hósdagur 9. oktober 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 194 - 9. oktober 2008
Av praktiskum
orsøkum var køkurin
í dansihøllini hjá
Dansifrøi fluttur,
og tað hevur skapt
so stórt órógv, at
arbeiðið heilt er
steðgað
BYGGING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Málið um bygningin hjá
Dansifrøi niðanvert høllina
á Nabb hevur verið uppi og
vent í miðlunum fleiri ferð
ir.
Av fyrstan tíð varð tað
lagt út sum at bygningurin
var stoyptur upp speglvent
av tekningini, men hetta var
kortini ikki so. Í uppruna
ligu tekningini vendi dansi
høllin eystureftir móti R. C.
Effersøsgøtu, men eftir at
byggiloyvi var givið, flutti
býráðið bygningin aftur og
fram umframt at kravt varð,
at byggiøkið varð lækkað
2,8 metrar.
Vit í bygginevndini
mettu tá, at eftir flytingina
fór virksemið í bygningin
um at verða so mikið órógv
að av eitt nú ferðsluni á R.
C. Effersøsgøtu, at tað fór
at ganga út yvir bæði tiltøk
í húsinum og útleigumøgu
leikunum. Tí gjørdu vit av
at flyta køkin frá vestaru
síðu av bygninginum til
eystaru síðu, sigur Høgni
Mikkelsen,
formaður
í
bygginevndini.
Flytingin av køkinum
førdi so við sær, at rýming
arleiðirnar eisini vórðu flutt
ar frá eystursíðuni til vestur
síðuna. Men hetta góðtók
Tórshavnar kommuna ikki
og kravdi, at rýmingar
leiðirnar vórðu fluttar aftur
til vestursíðina út móti R.
C. Effersøsgøtu.
Tí varð gjørt av, at fáa
nýggjar broyttar bygnings
tekningar sendar inn til
kommununa, har køkurin
varð minkaður, so pláss var
fyri teimum báðum neyð
útgongdunum eystur móti
R. C. Effersøsgøtu. Hetta
var gjørt 18. august og 17.
september,
sigur
Høgni
Mikkelsen.
Responsurin frá Tórshavn
ar kommunu er, at nú er tal
an um eitt heilt nýtt byggi
mál, og bygginevndin sten
dur sum Kánus.
Vilja til semju
Tá stríðið tók seg upp, hótti
umsitingin við fútabanni,
men tá valdi bygginevndin
sjálv at steðga byggingini.
Hetta hendi 2. juli, so nú
hevur arbeiðið staðið stilt í
fleiri enn tríggjar mánaðir.
Vit hava regluligt sam
band við býráðið, og sam
skiftið hevur alla tíðina ver
ið sera positivt. Men vit
mugu ásanna, at tað dregur
út, sigur Høgni Mikkelsen.
Samstarvið við býráðið
er sum nevnt gott, og gjør
dur er ein samstarvsavtala
við Tórshavnar kommunu
um at ungdómurin frá Mar
garinfabrikkini fær innivist
í dansihølunum hjá Dansi
frøi, har tey eisini fáa egin
hølir til bæði skrivstovu/
fundarhøli og goymslu.
Bæði
borgarstjórin,
kommunustjórin og politik
arar sum heild eru sera
positivir og fyrikomandi,
og tí er tað so ørðkymlandi,
at tað gongur so seint við
viðgerðini,
sigur
Høgni
Mikkelsen.
Bíðitíðin fer tó ikki heilt
til spillis. Bygginevndin
kannaralternativar
orku
møguleikar, og hevur verið
í samband við bæði persón
ar og virkir við vitan innan
ljós, hita og ventilatión.
Tá bygningurin er inni
lokaður er ætlanin, at seta
ein arbeiðsbólk, sum saman
við
bygginevndini
skal
koma við hugskoti til litir
og annað, ið kann hugna
um hølini.
Gamalt mál
At byggingin steðgaði
gongur sjálvandi út yvir
arbeiðstakarar og tíðarætlan.
Men tíbetur hava arbeiðs
takarar
verið
ógvuliga
tolnir, og tað eru vit sera
takksamir fyri, sigur Høgni
Mikkelsen.
Hann væntar annars, at
dansihøllin fer at standa
liðug umleið átta mánaðir
eftir, at arbeiðið verður
tikið upp aftur.
Tá talan er um eitt
áhugafelag ber illa til bara
at trýsta og krevja. Tað
vinnur tú lítið við. Tað er
nógv betri at samráðast seg
fram til loysnirnar, sigur
Høgni Mikkelsen.
Talan er annars um eitt
rættiliga gamalt mál, bæði
so og so. Tað var longu í
januar mánaði 1973, árið
eftir, at Dansifrøi varð stovn
að, at felagið søkti um
byggiloyvi hjá órshavnar
kommunu fyrstu ferð.
Síðani tað hevur málið
við jøvnum millumbilum
verið uppi og vent á aðal
fundunum, og partur av
limagjaldinum hevur verið
markaður til ein húsa
grunn.
Uppruna ætlanin var, at
fleiri feløg skuldu húsast í
sama bygningi, men tað
dróg út við bygging av
hesum
húsinum,
sum
kommunan skuldi byggja,
og seinni tók felagið so
støðu til at byggja egin
hølir. Nú í vár var komið so
mikið langt, at klárt var at
fara undir bygging, men so
steðgaði málið altso fyrst í
juli, tá bygginevndin sjálv
steðgaði arbeiðinum.
Nú er so einki annað hjá
bygginevndini at gera, enn
at bíða til umsitingin hjá
Tórshavnar kommunu er
liðug at viðgera seinastu
broytingina.
Bíða eftir býráðnum
Høgni Mikkelsen, formaður í
bygginevndini, frammanfyri
dansihøllini hjá Dansifrøi
Mynd: Jens Kristian Vang
Partabrævahandil lamin
Allur handil við partabrøvum er steðgaður á børsinum í Íslandi, eftir
at fíggjareftirlitið yvirtók Kaupthing Bank. Tað boðar OMX frá í
tíðindaskriv. »Orsakað av óvanligum marknaðarumstøðum hevur
Nasdaq OMX Iceland gjørt av, at steðga øllum handli á
partabrævamarknaðinum fyribils. Partabrævamarknaðurin letur upp
aftur komandi mánadag«, skrivar OMX sambært blaðnum Børsen.
Avgerðin er tikin eftir at fíggjareftirlitið tveir fylgjandi dagar hevur
yvirtikið tríggjar teir størstu bankarnar í Íslandi.
Einasta broytingin er, at køkurin er fluttur úr vestaru síðu í eystaru