. Bayern Mün- chen er á odda við sjey stig- um, Real Madrid hevur seks stig, og Dynamo Kiev hevur á triðja plássinum trý stig. Bólkur D Dani syrgdi fyri sensatiónini Franska Marseille, sum einki stig hevði fingið burt- ur úr teimum báðum fyrstu dystunum, megnaði at vinn- a sær trý týdningarmikil stig, tá teir á heimavøllil vunnu 1-0 á enska (ella eu- ropeiska) Chelsea. Avgerandi málið kom eft- ir einans 16 minuttum, tá Robert Pires úr sera spísk- um vinkli, sendi bóltin fram Donsk/hollendsk sensatión í Rom Danski landsliðsleikarin, Jon Dal Thomasson, syrgdi fyri mest óvæntaða úrslitinum týskvøldið, tá hann skeyt bæði málini hjá Feyenoord móti Lazio við Ed de Goey í Chelsea málinum. Marseille hevði tó fleiri møguleikar at økja um leið- sluna, tí enska verjan, sum var mannað við heims- meistarunum, Desailly og Leboeuf, var alt annað enn væl skipað. Venjarin hjá enska lið- num, Gianluca Vialli, fekk ikki gjørt stórvegis fyri at forða fronsku yvirvágini, tá hann var staddur á áskoða- raplássinum, orsaka av banninum hann fekk eftir útidystin móti Lazio. Hann mundi tó iðra seg, tá Tore Andre Flo í seinasta min- uttinum av dystinum fekk ein risa møguleika, men frá- líki stútari hansara, varð møttur av eini eins frálíkari bjarging frá Trevisan í fran- ska málinum. Í hinum dystinum í bólki D, megnaði hollendska Feyenoord at skapa mest ó- væntaða úrslitið týskvøldið, tá teir á útivølli vunnu 2-1 á italska Lazio. Fyrsta góða tíman var tó lítið, ið bendi á, at so skuldi verða, tí eftir at argentiski landsliðsmiðvallarin, Ve- ron, eftir 37 minuttum hevði lagt italska stórfelagið á odda, var líkt til at heim- aliðið hevði fult tamarhald á støðuni. Mancini kundi eisini økt um leiðsluna, men skot hansara rakti stongina, og ísataðin kundi danski lands- liðsleikarin gera sær dælt av sløsutum verjuspæli, tá hann tvær ferðir innan sein- asta korterið legði bóltin í málið. Við ósigrinum leygardag- in misti italska liðið søgu- liga møguleikan at røkka metinum hjá Ajax, sum megnaði at leika 19 dystir í europeiskum høpi uttan at tapa. Undan dystinum týs- kvøldið, hevði Lazio ikki tapt í 18 dystum, men í 19. dystinum gekk tað so galið. Óvæntaðu úrslitini týs- kvøldið høvdu við sær, at bólkur D nú er púra opin. Feyenoord, sum akkurát megnaði at leika seg fram til seinna bólkaspælið, er nú á odda við seks stigum, meðan favorittarnir báðir, Chelsea og Lazio, hava fýra stig hvør. Á fjórða pláss- inum er Marseille við tri- mum stigum. Danski landsliðsleikarin, Jon Dal Thomasson fegnast um sigursmálið hjá Feyenoord í dystinum móti Lazio SVEINUR TRÓNDARSON Endaumfarið í donsku flog- bóltslandskappingini er byr- jað og í løtuni spæla liðini ímóti hvørjum øðrum fyri at finna fram til, hvørji lið skulu hittast í hálvfinalu- num. Tí hava dystirnir ikki stórvegis upp á seg, men teir skulu kortini spælast. Eingin ivi um sigurin Týskvøldið spældu Gudrid Nolsøe og hinar Fortuna- kvinnurnar lokaluppgerð móti hinum Odense liðnum í meistaradeildini hjá kvinn- um, DHG. FHG hevur staðið seg væl í ár, og hevur ligið á odda í kappingini meginpartin av tíðini. Fyri stuttum vóru tær í steypafinaluni, men har varð úrslitið ikki sum tær høvdu ynskt. Tær taptu móti Holte, sum annars liggur aftanfyri DHG í stiga- talvuni. Tí var lagt upp til ein spennandi dyst millum DHG og Fortuna týskvøld- ið, men tann spenningurin kom ongantíð. DHG var bara betri enn Fortuna tann dagin og tískil var ongantíð ivi um hvønn veg sigurin fór. Nógv mistøk Sum vit hava skilt, var dyst- urin ikki tann, sum verður skrivaður um í søgubóku- num. Nógv mistøk vórðu gjørt av báðum liðum, og tað var skilligt, at liðini vóru fjáltursstungin. Ikki var tað neyðugt, tí ógvuliga lítið var at spæla um. Tað var oddaliðið, sum fyrst fekk tamarhald á nerv- unum og fekk skil á spæl- inum. Tær fingu skipað spæl sítt betri enn Fortuna, sum ongantíð rættuliga fekk skil á sínum spæli. Tí endaði dysturin við greiðum sigri til DHG. Sum nevnt hevur dysturin ikki stórvegis týdning, tí øll fýra liðini, sum eru við í enda- spælinum, skulu spæla hálvfinalur. Um nakrar dag- ar verður funnið út av hvør skal spæla móti hvørjum og tá tað er avgjørt, verða hesir dystirnir gloymdir. Gudrid tapti lokaluppgerð Flogbóltur: Sum vit nevndu í týsdagsblaðnum, spældu kvinnurnar Fortuna Odense móti DHG týskvøldið, men úrslitið var einki at reypa av. Tær taptu greitt 2-0 Taptu við sjálvmáli Bæði Jens Martin Knudsen og Jens Kristian Hansen leiktu allar 90 minuttirnar, tá Ayr United á heimavølli tapti 1-0 móti Livingston JÁKUP MØRK Fyri fyrstu ferð vóru teir báðir føroysku landsliðs- leikararnir á liðnum hjá Ayr United, men hetta munaði tó lítið, tá saman um kom. Føroyska liðið mátti á heimavølli taka til takkar við einum 1-0 tapi móti Livingston, sum er mill- um liðini, sum stríðast um uppflytingarsessirnar. Málið, sum var eitt sjálvmál, kom eftir, at Jens Martin ikki megnaði at halda einum innleggið. Tíverri datt bólturin niður á verjuleikaran, David Craig, haðani hann endaði í málinum. Sum skilst, leikti Jens Martin annars ein góðan dyst, og millum annað verð- ur sagt frá, at hann hevði eina frálíka bjarging tá góð- ur hálvur tími var leiktur. Í hesum døgum verður annars tingast um, hvørt teir báðir føroyingarnir skulu halda fram í skotska fe- lagnum, eftir at leigumál teirra renna út. Meira verður helst at frætta um hetta í næstum. Lesið eisini ÍtróttaSosialin á alnetinum: www.sosialurin.fo Føroyski landsliðsmálverjin, Jens Martin Knudsen, var endiliga at síggja í Ayr-málinum