hósdagur 9. oktober 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 194 - 9. oktober 2008
- Eg trúgvi einki
upp á, at íslendsku
bankarnir fara at
krevja tey lánini, teir
hava í føroyskum
fyritøkum, aftur-
goldin beinanvegin,
sigur Sigurd Poulsen,
landsbankastjóri
FÍGGJARKREPPA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Í gjár yvirtók íslendska
stjórnin tveir av trimum
teimum størstu bankunum í
Íslandi, Landsbankin og
Glitnir. Í dag hendi so tað,
at eisini størsti bankin í
landinum,
Kaupthing
Banki,
hoyknaði
undir
altjóða fíggjarkreppuni og
varð yvirtikin av íslendska
fíggjareftirlitinum.
Hetta hendi hóast bankin
hevði fyrireikað seg upp á
kreppuna, og hevði minkað
um virksemið í Íslandi.
Kaupthing hevði gjøgn
um longri tíð fyrireikað seg
til niðurgongd í fíggjar
marknaðunum, serliga í
Íslandi, eftir at tað gjørdist
greitt, at íslendska krónan
gjøgnum fleiri ár hevur
verið ov sterk, sigur for
stjórin í Kaupthing, Sigurð
ur Einarsson við Børsen.
Hann sigur, at kreppan á
fíggjarmarknaðunum førdi
við sær, at álitið millum
bankar hvarv. Harvið gjørd
ist alt verri at lána pening
millum
bankarnar,
sum
eisini tóku framman undan
givnar tilsøgnir um kreditt
aftur.
Tá tað gjørdist greitt, at
triðstørsti bankin í Íslandi,
Glitnir Bank, var í trupul
leikum, og at íslendska
stjórnin ætlaði at yvirtaka
75% av aktivunum í bank
anum, útloysti tað eina ketu
reaktión, sum eingin megn
aði at steðga.
Ávirkar ikki
føroyingar
Tað er væl kent, at íslendskir
bankar fíggja fyritøkur í
Føroyum, og tí er áhugavert
at vita, hvussu kollapsið í
íslendska búskapinum ávirk
ar her heima hjá okkum.
Men
Sigurd
Poulsen,
landsbankastjóri, sigur, at
føroysku fyritøkurnar neyv
an hava nakað at óttast.
Fyritøkur í Føroyum,
sum hava lán í íslendskum
bankum, hava tað kanska
ikki so lætt, men eg trúgvi
einki upp á, at bankarnir
fara at krevja lánini útgoldin
við brestin. Tað hevði
merkt, at fyritøkurnar máttu
seljast – helst fyri ein undir
prís – og so missa bankarnir
virði, og tað eru teir neyvan
áhugaðir í, sigur Sigurd
Poulsen.
Hann sigur, at burtursæð
frá, at vit og íslendingar í
stóran mun framleiða somu
vøru, so er samskiftið mill
um tjóðirnar annars ikki so
stórt.
Landsbankastjórin væntar
sostatt, at hóast fíggjar
kreppuna í Íslandi og yvir
tøkuna hjá íslendsku stjórn
ini av bankunum, so liggur
áhugin hjá teimum framveg
is í at varðveita tey virðir,
sum teir fíggja – eisini í
Føroyum.
So alt í alt fer íslendska
fíggjarkreppan
ikki
at
ávirka føroyingar í serligan
mun.
Íslendska fíggjarkreppan ávirkar ikki føroyingar
Sigurd Poulsen,
landsbankastjóri
Tað tók einar tveir
tímar at fáa seyðin
av Lítlu Dímun og
umborð á Jóhonnu
í morgun. Líkindini
vóru vánalig og tann
eini árabáturin, sum
skuldi brúkast til
flutning millum land
og skip, varð tikin av
eini hvirlu, holvdist
og sakk
HEystFJøll
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í gjáramorgunin fóru einir
32 mans út í Lítlu Dímun á
fjall. Líkindini vóru ivasom,
og sum dagurin leið, vísti
tað seg, at menninir sluppu
ikki av aftur oynni, tí ókyrra
var í sjónum.
Fjallmenninir
hava
tí
ligið veðurfastir á Lítlu
Dímun í nátt, men í morgun
fóru teir so undir at fáa
seyðin av oynni.
Glaðustrok
Hermann Olsen, sum eigur
eina hálva gyllin í Lítlu
Dímun, sigur, at líkindini í
morgun heldur ikki hava
verið nakað serlig, men
heldur vánalig.
Hann hevur verið meira
sunnan í ættini í morgun.
Tað hevur verið frískur
vindur, og stundum er
glaðustrok. Jóhanna hevur
ligið úti fyri klettinum og
hevur tikið ímóti seyðinum.
At føra seyðin millum land
og skip brúka vit vanliga
árabátar, men í morgun tók
ein hvirla tann eina bátin,
sum holvdist og sakk.
Báturin hongur nú uppi í
Jóhonnu.
Hermann sigur, at hvørki
fólk ella seyður var í bátin
um, tá hendingin fór fram.
Tá Sosialurin frætti av
Lítlu Dímun um 11tíðina í
morgun, høvdu teir umsíðir
fingið allan seyðin umborð
á Jóhonnu.
Tað er meira seyður á
oynni í ár enn seinasta ár.
Talið, sum er tikið til slát
urs, er 218. Vit hava tikið 8
seyðir á gyllina, meðan
talið vanliga plagar at liggja
millum 6 og 7. Eg haldi, at
seyðurin
er
hampiligur,
kanska miðal, sigur hann.
Aftrat sluppini Jóhonnu,
hevur útróðrarbáturin Báran
úr
Hvalba
eisini
siglt
ímillum Hvalba og Jóhonnu
við fólki.
Hermann sigur, at tað tók
einar tveir tímar at fáa allan
seyðin av oynni.
Ikki vandaleyst
Nú er bara fólkið eftir, og
gongst sum ætlað, sleppa
vit av oynni í dag. Líkindini
eru ikki góð, men heldur
vánalig.
Hann sigur, at tað bøtir
um støðuna, at hann er
sunnan í ættini, nú fólkið
skal flytast av oynni, tí farið
verður í bátin har norðuri á
oynni.
Nei, líkindini eru heldur
vánalig, men vit vóna, at alt
fer at gangast væl. Vit eru
allir í bjargingarvestum, tá
vit ferðast millum oynna og
skip, og tað er sjálvsagt ein
tryggleiki í sær sjálvum.
Hermann Olsen sigur, at
eitt er at fáa seyð og fólk av
oynni, men hann væntar, at
Jóhanna ikki fær nakran
góðan túr um fjørðin.
Hvussu verður við
árabátinum, sum er sokkin
og hongur aftur úr skipinum,
vita vit ikki, men siglt verð
ur helst spakaliga heimaftur,
leggur hann aftrat.
Í Lítlu Dímun eru tvey
hús, og í nátt høvdu teir 32
menninir nóg mikið av mati
til náttina og dagin.
Árabátur sakk í Lítlu Dímun
Tað er ikki bara sum at
siga tað at vera á fjalli á
Lítlu Dímun, tá líkindini
ikki eru tey bestu. Nú
var so nógv útliðið, at
hvalbingar hildu, at
seyðurin mátti takast
av oynni
Le Clézio vinnur Nobelprísin
Nobelprísurin í bókmentum fer í ár til Fraklands. Tað er franski
rithøvundurin JeanMarie Gustave Le Clézio, sum á miðdegi í
dag fekk handaðan prísin. Franskmaðurin fær prísin millum
annað tí hann er »rithøvundur av nýggjum genrum, poetiskum
eventuri og sensuellum ekstasum«. Við heiðrinum fylgja eisini
10 milliónir svenskar krónur. Le Clézio 23 føddur 13. apríl 1940
í Nice. Foreldrini vóru enskir statsborgarar, og hansara fyrsta
skaldsøga kom út í 1963 og nevndist »Frágreiðing um Adam«.
Kursirnir á veg upp
C20indeksið yvir 20 tær størstu børsskrásettu fyritøkurnar í
Danmark lá á miðdegi trý prosent hægri enn í gjár. Harvið
hava kursirnir ligið í pluss síðani handilin byrjaði í morgun.
Tað merkir, at næstan allar fyritøkurnar í indeksinum hava
havt framgongd. Enntá stóru bankarnir, sum seinastu
dagarnar hava upplivað stórt fall, hava framgongd í dag.
Nordea gongur fram við 5% og Danske Bank við 4%. Bert
Vestas av teimum 20 størstu fyritøkunum gongur aftur við
einum prosenti.