Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-08, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. oktober 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 193 - 8. oktober 2008 ] - Hatta var mín fyrsti og størsti váti vøttur á landsliðnum, sigur Andreas Herzog, sum spældi á eysturríkska miðvøllinum í 1990. Í dag er hann hjálpar- venjari hjá lands- liðnum Fótbóltur Jákup Mørk umsett frá APA jakup@sosialurin.fo Dysturin hjá Føroyum móti Eysturríki var fyrsta royndin hjá Føroyum í altjóða und­ ankapping, og Herzog sigur, at teir valla tímdu at taka uppgávuna í álvara. ­ Vit hugsaðu, at um vit spældu væl, so vunnu vit 10­0. Spældu vit illa, so vunnu vit 3­0. So tú kanst siga, at vit raknaðu við, meðan dysturin varð spæld­ ur, sigur Herzog um dystin, har timbursølumaðurin úr Sandavági, Torkil Nielsen, eftir 61 minuttum gjørdist tjóðarhetja. Fram til hetta hevði eyst­ urríkska liðið nakrar góðar møguleikar, men teir vórðu allir skammiliga misnýttir. Ikki minst av stóru stjørn­ uni, Toni Polster. ­ Eg minnist eg tosaði við hann undir dystinum. Eg segði »Toni, nú mugu vit fáa gongd á«. Einasta svarið, sum hann gav mær, var »Herzal (lítli Herzog, blðm.), tak tað nú róligt«. ­ Tað var hart. Fólk flentu eftir okkum á gøtuni, og tapið kostaði eisini Josef Hickersberger starvið sum venjari. Men tað var sam­ stundis okkara egna skuld, og tað noyddust vit at taka ábyrgdina av. Eisini hóast talan var um eina altjóða skomm, sigur Herzog. Miðvallarin, sum tá var 22 ára gamal, spældi í Landskrona sín 21. av til­ samans 103 landsdystum. Men hvørki hann ella nakar av liðfeløgunum høvdu ork­ una at koppa dystinum, eft­ ir at Føroyar høvdu skorað. ­ Aftan á 1­0 málið vóru vit fullkomuliga groggy, og eg haldi ikki, at vit veruliga skaptu nakrar møguleikar eftir hetta. Og onkursvegna kanst tú siga, at vit als ikki fataðu, hvat tað var, sum hendi. Men hóast talan var um eina altjóða eyðmýking, sum Herzog ongan tíð fyrr ella seinni hevur upplivað, so dugir núverandi hjálpar­ venjarin kortini eisini at skemta eitt sindur um hend­ ingina. Saman við áleyparanum Peter Pacult skuldi Herzog nevnliga til doping­roynd eftir dystin, men tað helt hann sjálvur vera heldur óneyðugt. ­ Vit spurdu UEFA­eftir­ litsmannin, um hann var púrasta óður í høvdinum. Hvussu ólukkan kundi hann halda, at vit vóru dopaðir, soleiðis sum vit spældu! ­ Júst tað er kanska nakað, sum eg kann flenna eftir í dag. Men tapið er framvegis nakað, sum nívur okkum, sum spældi við handan dyst­ in, sigur Andreas Herzog. Jákup er tøkur Jákup á Borg noyddist skaddur av vøllinum, tá B36 um vikuskiftið vann 5­4 á EB/Streymi. Eftir dystin óttaðist spælarin, at hann nú noyddist at geva avboð til landsdystin móti Eysturríki, men so galið verður tað neyvan. – Eg var hjá Klæminti Isaksen, fysioteraputi, í gjár, og talan tykist ikki vera um veruligan vøddaskaða. Har er okkurt, sum argar eitt sindur, og eg venji ikki mikudagin, men hósdagin verið eg nokk partur av venjingini, og eg rokni við at vera tøkur leygardagin, sigur Jákup á Borg við portalin. Dýr Føroya-ferð Tað er ikki bara hjá føroyska kringvarpinum, at hugsað verður um sparingar í løtuni. Úr Eysturríki ljóðar, at ferðin til Føroya er somikið dýr, at sjónvarpsfelagið, ORF, sum sendir dystin, bert sendir tann eina frásøgumannin til Føroya. Viðmerkingar um spælið, analysir og annað verður síðani gjørt úr studio í Wien, og hetta er nakað, sum eysturríkarar als ikki eru vanir við. Tá føroyski lands- liðsvenjarin í síðstu viku luttók á fundi fyri landsliðsvenjarar í Wien, var tað næstan eingin endi á, hvussu nógv fjølmiðlafólk úr Eysturríki vildu vita um føroyska landsliðið Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í síðstu viku vóru landsliðs­ venjarar stevndir saman til fundar í eysturríkska høv­ uðsstaðnum Wien. Europ­ iska fótbóltssamgongan UEFA var vertur, og stevnan varð hildin í kjalarvørrinum av EM endaspælinum, sum fyrr í summar var í Eystu­ rríki og Sveis. Millum mongu luttakar­ arnar var føroyski venjarin Jógvan Martin Olsen, sum leygardagin fyri seinastu ferð fer at hava ábyrgdina av landsliðnum á heima­ vølli. Føroyski venjarin hevur fleiri ferðir áður luttikið í slíkum stevnum, sum eru á skránni annað hvørt ár, men hann hevur ongantíð kent sovornan útlendskan áhuga fyri føroyska landsliðnum, sum hann hesa ferð kendi tað frá pressuni í Eysturríki. ­ Tað vóru nógv fjølmiðla­ fólk, sum vildu vita, hvussu tað stendur til á føroyska landsliðnum. Og um vit rokna við, at tað fer at bera til nú leygardagin at endur­ taka tað, sum eysturríkarar minnast so væl kom fyri í Landskrona fyri átjan árum síðani, greiðir Jógvan Mart­ in Olsen frá. Á miðdegi í dag fóru venj­ arin og spælararnir undir fyrireikingarnar til stóru avbjóðingina, sum tað verð­ ur, tá ið Eysturríki seinna­ partin leygardagin verður mótstøðuliðið. Hvat svaraði tú eystur­ Tapið nívur framvegis Eysturríki í bíðirøð hjá Jógvan Martini Andreas Herzog er í dag ovasti í landsliðsleguni hjá Eysturríki. Formliga heitið á starvi hansara er team manager Mynd: Polfoto/AP