mikudagur 8. oktober 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 193 - 8. oktober 2008
23
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
- Tú kanst siga, at vit raknaðu við, meðan dysturin varð
spældur
Andreas Herzog, Eysturríki
Saman við hinum
landsliðsspælarunum
møtti Rógvi Jacob
sen eisini, tá lands
liðshópurin savnaðist
á miðdegi. Hinvegin
er Andreas Lava Olsen
úr Víkingi ikki tøkur
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Saman við Andreas Lava
Olsen hevur Rógvi Jacobsen
staðið á bíðilistanum hjá
landsliðsvenjaranum, men
tað er lítið sannlíkt, at mál
sókni klaksvíkingurin verð
ur tøkur til dystin leygardag
in.
Eg havi tosað við bæði
Rógva og Klæmint Isaksen,
sum er fysioterapeutur hjá
okkum. Og tað er sera
ivasamt, um Rógvi er førur
fyri at spæla leygardagin.
Hann spældi fyri fyrstu ferð
í fleiri vikur, tá KÍ spældi
móti ÍF seinast, men hann
er ikki so væl fyri, sum
hann vanliga plagar at vera.
Skaðin hevur gjørt, at hann
als ikki hevur vant í fleiri
vikur, men vit ætla so at
nýta komandi dagarnar til
at fáa eina gjøllari meting
av, hvussu hann er fyri.
Mín vón er so, at vit
kunnu hava Rógva við, tá
vit fara til Litava mánamorg
unin. Avrikini, sum hann
longu hevur framt á lands
liðnum, tala fyri seg, so eg
vóni, at hann er ein av teim
um, sum vit kunnu brúka í
tí dystinum, sigur Jógvan
Martin Olsen, landsliðsvenj
ari.
Andreas Lava Olsen stóð
eisini á sonevnda bíðilistan
um, tá landsliðshópurin
varð
kunngjørdur,
men
hann verður so ikki tøkur til
dystirnar leygar og miku
dagin.
Eg eri byrjaður at venja
aftur, men enn eri ikki til
reiðar at spæla dyst. Og so
slettis ikki landsdyst, sigur
Andreas, ið sum vera man
harmast um, at hann ikki
kann vera við til júst hendan
dystin. Ein dystur, sum í so
nógvar mátar er søguligur
fyri føroyingar.
Rógvi helst
við til Litava
Við 10 landsliðsmálum er Rógvi Jacobsen metmaðurin á
føroyska landsliðnum. Landsliðsvenjarin vónar, at Rógvi
verður partur av hópinum, sum mánadagin fer til Litava
Leygardagin byrj
ar Klaksvík Inter
national, har ikki
færri enn fýra stór
meistarar eru millum
luttakararnar
talv
Tíðindaskriv
Talvsamband Føroya og
Klaksvíkar Talvfelag skipa
fyri Klaksvík International
2008 í døgunum 11. 18.
oktober 2008.
Talan er um sera for
kunnuga
kapping.
Ikki
minst tí, at talan er um sterk
astu talvkapping, sum telv
að er í Føroyum nakrantíð !
Meðalstyrkin á luttakarun
um er 2429.
Heili 4 stórmeistarar og 2
altjóða meistarar, luttaka,
saman við føroyingunum
Heina Olsen, Martin Poul
sen og Olaf Berg. Telvað
verða 9 umfør „allir ímóti
øllum“.
Serliga spennandi verður,
hvørt lokali Heini Olsen
megnar at vinna sín triðja
og seinasta IMnorm í kapp
ingini á heimavølli sum
harvið tryggjar honum heit
ið Altjóða Meistari í Talvi
(IM). Evnaríku ungu
havnatelvararnir
Martin
Poulsen og Olaf Berg hava
somuleiðis møguleikan av
álvara at taka av tilboðnum
um at byrja IMleiðina, um
úrslitini laga seg eftir vild.
Telvað verður í Klaksvík
fimleikahøllini við musik
skúlan. Altjóða
dómarin,
Arild
Rimestad,
verður
dómari, meðan Finnbjørn
Vang,
fyriskipari,
leiðir
kappingina.
Krútsterk kapping
í Klaksvík
Telvararnir
Telvari
Tjóð
Rating
GM Sarunas Sulskis
Litava
2573
GM Gawain Jones
Ongland
2548
GM Miroslav Grabarczyk
Pólland
2516
GM Ralf Åkeson
Svøríki
2484
IM Tapani Sammalvuo
Finnland
2464
IM Esben Lund
Danmark
2425
FM Daniel Semcesen
Svøríki
2402
FM Heini Olsen
Føroyar
2376
Martin Poulsen
Føroyar
2281
Olaf Berg
Føroyar
2227
FAKTA
Føroysku telvararnir fáa
sítt at síggja til, tá sterkasta
talvkappingin í føroyskari søgu fer
av bakkastokki leygardagin