Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-08, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. oktober 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 28 nr. 193 • 08. okt. 2008 Her var ikki talan um ákærur ella rættarsak. Men hetta var so vanligt hesa tíðina, at eingin varnaðist júst hetta. Í staðin royndu kommunistarnir at fáa hesi ungu at avnokta sína kristnu trúgv. Lovaðu teir hetta, sluppu teir leysir beinanvegin. Men hetta noktaðu teir avgjørt, hóast ymiskar snildir vóru nýttar. Hetta kundu kommunistarnir ikki lata sita á sær, so teir máttu fáa hjálp frá floksskrivstovuni í Addis Abeba. Teir sendu nakrar eysturtýskar ráðgevarar, sum kendu til nýtslu av torturi. Hesir skuldu duga røttu snildirnar. Ein háttur var at noyða hesi ungu at grulva í runu frá fongsli­ num til ein fótbóltsvøll nærindis. Teir máttu ikki hyggja til síðis. Gjørdu teir tað, fingu teir sløg víð pískinum á ryggin. Tá ið teir komu fram, vórðu teir hongdir við beinunum upp eftir og blivu bukaðir við lurkum. Hetta gjørdi tó ongan mun. Tey ungu stóðu vit sítt. Síðan vóru teir førdir oman til áarbakkan, har hermenninir tóku teir ein í senn út í ánna og hildu teimum undir vatnið so leingi, at teir vóru um at drukna. Hetta vikaði heldur ikki hesi ungu. Trúboðararnir máttu gera okkurt fyri at hjálpa teimum. Hetta var ikki lætt, tí eftirlitið var strangt. Men teir syrgdu í loyndum fyri, at tíðindini um hesa viðferð vórðu kend í útlandinum. Fyrst í Noregi og síðan í Týsklandi og Englandi. Hetta vakti sjálvandi stóran ans. Hetta ræddi eisini myndugleik­ arnar, sum góvust við júst hesi framferðini. Eysturtýskararnir vórðu sendir avstað aftur, haðani teir vóru komnir. Men tey ungu blivu sitandi í fongsli, har tey fingu nógva vitjan. Hetta gjørdi, at tey vórðu flutt til eitt fongsil longur burtur, har eingin fekk vitjað tey. Tá ið hetta heldur ikki hjálpti, vórðu tey send aftur til Yirgalem at sita. Tann lokali floksleiðarin var í øðini um, at hann ikki fekk bilbukt við hesum ungu. Hann føldi tað sum eitt persónligt niðurlag. Fleiri ferðir kom hann sjálvur til fongslið, har hann hótti við deyðarevsing, um tey ikki tóku annað skinn um bak. Tey vistu, at henda hóttan var verulig, men tey lótu seg ikki rokka. Ein vælkomin hemorida Ein dagin kom Tesfaye á sjúkra­ húsið saman við tveimum poli­ tistum. Norski læknin Sigmund Lende fekk eitt prát við hann og fekk at vita, at hann var komin vegna eina hemoridu, sum plágaði hann. Sigmund helt, at Tesfaye mátti heldur koma við sær inn á skurstovuna. Hetta var nú mest eitt páskot fyri at kunna práta við hann í friði og náðum. Sigmund spurdi, hvussu hann hevði tað. Tað var ikki so galið! Men eina tíð hevði hann sitið í einum skoti. Hvussu leingi? Jú, tað var í seks mánaðir, dag og nátt. Her var so trongt, at antin mátti hann standa ella sita húkandi. Læknin fekk sær nú eitt páskot fyri at leggja Tesfaye inn á sjúkrahúsið. Hann segði, at hetta var neyðugt fyri at viðgera hemoridina. Hetta varð annars vanliga orðnað ambulant. Vaktarmaðurin leinkjaði fótin á Tesfaye fastan í songina, og setti seg við songina við byrsu, so hann ikki skuldi rýma. Skjótt frættist, at Tesfaye var innlagdur, og fólk komu streym­ andi alla staðni frá at vitja hann. Tey komu enntá í bussum. Tey lurtaðu eftir honum, meðan hann sang sínar kristnu sangir, sum hann hevði skrivað í fongslinum. Vaktarmaðurin lurtaði eisini. Hann hevði bert fingið boð um at forða Tesfaye at rýma. Ikki at forða honum at syngja! Eina ferð var tíðin farin, og hann mátti aftur í fongslið. Kamburin Í 1983 fór Sigmund Lende heim til Noregs í farloyvi. Áðrenn hann fór, vildi hann fegin vitja Tesfaye. Tað eydnaðist honum at koma inn, og hann fekk høvi til at tala við Tesfaye. Tað var ikki nógv, teir fingu talað saman, av tí at fangavaktarin stóð hjá. Áðrenn teir skiltust, tók Tesfaye ein lítlan pakka, rætti Sigmundi hann og segði: “Hetta skal tú eiga sum eitt lítið minni frá mær,” segði hann. Sigmund opnaði pakkan, meðan fangavaktarin stóð hjá. Inni í lá ein trækambur, sum hann hevði gjørt. Í skaftinum á kambin­ um hevði hann við snotiligum stavum á amharinja og enskum máli brent skriftorðið: “Tí at lívið er mær Kristus, og deyðin ein vinningur.” Filip 1,21. Sigmund segði mær, at hetta var eitt av teimum dýrmætastu minnum, sum hann hevði við sær, tá ið hann fór heim. Nakað eftir hetta kom Tesfaye aftur til viðgerðar her á sjúkrahúsi­ num, og tá fekk eg høvi at skifta nøkur orð við hann. Eg spurdi hann, hvussu leingi hann og hinir høvdu sitið í fongsli fyri Kristi navns skuld. “Í meira enn fýra ár,” segði hann. “Hvussu hevur tú tað nú?” spurdi eg. “Á, eg eri so glaður,” svaraði hann, meðan andlitið skein sum ein sól. Eg kann ikki siga annað enn, at eg kendi ein sting í hjartanum. Her stóð eg, fræls og frí, meðan hesin ungi maður við ríkum evnum og góðari útbúgving sat inni síni bestu ungdómsár. Eg og fleiri við mær vitjaðu hann í fongslinum nakrar ferðir. Vit komu ikki inn í fongslið, men vit tosaðu saman gjøgnum hegnið, sum var um fongslið. Her vóru ringar umstøður sum í øðrum fongslum. Tað regnaði gjøgnum takið og hyljar vóru á gólvinum í regntíðini. Eg fekk eisini prátað við fleiri av hinum, sum sótu í somu søk. Amnesty kemur inn í myndina Nú hendir tað, at Amnesty Inter­ national kemur inn í myndina og góðkennir hesi ungu sum samvitskufangar. Hetta førdi til ein streym av brøvum til myndug­ leikarnar í Etiopia. Nú merktist broyting í hugburð­ inum móti hesum fangum. Men tá høvdu teir eisini sitið í seks ár. Hetta er enn ein váttan um, at arbeiðið hjá Amnesty loysir seg. Slíkar stjórnir eru sera sárar um sítt umdømi í útlandinum. Tesfaye var síðan innkallaður til floksskrivstovuna sum umboð fyri allan bólkin. Nú skuldu tey bara lova at halda seg frá kristiligum møtum fyri at verða slept leys. Men hetta noktaði Tesfaye blankt. So varð hann aftur sendur í fongslið. Men stutt eftir vórðu kortini øll latin leys, og nú var tað bert við eini áheitan um at halda seg frá kristiligum virksemi. Hetta svaraðu tey nú heldur ikki til. Aftur tikin: Nú skuldu tey hava rættartrygd! Á páskum 1988 varð Tesfaye aftur tikin. Orsøkin var, at hann saman við 35 ungum kristnum hevði hildið páskir í eini kirkju í Dilla sunnanfyri Yirgalem. Løgreglan fylgdi væl við tí, sum tey gjørdu, sum høvdu sitið føst. Løgreglan stormar kirkjuna og tekur tey øll. Men hesa ferð tordu myndug­ leikarnir ikki at lata tey sita uttan rættarsak, tí teir óttaðust útlandið. Nú skuldi tað vera ordan í! Tað skuldi reisast ákæra, og so skuldi dømast sambært landsins lógum. Trupulleikin var bert, hvat tey skuldu ákærast fyri, tí alment var jú trúarfrælsi í landinum. Eftir at tey høvdu verið til drúgvar avhoyringar, endaði tað eisini við, at tey øll vórðu slept leys aftur. Tesfaye kom á prestaskúla í Kenya, og hann er nú prestur í heimbygdini. Hann giftist í 1995 og tey eiga í hvussu er eina dóttir. Í 1998 var Tesfaye á eini møti­ røð í Noregi. Tey sum hava áhuga kunnu síggja og hoyra Tesfaye syngja við at fara inn á Google og leita eftir hansara navni. Næstu ferð Í komandi parti koma vit millum annað at hoyra um trøllakonuna Sui. Framhald­ andi verður greitt frá atsókn­ unum móti teimum kristnu Norðmaðurin Sigmund Lende, sum hevur verið lækni i Yrgalem, hevur skrivað bókina Dobbel Ild, sum eisini umrøður persónar í hesi greinarøð, sum Elsa kendi. Upplýsingar um hesar persónar eru eisini fingnir úr hesi bókini Tesfaye Gabiso kann bæði síggjast og hoyrast syngja á alnótini