Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-08, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. oktober 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 193 • 08. okt. 2008 MIÐvIkaN 27 Ein sera lýsandi søga um polit­isku skipanina í Et­iopia er søgan um Tesfaye Gabiso og hansara vinfólk. Het­t­a er bæði ein ræðusøga og eisini ein ót­rú­lig søga um dirvi hjá ungum fólki, sum hildu fast­ um sína sannføring, hóast­ avleiðingin eins væl kundi verið deyðin Við byrjanini av kollveltingini í 1974 var stórur eldhugi millum fólk. Kirkjan ásannaði eisini, at tørvur var á broytingum. Eitt stig, sum í sær sjálvum var sera positivt, var royndin at fáa lært fólk at lesa og skriva. Allir studentaskúlar vórðu stongdir eitt ár, og næmingarnir vóru sendir út á bygdirnar at undirvísa fólkinum. Kanska var tankin góður, men hetta riggaði als ikki. Tað var mest býarung­ dómur, sum varð sendur út til bygdirnar, men hetta var ein heilt onnur verð hjá teimum eisini. Nógv av hesum trivust yvirhøvur ikki. Tað var javnan, at tey eisini fingu sálarligar trupulleikar og máttu sendast heim aftur. Ein vansi var eisini, at hetta skapti ólag á hjá teimum, sum lósu við stongdu skúlarnar. Hesir næmingar og lærarar fingu serligar eyðkennisbúnar við kommunistiskum bringumerkjum á. Tá ið komið varð í eina bygd var gingið í skrúgongu gjøgnum hana. Hetta hendi eisini í bygdini Shakisso. Teirra millum var eisini Tesfaye Gabiso, sum gjørdi sína borgaraskyldu. Hann kom í kirkju sunnudagin eftir saman við einum lítlum bólki av øðrum studentum. Hetta var vandamikið fyri teir, tí tað kundi væl frættast til eitt hægri stað. Tesfaye var sera virkin innan kirkjuliga økið, og hetta var ikki væl tolt av myndugleikunum. Kristin ungdómur var skomm fyri kommun­ istisku leiðararnar Í 1979 vóru hóphandtøkur av kristnum ungfólki í Yirgalem, har Tesfaye nú búði. Orsøkin var ein veking millum skúlaungdóm í býnum, sum avgjørt ikki dámdi myndugleikunum. Tesfaye var ein av teimum leiðandi í hesi veking. Hann dugdi væl at syngja, og hann skrivaði eisini kristnar sangir. Hann hevði sungið inn á kasettir og hevði eisini sungið í eini kristnari útvarpsstøð, sum nú var stongd av myndugleikunum. Tí var hann eitt væl kent navn í Etiopia. Ein slík veking var ein skomm fyri kommunistisku leiðararnar og mátti tí steðgast. Hetta var ímóti øllum, sum teir stóðu fyri. Teir høvdu sínar sneytarar, sum kundu peika út teir mest virknu. Tískil vóru 17 av hesum ungu handtikin, og sum leiðari var Tesfaye ein av teimum. Tesfaye Gabiso lat seg ikki kúga Lesandi vóru send út at læra fólk at lesa og skriva. Tesfaye var ein av teimum til sín. Tey hava so eisini seinni tikið Lydiu. Seinni hava tey ættleidd ein etiopiskan drong, Lemita, sum nu er 17 ára gamal. Tey eru øll í Íslandi, Lydia er við tveimum børnum. Margrét og Benedikt komu eitt skeið aftur til Konso í 1994­97, men tá var eg farin heim. Norðuratlantiskur barnabólkur Tá ið tosað verður um børn kann vera nevnt, at Ingun Gisladóttir, sum var í Etiopia árini 1955­ 1972, og eisini var í Konso, tók Aster til sín. Hon var fødd í 1958 og býr í Etiopia. Tískil kann sigast, at tey fimm Aster, Lydia, Paulus, Jákup og Jóhannes komu at vera roknað sum ein “norðuratlantiskur bólkur” av etiopiskum børnum. Felags fyri øll hesi børnini var, at tey høvdu mist mammuna sum nýføðingar. Tey føla seg øll sum systkin. Hetta er eisini tí, at tey hava verið á barnaheimi saman. Ingun fór heim med alla í 1972 av sjúku, og hon doyði í 1981. Margrét og Benedikt fóru heim í 1972 og komu ikki fyrr enn 20 ár seinni aftur til Etiopia. Tískil kom eg at hava nógv við øll hesi børn at gera. Havi tí eisini havt áhuga at fylgja við, hvussu tað gongst teimum. Margrét og Benedikt saman við Gisla og Katrin vóru í Konso, tá ið eg tók Jóhannes og Jákup til mín. Tey hava tískil eisini fylgt við, hvussu tað hevur gingist teimum báðum. Tíbetur kann sigast, at tey eru øll komin hampiliga væl fyri. Benedikt og Margrét hava javnan verið aftur í Etopia og eisini í Konso ferðast. Margrét sigur, at viðurskiftini broytast til tað betra í Etiopia, men hetta hendir sera spakuliga. Addis Abeba verður útbygdur sum ein býur í Europa, men tað skal ikki farast langt fyri at koma til stórt fátækradømi. Úti á bygd eru líðandi broyting­ ar til tað betra. Hetta er so eisini galdandi fyri Konso. Margrét var her í fylgi við beiggja sínum Helga Hróbjarts­ son, sum hevði møti í missións­ húsum kring landið. Hann umboðaði saman við norðmonn­ um Flymisjonen, sum hevur trúboðaravirki í Guinea Bissau og í Suðuretiopia. Hesir vóru eisini við í Føroyum. Helgi byrjaði í 1967 sum trúboðari hjá Norsk Luthersk Missionssamband í Waddera, sum var nakað langt í ein landnyrðing úr Konso. Men frá 1993 til 2004 hevði hann egið flogfar. Hetta nýtti hann til neyðhjálpararbeiði, eftir at kommunisman var fallin í 1991. Hann brúkti tað eisini tilflutning av sjúklingum. Hetta var nógv skjótari og tryggari enn tann vanliga beringin. Helgi vísti film millum annað frá Etiopia. Her sást ein oyggj í eini á, har tað búðu 250 fólk, og hesi høvdu sítt egna mál! Helgi hevði annars verið virkin í neyðhjálpararbeiðinum í sam­ band við hungursneyðina í 1974. Hesum greiðir hann frá á heima­ síðuni: www.flymisjonen.no. Her sigur hann millum annað, at tað var ringt at síggja hungr­ andi fólk standa i langari bíðirøð eftir mati. Men enn verri var tað, at síggja fólk detta deyð niður av hungri, meðan tey stóðu í bíðirøðini. Íslendingar, sum eg annars arbeiddi saman við, vóru Skúli Svavarson, kona hansara Kjelrun Langdal, sum er norsk. Tey vóru í Gidole og Konso 1967­ 76. Afturat teimum arbeiddi eg saman við hjúnunum Jónas Thórisson og Ingibjørg Ingvards­ dóttir (1973­1987). Tað hava eisini verið aðrir íslendskir trúboðarar á øðrum støðum, sum eg havi samstarvað við. Tað var stuttligt at hitta Margrét nakrar dagar í Føroyum. Vit arbeiddu saman í Etiopia, og vit hava eisini havt nógv samband okkara millum, síðan vit eru komnar heim aftur. Benadikt og Margrét við Paulus og Lydiu Trúboðarabørn kom væl útav tí við tey lokalu børnini ➘