Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-08, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. oktober 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 193 - 8. oktober 2008 ] Vóru óhepnir Miðlarnir í Eysturríki hava úr at gera við at tosa við fyrrverandi landsliðsspælarar um skommina, sum teir áttu ábyrgdina av í Landskrona á sinni. Ikki óvæntað er ein av spælarunum Toni Polster, sum í drúgt áramál var størsta stjørnan í eysturríkskum fótbólti. – Vit vóru ótrúliga óhepnir handan dystin. Eg veit ikki, hvussu ofta eg rakti hasa topphúgvuna hjá málverjanum ella stólpan, tók stóri áleyparin heldur speiskliga til. Hickersberger hjá Krankl Josef Hickersberger, sum var venjari hjá Eysturríki í 1990, og sum aftur var venjari til EM-endaspælið í summar, verður ein av teimum, sum fer at gera sínar viðmerkingar um dystin á Tórsvølli leygardagin. Hickersberger fer at hyggja at dystinum á eini lokalari ítróttabar, sum fyrrverandi stórspælarin Hans Krankl, eigur. Og eftir dystin fer hann so at geva síni skoðsmál um avrikið hjá landsmonnum sínum. Sum upphiting til stórdystin leygardagin fer Sjónvarpið hjá Kringvarpinum at senda Landskrona dystin móti Eysturríki Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Leygardagin klokkan 16 verður dysturin, sum tey flestu rokna sum ein tann størsta hjá føroyska fót- bóltslandsliðnum í nógv ár. Fyri framman stendur Eysturríki, og tað vekir sjálvandi bæði stór og gleðilig minni hjá hvørj- um tí einasta føroyska fót- bóltsfjeppara. Sjónvarpið sendir sjálv- andi frá dystinum, og leygardagin verður talan hálvavegna um fótbólts- marathon á skíggjanum. Sum upphiting fer Sjón- varpið nevnliga at senda minniliga dystin frá Landskrona, tá Føroyar bastu Eysturríki, og byrj- ar hetta klokkan 14. - Tað eru jú liðin 18 ár síðani, at hasin dysturin varð spældur. Og tey, sum í dag eru um 20 ár og yngri, hava kanska als ikki sæð dystin. Tey hava sjálvandi hoyrt um hetta og helst eisini sæð málið hjá Torkili, men ikki dyst- in í síni heild. Tí kom hetta hugskotið fram, og tað vann alt fyri eitt frama her í húsinum, sigur Tórð- ur Mikkelsen í Sjónvarp- inum. - Og so kann tað eisini vera stuttligt hjá okkum øðrum at síggja hendan dystin aftur. Nógv verður í dag kjakast, um nøkur framgongd hevur verið síðani, so nú kunu fólk gera sína egnu meting, um tey síggja báðar dyst- irnar. Og verður meira gjørt burtur úr hesaferð, enn tit vanliga gera til lands- dystir? - Tað verður sjálvandi eitt sindur eyka. Vit tosa í løtuni um, hvat og hvussu vit gera hetta. Men eg fari so ikki at nevna smálutir- nar her og nú, sigur Tórð- ur Mikkelsen, sum sjálv- andi verður av teimum, sum fara at siga frá dyst- inum leygardagin. ríksku pressuni? - Tað sama, sum eg fari at siga við spælararnar og við allar føroyingar. Tað er, at tað er týdningarmikið, at vit hava í huga, hvørjar fyri- treytirnar vóru í 1990 bæði hjá eysturríkska liðnum, sum stutt frammanundan hevði luttikið í HM enda- spæli í Italia. Og hvørjar fyritreytirnar vóru hjá før- oyska liðnum, sum ongantíð áður hevði luttikið í undan- kappingardysti. - Ta ferðina høvdu okkara spælarar hundrað prosent fokus á stóru uppgávuni, sum var fyri framman, og tað hevði stóran týdning. Um vit megna at halda okk- um til sama útgangsstøði og sama fokus, sum Føroyar høvdu fyri átjan árum síð- ani, so verður útgangsstøðið leygardagin, sum tað eigur at verða, staðfestir venjarin. Føroyar vekja ans Á FIFA listanum hevur før- oyska liðið ongantíð verið niðari, enn tað nú er tað. Orsøkin er sjálvandi tann, at úrslitini ikki hava verið nóg góð til at hildið tørn um plaseringina, sum fyri ikki so nógvum árum síðani var á 112. plássi á FIFA list- anum ella næstan 90 pláss hægri, enn liðið nú er at finna. Tá Føroyar síðst spældu á heimavølli, var tað ímóti Rumenia. Tá var stórur dent- ur lagdur á verjuspælið, og tað var ikki frítt, at tepra 1- 0 tapið og royndin síðsta hálva tíman at javna vakti ans kring heimin. 21. november í fjør var føroyska liðið í Modena í Italia. Tá var úrslitið 3-1 til italsku heimsmeistararnar. Millum teir landsliðsvenj- ararnar, sum luttóku á fund- inum í Wien, og sum før- oyski venjarin prátaði við, var venjarin hjá enska lands- liðnum. Tað er italiumaðurin Fabio Capello. Tá Føroyar fyri knøppum ári síðani spældu í Modena, var Capello viðmerkjari hjá sjónvarpinum, og nú hann hitti føroyska venjaran, end- urtók hann skoðsmáli, sum hann segði seg hava givið føroyska liðnum í italska sjónvarpinum: - Fokus hjá honum var ikki á italsku heimsmeistar- unum, men heldur á før- oysku amatørunum. Hann hevði á orði, at okkara lið var sera væl skipað og við røttum hugburði og fokus. Sjálvandi er tað hugaligt at hoyra ein sovornan kapasitet geva okkara liði eitt sov- orðið skoðsmál. Eg var sera væl nøgdur við hugburðin og avrikið í Italia. Vit vóru hundrað prosent savnaðir um uppgávuna. Verjupartur- in var sera væl frágingin. Samstundis megnaðu vit at spæla okkum til málmøgu- leikar, og Rógvi skoraði eitt mál. Um vit fáa fatur í hes- um leygardagin, vera væl skipaðir og samstundis lúra eftir møguleikunum, so hava vit tikið fyrsta stigi ímóti møguleikanum fyri, at úrslitið ímóti Eysturríki fyri átjan árum síðani kann endurtakast, sigur Jógvan Martin Olsen. Stevnan í Wien var frá næstsíðsta sunnukvøldi og til mikudagin fyri einari viku síðani. Millum teirra, sum løgdu fram, vóru eisini brasilski Carlos Perreira og Aragones úr Spania. n Jógvan Martin Olsen hevur ongan tíð áður upplivað slíkan áuga fyri føroyska landsliðnum, sum hann gjørdi tað í Wien fyri viku síðani Landskrona á skíggjanum Málið hjá Torkili eftir 61 minuttum hava tey flestu sæð. Leygardagin verður møguleiki at síggja allan Landskrona- dystin, tá samlaði føroyski fótbóltsheimurin fær eitt nostalgi-trip aftur til 1990