Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-08, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. oktober 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 193 - 8. oktober 2008 29 Stutt Sagt Gates trýr upp á sigur Fyri nøkrum døgum síðani segði ovastin fyri teimum bretsku herdeild­ unum í Afghanistan, gen­ eralurin Mark Carleton­ Smith, at teir fremmandu hermenninir í Afghanistan kunnu ikki vinna kríggið har við hermegi. Men amerikanski verju­ málaráðharrin, Robert Gates, er ikki samdur við bretska generalinum. Gates ásannar, at mótstøð­ an hevur verið harðari, enn roknað varð við, men hann sigur seg kortini vera sann­ førdan um, at kríggið verður vunnið. Tað einasta er, at tað fer at taka longri tíð enn ætlað, sigur hann sambært BBC. Mark Carleton­Smith er tó ikki einsamallur um sína áskoðan. Fyrr hava talsmaðurin hjá teimum útlendsku hermonnunum, Richard Blanchette, og serligi ST­sendimaðurin í Afghanistan, norðmaðurin Karl Eide, mælt til samráðingar fyri at fáa enda ófriðinum. Russland lovar afturtøku Russiski generalurin Marat Kulakmetov, sum er ovasti fyri teimum russisku friðarvarðveit­ andi herdeildunum í Suðurossetia , segði í gjár, at herurin fer at beina burtur allar tær seks eftirlitsstøðirnar, sum hann hevur í Suðurossetia. Hann segði einki um, hvussu verður við eftirlits­ støðunum í Abkhasia. Sambært friðaravtaluni, sum franski forsetin, Nicolas Sarkozy, fekk í lag við russisku leiðsluna, skulu teir seinastu russisku hermenninir fara úr Suð­ urossetia í seinasta lagi í morgin. Ein talsmaður hjá ES­eygleiðarunum, sum eru í Georgia, segði í gjár, at boðini frá russiska herovastanum boðaðu frá góðum, men at eygleið­ ararnir fara at halda eygað við, at boðini verða hildin. Russland hevur viður­ kent Suðurossetia og Abkhasia sum sjálvstøðug lond, og russiski forsetin, Dmitrij Medvedev, hevur fyrr sagt, at tann viður­ kenningin verður ikki broytt. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Okkara fremsta trygdarpolitiska mál er at drepa Osama bin Laden og at knúsa al-Qaeda Barrack Obama útlond Tað eydnaðist ikki leiðarunum í teimum størstu ES-londunum at semjast um eina felags ætlan at hjálpa fíggjarkervinum Ætlanin við toppfundinum fyrradagin var at finna eina semju um, hvat skal gerast, um ein av teimum heilt stóru evropeisku bankunum kemur í so svára kreppu, at hann má fáa hjálp fyri at hóra undan. Men eygleiðarar siga, at tað var sera torført at fáa eyga á nakað veruligt uppskot, og tí endaði fund­ urin eisini semjuleysur. Formaðurin í ES­nevnd­ ini, José Manuel Barroso, segði seg kortini vera væl nøgdan við tað, sum kom burtur úr fundinum í Berlin millum leiðararnar í Týsk­ landi, Fraklandi, Bretlandi og Italia. Hann vísti á, at tey fýra londini góvu hvør øðr­ um lyfti um at samarbeiða fyri at sleppa undan einari kreppu á tí evropeiska fíggj­ ar­ og bankamarknaðinum. Undan fundinum í gjár varð tosað um, at teir fýra leiðararnir kanska fóru at semjast um ein hjálpar­ ella bjargingarpakka við 700 milliardum dollarum eins og tann í USA, men tað varð av ongum. Danski professarin Per H. Hansen heldur, at tað er óheppið, at eingin semja fekst, tí soleiðis sum støðan er, hevur Evropa onga ætlan, um tað skuldi hent, at ein av teimum stóru evropeisku bankunum kemur í trupulleikar. ­ Evropeiski Miðbankin kann hjálpa við gjaldføri, men hann hevur ongan møguleika at lata einstøkum bankum nýggjan pening, sigur Per H. Hansen, sum er professari á Handils­ háskúlanum í Keypmanna­ havn, við DR. Undan valdystinum í Nashville var John McCain langt aftan fyri Barrack Obama, men hann misbrúkti høvið at taka seg inn á kappingarneytan ­ John McCain fekk møguleikan, men tók ikki av. Tað var niðurstøðan hjá teimum flestu viðmerkjar­ unum aftan á sjónvarpsdystin í Nashville í nátt millum tey bæði amerikonsku for­ setavalevnini. Flestu við­ merkjarar hildu, at John McCain var meiri ágangandi og greiður í hesum dystinum enn í tí fyrsta, men at hann kortini ikki megnaði at vinna ella í hvussu er ikki nóg greitt. ­McCain megnaði ikki at geva hyggjarunum ta neyðugu trygdarkensluna, var viðmerkingin hjá CNN­ serfrøðingunum aftan á orðaskiftið. Teir flestu útlendsku við­ merkjararnir, sum vóru í Nashville, høvdu somu upp­ fatan. Danski USA­tíð­ indamaðurin Thomas Falbe segði við DR í morgun, at John McCain megnaði ikki at toga seg inn á Barrack Obama, og norski USA­tíð­ indamaðurin Harald Stang­ balle segði stutt, at Barrack Obama vann dystin. Ligið sjóvarfallið av sær Politiskir eygleiðarar siga, at tað var sera umráðandi hjá McCain at vinna sjón­ varpsdystin hesaferð. Teir vísa á, at McCain tapti tann fyrsta dystin, sum var í síðsta mánað, og at Sarah Palin tapti sín sjónvarpsdyst ímóti Joe Biden í síðstu viku. Tí var dysturin í nátt avgerandi fyri Mc Cain, men hann megnaði ikki at vinna. Tað sást eisini á mein­ ingakanningunum. Í einari kanning, sum bleiv gjørd aftan á orðaskiftið í nátt, søgdu 54 prosent av teimum spurdu, at Barrack Obama vann. Bara 30 prosent hildu, at John McCain vann. Mill­ um annað vóru fólk yvir­ høvur samd um, at Obama var greiðari, tá tað snúði seg um fíggjarkreppuna, og hvussu USA skal koma burtur úr henni. Í teimum landsumfatandi meiningakanningunum fær Barrack Obama undirtøku frá í meðal 49 prosentum, og John McCain liggur um 44 prosent. Munurin kann tykjast stórur, men enn er einki avgjørt, skrivar NTB. Tað eru tó teir eygleiðararnir, sum halda, at McCain er ov seinur á sjóvarfallinum. ­ Dysturin er liðugur. McCain hevði møguleikan, men megnaði ikki at brúka hann, segði CNN­viðmerkj­ arin James Carville í nátt. McCain mátti vinna men tapti Barrack Obama vann sjónvarpsdystin í Nashville ímóti John McCain Mynd: Polfoto Eingin evropeisk bjargingarætlan Silvio Berlusconi og Angela Merkel aftan á leiðarafundin Mynd: Polfoto