Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. mars 2000síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 tíðindablaðið sosialurin Nr. 43 - 2. mars 2000 18 tíðindablaðið sosialurin Nr. 43 - 2. mars 2000 Viðmerking: Í Sosialinum tann 26. febr- uar í ár skrivar Hanus And- reassen, rithøvundur um politisku flokkarnar, at nakrir eru sjálvstýrishugaðir og aðrir ikki. Hetta minnir ikki sørt um skrivingina hjá Høgna Hoydal, sum eisini roynir at luta sínar lands- menn sundur í tveir bólkar. Hetta er ein argandi mál- burður, sum ikki er vanligur at síggja frá Hanusi. Um vit livdu í 1930, ella har á leið, so kundi tú skilt slíkan málburð. Men nú vit skriva ár 2000, gevur tað lítla meining. Hvønn føroying kennir Hanus Andreassen, sum ikki vil hava sjálvstýri og sjálvræði? Við ella uttan gjaldskyldu Eru teir flokkar og politik- arar, sum hava framt fleiri yvirtøkur uttan gjaldskyldu meira sjálvstýrishugaðir enn tey, sum heldur vildu yvirtaka við fullari gjalds- kyldu? Við loysingini ætlar sam- gongan at yvirtaka tað, sum eftir er at yvirtaka uttan gjaldskyldu. Kortini vil samgongan hava alt ræðið beinan vegin. Vit skulu hava eina langa skiftistíð (Hanus nevnir 20 ella 25 ár), og tá hesi órími- ligu krøv eru fráboðaði, skal samgongan byrja uppá sera truplar samráðingar heilt av nýggjum. Sambandsflokkurin meira sjálvstýris- sinnaður Sambandsflokkurin heldur, at slík mannagongd er ósømilig og eisini óneyðuga trupul. Flokkurin vil ikki loysa frá verandi ríkiseind, men setur heldur ikki foringar fyri at minka um blokkin. Skal blokkurin minka, skal tað verða við yvirtøkum, sum hava fulla gjaldsskyldu. Hvønn av hesum báðum háttunum heldur Hanus Andreassen vera mest sjálv- stýrishugaðan? Hvat er sjálvstýri? Nú verður tosað og skrivað um hvussu vit skulu skilja heitið ”ríkisfelagsskapur”. Men vit kunnu eins væl spyrja, hvat veruligt sjálv- stýri og sjálvræði merkir? Hvat er tað veruliga sjálv- stýrið, sum okkum tørvar í dag? Hvat er eitt sjálvstýri, sum ikki eisini hevur eitt fíggjarligt og búskaparligt sjálvræði? Um ikki formelt, so hava vit tó eitt stórt reelt sjálv- Øll eru sjálvstýrishugað ræði og sjálvstýri. Men tað skal sjálvandi mennast og gerast enn størri, og tær bestu loysnirnar fyri at røkka hesum máli, finna vit í uppskotunum hjá Sam- bandsflokkinum og hjá Javnaðarflokkinum. Hesir báðir andstøðu- flokkar vísa á loysnir, sum eru munandi tryggari enn tær ætlanir, ið samgongan arbeiðir við. Óneyðugt at loysa Fyri okkum er tað óneyðugt at loysa Føroyar úr verandi ríkiseind, fyri at greiða sjálvstýris-spurningin. Somuleiðis er tað beinleiðis vandamikið at loysa, áðrenn vit kunnu vísa á hvussu vælferðin verður tryggjað. Vit hava ikki fyri neyðini at samráðast út frá ongum. Vit vilja heldur varðveita øll verandi rættindi, og síðani samráða okkum fram til eina nýggja sømuliga og gevandi avtalu landana mill- um. Eina avtalu, sum tekur burtur teir vansar og mis- skiljingar, sum hava verið, og somuleiðis skal avtalan vera so rúmlig, at hon ikki setur forðingar fyri fram- haldandi dagføring, menn- ing og ynskjum um broyt- ingar, frá føroyskari síðu. Hava fólksins undirtøku Nevndu ætlanir andstøð- unnar eru eisini í fullum samsvari við tey 75%, sum seinasta veljarakanning vísti á, og um eg minnist løgmann rætt, so hevur hann sagt seg vilja arbeiða fyri teimum ynskjum, sum 75% av veljarunum hava, og tískil átti løgmaður og hansara flokkur at lurta meira eftir andstøðuni, heldur enn at krøkja seg so fastan til Tjóðveldisflokkin, sum vil hava alt ella einki. Tað er mær ein gáta, hví Hanus Andreassen bert dug- ur at síggja ein teoretiskan møguleika fyri sínum sjón- armiðum í Nýskipanar- uppskoti Sambandsfloksins. Gamaní, ikki alt, men ein stórur partur at tí, sum Han- us skrivar, er í góðum sam- svari við okkara uppskot Tað er væl ikki so gali, at ein sosialistur als ikki kann brúka nakað, sum kemur frá tí borgarligu síðuni? Tórshavn tann 29. februar 2000 Trygvi F. Guttesen Ferð eftir ferð hava vit hoyrt um skattalætta frá sitandi loysingarsamgongu, og hetta tosið er serliga komi frá tí borgarliga vonginum í samgonguni — tað vil siga frá Fólkaflokkinum. Men nú er aftur deyða- tøgn um henda spurning. Tað sær út sum, at Fólka- flokkurin hevur fingið munnkurv frá Tjóðveldis- flokkinum, og tí ikki má nevna skattalætta. Tjóð- veldisflokkurin eigur jú fíggjarmálaráðharran, sum segði seg vilja sita ”tungt á kassanum”. Skattaborgarin merkir einki Vit skattaborgarar hava hvørki sæð ella hoyrt um nakran skattalætta, men kortini kom okkurt fram í løgtinginum, um eina upp- hædd á 40 mió. kr. Hesin peningur skuldi nýtast til at endurnýggja fiskiskipaflot- an við, men tingmenn kundu ikki semjast um, Hvar er skattalættin? hvussu peningurin skuldi nýtast. Um eg minnist rætt, so skuldu hesar 40 mió. kortini nýtast sum eitt slag av skattalætta. Men enn er so eingin skattalætti at hóma. Hvørja ferð vit hoyra frá okkara fíggjarmálaráðharra, so vísir hann á, at væl av peningi er í landskassanum (danski ríkisstuðulin írokn- aður). Óbeinleiðis skattur Skattur er so nógv. Vit mugu minnast til, at vit hava hóp- in av óbeinleiðis skatti, sum eingin tosar nakað um í dag. Fyri mær sær tað út til, at hesin óbeinleiðis skattur er komin fyri at vera, og eingin spyr um, hví so er. Meginparturin av hesum nevnda skatti kom, tá ið landið fór á húsagang, av teirri vanstýring, sum hesir somu loysingarflokkar eis- ini stóðu fyri. Tað skuldi verið ein funn- in fressur hjá andstøðuni at komi við lógaruppskotum um avtøku av hesum óbein- leiðis skattum. Sum dømi kann nevnast, at tá ið eitt húsarhald fyllir sær olju- tangan, so fer helvtin av kostnaðinum í landskassan. Krepputiltøk við ongari kreppu Oljugjald, Mvg, tollur, punktgjøld og onnur krepputiltøk, fáa landskass- an at flóta yvir, hóast vit ikki hava krepputíðir í dag. Um nakað varð gjørt, fyri at for- koma hesum kreppuupp- skotum, sum nú hoyra eini farnari tíð til, so høvdu vit fingið ein munandi skatta- lætta kortini. Undirritaði fer tí at heita á onkran í andstøðuni, um at fáa lagt eitt tílíkt uppskot fram á føroya løgting. Eg ivist ikki í, at um eitt slíkt uppskot kom, so vildu nakr- ir í loysingarsamgonguni eisini stuðlað uppskotinum. Henda ónda ringrásin við óbeinleiðis skatti má steðg- ast fyrr ella seinni. Tess skjótari, tess betur. Men samstundis dugi eg eisini at síggja, at um hesin kreppu- skattur sleppur at halda fram ótarnaður, og helst fer at vaksa við tíðini, so fer tað sanniliga at hjálpa til at fáa fleiri pengar í landskassan. Tá kunnu loys- ingarflokkarnir erpa sær av, at fleiri og fleiri pengar koma í kassan. Hetta verða góð kort í hondini, til at greiða bæði okkum føroy- ingum og dønum frá, at teir sanniliga kunnu minka um ríkisstuðulin. Tí vil eg einaferð enn heita á tykkum í andstøðuni: Standi saman um tílík upp- skot, sum kunnu føra til, at vit kortini fáa ein skatta- lætta sum munar. Bestu heilsur við sambandskvøðu Andras Miðskarð Viðmerking: Foreldur hennara vóru trúboðarar í Tanzania ein mansaldur - og framveg- is er nakað av Afrika í lik- aminum hjá tí 33 ára gomlu sangaranum og tónleikaranum Lena Løbner Vegger, sum vitj- ar í Føroyum 3. til 5. mars í samband við eina tvørkirkjuliga lovsangs- ráðstevnu. Endamálið við ráð- stevnuni, sum verður hildin í Filadelfia í Havn, er at savna tær musikal- sku kreftirnar úr teimum ymisku samkomunum í Føroyum í eitt stórt gos- pelkór, sum skal luttaka á stórfingnari stevnu í Ítróttarhøllini á Hálsi á hvítusunnu í ár. Lena skal presentera eina røð av nýggjum sangum í føroyskum høpi, samstundis sum tað verður høvi til at endurfríska tað, sum hon kallar teir góðu gomlu vekingarsangirnar. Lovsangsrástevnan er ein av fleiri tiltøkum, sum henda frammanundan krossferðina á hvítu- sunnu, sum verður fyri- skipa av donska veking- arfelagsskapinum Evan- gelist í samstarv við 5 føroyskar samkomur. Talan er um eina so- kallaða – krossferð – 4 dagar við undirvísing av viðurkendum bíbliulær- arum um dagin, og radi- kalum evangeliskum boðskapi við forbøn fyri sjúkum og útfríðan av ill- um andum um kvøldi. Trúgvin á Gud Lena Løbner Vegger er spent upp á krossferðina, men fyrst og fremst gleð- ir hon seg til at savna kreftirnar í tí stóra kóri- num, sum skal luttaka. Sum hjálparar í hesum arbeiði hevur hon allierað seg við operasangaranum Stig Rasmussen og lov- sangaranum Eyðun Jac- obsen, sum nýliga er fluttur til Føroya og býr í Havn. Lena er kend í fleiri høpum, mest í Danmark, men eisini í Onglandi og á tí afrikanska megin- landinum, og hon hevur gjøgnum 10 ár sungið seg inn í hjørtuni á mongum dana. Trúgvin á Gud og kærleikin til menniskju er drívmegin aftanfyri tón- leik hennara. Endamál hennara er at skriva tónleik, sum kann røra við lív menniskjans. –Hóast tað er langt síð- ani eg fór heim frá trú- boðaramarkini, havi eg framvegis nakað av Afrika í kroppinum. Eg hugsi ikki bara um rútmurnar, men eisini um tann inniligheit, sum eyð- kennir Gudstrúgvina hjá Trúboðaradóttur við tónleika- íblástri afrikanarum, sigur Lena. Hon hevur útgivið tríggjar fløgur, og tann fjórða er á veg. Hendan verður ein live-innspæl- ing við nýggjum donsk- um lovsangum, sum verður upptikið á eini gudstænastu í Keyp- mannahavn tann 1. apríl. Byrjaði sum 11 ára gomul Tónleika karriera henn- ara byrjaði í smáum í hvítusunnusamkomuni Betania í einum lítlum landsbýi. Báðir brøður hennara spældu guitar í sunnudagsskúlanum, og tá Lena var 11 ár, skrivaði hon sín fyrsta sang. – Eg framførdi hann fyri beiggja mínum, sum vísti mær, hvussu eg kundi spæla sama sang, men við øðrum akkord- um. Hann inspireraði meg, tað hevði við sær, at eg valdi at sita inni og spæla guitar heldur enn at fara út at spæla, minn- ist Lena. Síðani kom glið á tón- leikin. Lena varð leiðari fyri barnakórinum í sam- komuni, tá hon var 12 ár og gjørdist seinni leiðari fyri ungdómskórinum í samkomuni, sum tá hevði 40 luttakarar. Tá hon var 14 ár framførdi hon fyrstu ferð solosang; hetta var á einum útifundi í Jútlandi. Síðani varð hon biðin um at luttaka við trimum sangum á eini bandútgávu, sum løgdu lunnar undir hennara egnu útgávur Som en blomst (1988), At være (1994) og Det der betyder noget (1999). Nøkur ganga til psykolog Íblásturin til bæði gomul og nýggj løg heintar hon í gerandisdegnum og gjøgnum bøn. Nógvir av sangum hennara eru vorðnir til undir trongum korum, tað vil siga í truplum umstøðum, har hon hevur fingið Guds hjálp. –Nøkur ganga til psykolog. Onnur yrkja. Eg skrivi sangir, greiðir Lena frá. Hon er mamma at tveimum børnum og dagrøktarmamma. Tað er sum um alt gongur upp í eina hægri eind. Við Harrans hjálp hevur tað eydnast Lenu at samantvinna familjulív, arbeiði og tónleik. Lena Løbner Vegger syngur gospel og vísusangir við afrika- rútmum. Nú í mars mánaði kemur hon til Føroya fyri at savna eitt stórt kór. Hagstova Føroya Á Hagstovuni er eitt starv sum fulltrúi leyst at søkja Starvsinnihaldið Í høvuðsheitum er uppgávan at arbeiða við vinnuligum og øðrum búskaparligum hag- tølum, sum liggja til grund undir ymsum uppgerðum. Eitt nú til uppgerð av tjóðarroknskapi gera vit sonevndar deildarroknskapir fyri allar pri- vatar vinnur, kommunurnar sum heild, landskassan og donsku statspartarnar í Føroyum. Starvið verður serliga at vera við í arbeiðinum við hesum deildarroknskapum, men kann saktans umfata aðrar hagtals- uppgerðir í sambandi við búskapin annars. Persónurin og útbúgvingin Brúk er tí fyri einum fólki við góðum innliti í roknskaparviðurskifti og skili fyri samfelags- búskapi, sum dugir at arbeiða við mest van- ligu telduforritum og sum ikki óttast at fara í holt við forriting. Tað er ein fyrimunur at kenna eitt sindur til forriting í SQL ella øðr- um forritingarmáli, men ikki eitt krav kortini. Hóast tað krevst at tú sjálvstøðugt ert førur fyri at loysa uppgávurnar tú fert at sita við, fert tú at hava tætt samstarv við aðrar bú- skaparfrøðingar, teldufyrisiting og skriv- stovufólk á stovninum. Til starvið krevst útbúgving sum cand.polit., cand.oecon., cand.merc. ella bachelor út- búgving í búskaparligum/fíggjarligum læru- greinum. Arbeiðsplássið Hagstovan er fyrst og fremst eitt víttfevnandi stað, har ið tú fært innlit í avgerandi og aktuell samfelagslig viðurskifti, tí umframt at lýsa samfelagið í regluligum uppgerðum, eru vit eisini við í lýsingini av øðrum aktu- ellum viðurskiftum, sum stinga seg upp. Alt sum vit framleiða av vitan og upplýsing er til at kunna borgararnar um, so at ein partur av flestu uppgávum er at hava samskifti við onnur. Løn og treytir annars Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og avvarandi fakfelag, og setanarøkið er fyrst og fremst Hagstovan, men eisini Fíggjarmálastýrið í síni heild. Umsóknarfreist og annað Umsóknin skal vera okkum í hendi í sein- asta lagi 15. mars 2000, og starvið skal verða sett so at byrjast kann í seinasta lagi 1. apríl 2000. Nærri fæst at vita um starvið frá Hagstovuni tlf. 352028. Eykaaðalfundur Boðað verður til eykaaðalfundar á Parnass- inum á Hotel Hafnia hósdagin 9. mars 2000, kl. 19.30. Fundarskrá: Lógarbroytingar. Havnar Handverksmeistarafelag Skorsteinssóparin Hvalvík • Tel. 422456 Brenniovnur av merkinum Alta til sølu Ovnurin er spildurnýggjur og er bert brúktur eina ferð til roynd er leyst at søkja frá 1. apríl 2000 til 31. oktober 2000. Starvið umfatar umsiting av vinnuskránni og annað fyrifallandi skrivstovu- arbeiði. Umsøkjarar við HH-prógvi ella royndum inn- an skrivstovuarbeiði hava fyrimun. Løn og setanarviðurskifti verða ásett eftir sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Starvs- mannafelagið í lønarflokki 8. Umsóknir saman við prógvum o.ø. verða at senda til Toll- og Skattstovu Føroya, Streym- oyar øki, Postboks 3139, 110 Tórshavn í seinasta lagi tann 16. mars 2000. Toll- og Skattstova Føroya, Streymoyar øki Avloysarastarv á Toll- og Skattstovu Føroya, Streymoyar øki El-lærlingur Søkt verður eftir el-lærlingi at byrja skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Í dag starvast 6 fólk í fyritøkuni, og vit gera allar vanligar el-innleggingar, stýringar, alarmskipanir, edv-installatiónir v.m. Um hetta hevur tín áhuga, er tú vælkomin at senda eina skrivliga umsókn. Nærri upplýsingar fáast á telefon 213313 ella 443313. EL-TEKNIK Sp/f Telefon 443313 ella 213313, fax 443314 E-mail: elteknik@post.olivant.fo FO-520 Leirvík Handil í Havn søkir aðrar handlar at geva út eitt regluligt lýsingablað saman við. Bill.mrk. 590781 Útbjóðing Vegna Almanna- & Heilsumálastýrið verða arbeiðini í sambandi við bygging av Lands- stovni í Klaksvík fyri autistar og onnur, boðin út í almenna lisitatión. Bygningurin, sum er 514 m2 stórur, hevur tveir høvuðsbygningar, sum eru saman- bundnir við einum millumbygningi. Kjallari er undir millumbygningi og øðrum høvuðs- bygningi. Arbeiðstøkurnar eru: Sum høvuðsarbeiðstøka: Jørð-, kloakk-, betong-, timbur- og snikk- araarbeiði. Sum fakarbeiðstøkur: Múrara-, málara-, gólváleggingar-, HVS- og el-arbeiði. Útbjóðingartilfarið fæst við at gjalda kr. 2.000,- fyri hvørja arbeiðstøku, á konto nr. 1598920 í Føroya Banka. Síðsti dagur at biðja um útbjóðingartilfar er fríggjadagin 10.3.2000. Útbjóðingartilfarið verður sent arbeiðstakarunum í viku 10- 11/00. Tilboðini skulu sendast ella latast: Bygginevndini fyri Landsstovn fyri autistar og onnur, N. Pálsg. 32, 700 Klaksvík, í aftur- latnum brævbjálva, merktur: Landsstovnur fyri autistar og onnur Innkomin tilboð verða latin upp, mikudagin 29. mars 2000 kl. 11.00 á Býráðsskrivstov- uni í Klaksvík og kunnu tilboðsgevarar vera hjástaddir. Sakaris Guldbro Byggifrøðingur • 520 Leirvík Tlf. 443354 GÓÐIR BRÚKTIR BILAR TIL SØLU Merki Árg. Ford Escort 1,8 Diesel 94 Fiat Cinquecento 95 Fígging kann útvegast Velbastaðvegur 110 Tórshavn Tel. 317300 - 217300