hósdagur 9. oktober 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 194 - 9. oktober 2008
- Vit mugu syrgja
fyri at blanda alt í
ein peruvelling, tá vit
tosa um fosturtøku.
Tá onkur er í støðuni,
har fosturtøka kann
koma upp á tal, er
líkamikið hvat er
rætt religiøst og ikki.
Fosturtøka er ikki
nakað mann skal
diskutera um. Tað er
ein álvarsligur trupul-
leiki, ið má loysast,
sigur Heidi Andrea-
sen, ið er við í leiðsl-
uni í Aborthjálp
Fosturtøka
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Aborthjálp er ein felags
skapur, ið hevur verið til í
nøkur ár. Fyri kortum komu
Heidi Andreasen og Jón
Joensen við í leiðsluna í
felagsskapinum, ið er stovn
að av dønum, sum ikki meta
at viðurskiftini í Føroyum
eru virðilig fyri kvinnur, ið
hava tørv á abort.
Eg haldi als ikki at abort
er nakað mann skal kjakast
um. Tað er snøgt sagt ein
trupulleiki, ið skal loysast.
Hyggja vit eftir tí, so gloym
ir mann altíð kvinnuna í
støðuni. Tað kann gott vera,
at eg ikki hevði fingið mær
abort av átrúnaðarligum
orsøkum, men tá ein kvinna
ynskir abort, má hon fáa
loyvi til tess, tí um hon ikki
fær hana, so gevur tað
álvarsligar fylgjur, sigur
Heidi Andreasen. Hon legg
ur afturat, at hvørja ferð
mann tosar um abort í
Føroyum, so blandar mann
alt í ein peruvelling, sum
endar við at onki hendir.
Grannalondini hava
fría fosturtøku
Flestu lond kring okkum
hava fría fosturtøku, men
soleiðis er ikki í Føroyum.
Vanligasta loysnin er at fara
niður til Danmarkar at taka
fosturtøku, og tað metir
Heidi Andreasen ikki vera
rætt.
Øll grannalondini hjá
okkum hava fría fosturtøku.
Tað kann gott vera, at nógv
fólk í teimum londunum
halda tað vera skeivt at taka
fosturtøku, men tey hava
sæð fylgjurnar og hava góð
tikið, at frí fosturtøka er
einasti vegurin at loysa ein
sera truplan trupulleika. Eg
skilji ikki, at mann kann
halda, at fólk byrja at hugsa
háfilosofiskt, tá tey veruliga
eru í einari so truplari støðu.
Mann hevur jú eisini sæð,
at kvinnur hava gjørt álvars
ligan skaða á seg sjálvar, tá
tær ikki hava vitað síni
livandi ráð, tað er hesum vit
mugu fyribyrgja, greiðir
Heidi Andreasen frá.
Tað líkist eisini svartasta
ongum, at bara tey við peng
um, kunnu hava fría abort,
við at fara av landinum at
taka hana. Tað má vera
gjørligt hjá øllum, sum hava
tørv á eini fosturtøku, at fáa
hana við líka stórum møgu
leika, sigur Heidi Andrea
sen.
Vit mugu gerast
meira opin
Í Føroyum verður fosturtøka
vanliga duld sum mans
morð, vanliga verða flestu
fosturtøkurnar gjørdar uttan
lands, og í nýggjari kanning
kemur fram at í mun til
fólkatalið eru serstakliga
fáar fosturtøkur í Føroyum.
Tað er eitt tabu evni.
Kanska fólk eru trýst av
familjuni, men vit mugu
tosað um tað, tí tað ber ikki
til at føroyingar eru so blá
oygdir at halda, at tørvurin
á fosturtøku er minni í Før
oyum enn aðrastaðni, legg
ur Heidi Andreasen dent á.
400 á Facebook
eftir stuttari tíð
Fyri kortum stovnaði Abort
hjálp ein bólk á internet
síðuni Facebook, har fólk
kunnu melda seg uppí
ymiskar bólkar. Nú eru 400
føroyingar limir í bólki
num.
Tá so nógv melda seg
uppí, eftir so stuttari tíð,
mugu vit ganga útfrá, at
nógvir føroyingar eru fyri
fosturtøku. Har er eisini ein
annar bólkur á síðuni, ið er
stovnaður at stuðla føroysk
um kvinnum við fosturtøku,
og har eru 800 limir, fortelur
Heidi Andreasen.
Fosturtøka er ikki nakað at kjakast um
Aborthjálp
Felagið hevur nøkur ár
á bakið, og tað var eitt
danskt tiltak, ið skuldi
stuðla uppundir at fáa
fría fosturtøku til
Føroyar, og nú eru
tveir limir í leiðsluni
Føroyskir. Talan er um
Jón Joensen og Heidi
Andreasen, ið búgva í
Danmark. Tað eru
fimm limir í leiðsluni,
og ætlandi skulu allir
leiðslulimirnir vera
føroyskir í framtíðini.
Ætlanin hjá
felagnum er eisini at
hjálpa teimum, ið hava
tørv á fosturtøku og
ikki hava møguleika
fyri tí sum er.
Felagið hevur verið
nokk so fitt frammi í
miðlunum, við einum
málið um eitt slag av
hálendskum medisini,
ið kann nýtast heilt
fram til níggjundu viku
í barnsburðinum.
Føroyskar kvinnur hava
ikki sama møguleika til
fosturtøku, sum kvinnurnar
í grannalondunum. Tað
ynski aborthjálp at broyta
Mynd: polfoto
Á Landssjúkrahúsinum
eru fosturtøkur sjáld
samari enn í tilsvarandi
sjúkrahúsum í londun
um kring okkum
Fókaháskúlin á Bornholm
ynskir Føroyingar
Skúlin er ein vanligur fólkaháskúli, men tann einasti av sínum slag á Bornholm. Fyrr
hava føroyingar verið á skúlanum, og nú ynskir skúlin at síggja fleiri Vit hava fyrr havt
føroyingar á skúlanum, og tey vóru so góð. Tey vóru so stuttlig og dugdi so væl, sigur
skúlaleiðarin. Evnini á skúlanum er list, listalæra, glas, tónleikur og náttúra. Skúlaárið
byrjar í oktobur og endar í apríl. Næmingarnir búgva á skúlanum, og uppihaldið kostar
1050 krónur um vikuna. Við í skúlagongdini er eisini ein námsferð til Póllands, ið
verður gjørd á hvørjum árið. Mann skal vera minst 18 ára gamal tá mann søkir inn, og
næmingarnir eru í øllum aldri, hóast talan mest er um yngri fólk, ið luttaka á skúlanum.