Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. oktober 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 194 - 9. oktober 2008 Íslendska kvinnan, sum leitað varð eftir í Føroyum týsdagin og mikudagin, varð um 15.10- tíðina í gjár funnin deyð á sjónum á leiðini millum Slættanestanga og Múlan norðarlaga í Vestmannasundi Vanlukka Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Seinnapartin í gjár fann bjargingarbáturin Loytn­ anturin í Vestmanna hina 61 ára gomlu íslendsku kvinnuna, sum eingi lívs­ tekin hava verið til síðan sunnudagin, tá hon seinast brúkti sítt visakort í Kolla­ fjarðardali. Mánakvøldið um 23­ tíðina fóru fólk at órógvast um kvinnuna, tí eingin hevði sæð ella hoyrt nakað frá henni aftur, og týsdagin varð farið at leitað. 61 ára gamla Vargerður Brand kom til Føroya fríggjadagin, og tað sein­ asta nakar visti, var, at bilurin, sum hon hevði leig­ að, stóð norðast ella vestast í bygdini í Vestmanna. Leitað hevur verið uppi á landi og fram við landi, og leitað hevur eisini verið við bátum og tyrlu. Í gjár kundi so løgreglan vátta, at líkið av eini kvinnu varð funnið norðarliga í Vestmannasundi klokkan 15.10 – á leiðini millum Slættanestanga og Múlan. Helst omandottin Tá Sosialurin tosaði við vakthavandi í gjár, kundi ikki við fullari vissu sigast, at hetta var líkið av íslend­ sku kvinnuni, men allar ábendingar vóru um, at so var. ­ Út frá teimum upplýs­ ingum, sum vit hava fingið úr Íslandi um eitt nú smykkur og skurðviðgerð, sum kvinnan hevur fingið, er eingin ivi. Vakthavandi segði í gjár, at onkur ábending er um, at kvinnan kanska hevur verið áhaldsin og er omandottin. ­ Hon hevur fingið skurð­ viðgerð fyri mjødnina, og ivasamt er, um hon hevur verið serliga væl gongd. Sum vit hava skilt, dámdi henni væl í náttúruni og onkur merkir, sum kvinnan hevur fingið, kundu bent á, at hon er omandottin. Men, sum vakthavandi tók til, at eingin veit frá einum at siga. Málið kannast Vakthavandi á Politistøðini sigur í morgun, at slík mál sum hesi altíð verða kannað – í størri ella minni mun. ­ Ætlandi verður líksýn í morgin, og ætlandi kemur onkur av familjuni heim úr Íslandi í morgin, um tey sleppa vegna floglíkindi. Vakthavandi sigur, at við líksýni verður roynt at stað­ festa, hvussu viðkomandi er deyður – og hvør deyðs­ orsøkin er. ­ Um hetta ikki kann sigast við vissu við líksýn, kann líkið kannast nærri. Løgreglan sigur, at einki er, sum bendir á, at kvinnan hevur gjørt av við seg sjálva, men slíkt er ógjør­ ligt at siga við fullari vissu. ­ Tað fyriliggur einki um slíkt, og familjan hjá kvinn­ uni í Íslandi dugir heldur ikki at skila tað, sum er hent – og hví tað hendi. Tey eru ikki vitandi um nakað, sum kann geva ábendingar um, at hon ikki tímdi at liva lívið, sigur vakthavandi. Doyði á ferðini í Føroyum Í kvøld fara Monika Stauss Joensen og Fiona Bechmann at hava konsert í Fuglafjarðar kirkju. Tær fara at framføra á violin og flygul. Eftir konsertina verður kaffi og prát konsert Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tær eru báðar kendar á tónleikapallum í Føroyum. Monika Stauss Joensen, sum hevur sínar røtur í Sveits og er gift Ingvardi Joensen í Leirvík og Fiona Bechmann, sum kemur úr Onglandi og er gift Torben Bechmann. Tær høvdu fleiri konsertir saman, meðan Fiona búði í Føroyum, og tær framførdu bæði í Føroyum og London. Sambandið teirra millum hevur verið varðveitt alla tíðina, og nú Fiona aftur er á tónleikavitjan, fara tær báðar at hava konsert í Fuglafjarðar kirkju í kvøld klokkan 20. Eftir konsertina verður boðið til kaffi og hugnaligt prát, og øll eru hjartaliga vælkomin. Eins og Monika Stauss Joensen, hevur Fiona eisini sett síni fingramerki innan føroyskt tónleikalív. Hon er útbúgvin pianistur og sello­ leikari á Trinity College of Music í London. Fiona arbeiddi sum lærari í Føroya Musikkskúla árini 1986­1989, og hon gjørdi fleiri útvarpssendingar um tónleik. Hon hevur eisini spælt í Føroyar Symfoni­ orkestri. Fiona og maður hennara Torben, sum er hálvur føroyingur, búgva nú saman við børnunum sínum í Onglandi. Á konsertini í Fugla­ fjarðar kirkju fara Monika Stauss Joensen og Fiona Bechmann at framføra verk eftir eitt nú Mozart, Mendelssohn, Grieg og Hubay. Áhugaverd konsert í Fuglafirði Monika Stauss Joensen og Fiona Bechmann Íslendska kvinnan er fingin til lands í Vestmanna og verður flutt í bili til Havnar Mynd: Birgir W. Høgnesen 2,4 miljardir til fiskivinnuna ES samtykti fyrr í heyst bretsku ætlaninar fyri fiskivinnuna fram til ár 2013. Av teimum 2,4 miljardum krónunum, sum brúkast skulu í bretsku fiskivinnuni, rindar ES 1,3 miljardir krónur. Peningurin skal brúkast til at nútímansgera skip og virkir, umframt at ein partur fer til havnabyggingar. Í fyrsta lagi skal fiskiflotin regulerast til fiskiskapin, og í tí sambandi er ætlanin, at fiskiflotin skal gerast meira effektivur og umhvørvis­ vinarligur. Peningurin kann eisini brúkast til fyribils veiðibann – ella til keyp av fiskiloyvum. WWF góðtekur aling ­ Vit eru ikki ímóti at brúka náttúruna til vinnulig enda­ mál, soleingi hetta fer fram á burðardyggan hátt og við atliti til náttúruviðurskifti. Tað segði aðalskrivarin í WWF (Heimsnáttúrustovninum) Rasmus Hansson, á altjóða aliráðstevnuni AquaVision í Stavanger herfyri. Sambært einum tíðindaskrivi hjá WWF vísti Rasmus Hansson á, at Noreg tekur umhvørvisavbjóðingar í álv­ ara, men at alivinnuni tørvar WWF fyri at koma víðari. WWF samstarvar nú formelt við størsta alifelag í Noregi, Marine Harvest.