Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-09, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. oktober 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 194 - 9. oktober 2008 17 Valla mundu hjúnini Arm­ gaard (úr Trøllagili) og Dávur Joensen (úr Gerðum) hugsa, tá tey fyri nú 75 árum síðani sótu við hesum lítla fitta dreingi í føvning­ inum, tíggjundi í røðini, at hann fór at verða kendur í øllum landinum og víða út um landamark fyri síni avrik, bæði andaliga og tímiliga. Gud gav hesum manni eina ótrúliga megi bæði kropsliga og sálarliga. Longu sum smádrongur kom hann til trúgv á Harran Jesus, og tað hevur alt síð­ ani verið eitt eyðkenni hjá Levi – heilt frá ungum av ­ at hann hevur borið boðini fyri høgum og lágum, har hann hevur verið. Beinan­ vegin sum smádrongur helt hann møti fyri dreingjunum í kjallaranum á Vágsheyg­ num. Mangur hevur tikið til hesi møtini, sum í øllum einfaldni vórðu hildin og høvdu síni árin á dreingirnar, sum hesir vuksu til. At Levi dámar at vera millum fólk ­ nógv fólk ­ er ikki so løgið. Í heiminum hjá Armgarð og Dáva kom hópin av fólki gjøgnum árini, umframt framman­ undan eitt stórt húsarhald. Sagt verður um Armgarð, at tá gangurin gjørdist í so nógvur, var nóg mikið, at hon bara við myndugleika lætti høvdinum og hugdi yvir “forsamlingina”, so varð tøgn. Levi giftist við Grethu Nolsøe Olsen, sum er ættað úr Fuglafirði, 20. november 1954. Tey fingu børnini Jóhan Páll, Maluna, Jónu, Rógva og Mirjam og hava ídag 16 barnabørn og 12 langommu­ og langabba­ børn. Longu árið eftir at tey giftust, tá Levi bara var 22 ára gamal, gjørdist hann skipari á “Skálanes,” tá Óli, beiggi hansara varð sjúkur í Grønlandi. Síðani førdi Levi fleiri skip, og fiskaði væl. Millum annað var hann fyrsti skip­ ari á snotuligu “Stellunum”, bæði “Stella Mariu” og “Stella Karinu”. Sjálvur átti hann skipið “Klettur” og var eisini meðeigari á Dáva­ virkinum. Men Levi vildi meiri enn hetta. Eftir at hava verið sera virkin frá ungun av bæði í samkomuni í Bet­ esda, halda møti ymsastaðni í Føroyum, og at halda møti umborð á skipunum, hann var skipari á, fór hann sam­ an við Grethu undir stóra og týdningarmikla andaliga verkið á Malta í Hirtshals, har hópin av sjómonnum og øðrum eru komin á gátt, og har vitjan hevur verið av nógvum føroyingum og útlendingum gjøgnum árini. Runnin eru nú 26 ár, síð­ ani hann av fyrstun tíð fór til Hirsthals at kanna møgu­ leikarnar fyri at gera anda­ ligt arbeiði millum føroysk­ ar sjómenn. Stutt eftir, vóru eini hús keypt til endamálið, og sein­ asta ár var stór útbygging framd, so at í dag síggja við prýðilig, góð, hugnalig og vælegnað høli. Levi er lættur at umgang­ ast, hevur ótrúliga lætt við at koma í samband við fólk, sum er ein góð gáva í hansara arbeiði. Hann hevur altíð verið ómetaliga glaður fyri sang, og tað eru heilt nógvar yrk­ ingar komnar úr hondum og ­ ikki minst ­ úr hjarta hansara. Evangeliski boðskapurin liggur altíð fremstur hjá honum. Ein av sangum hansara verður dagliga sungin av børnum bæði úti og inni: “Á Nazaretsgøtum ein smádrongur gekk...”, har seinasta ørindi sigur: “Hann lív sítt í kærleika livdi so stilt, Hann grøddi tey sjúku, hans andlit var milt, Hann doyði á krossi, men upp aftur stóð; Nú verður tann frelstur, sum trýr á hans blóð”. Hetta hevur altíð verið trongdin hjá Levi; at kunn­ gera evangeliið um Harran! Uttan iva verða tað fleiri, sum á hesum hádegi hans­ ara, nú hann sunnudagin 12. oktober fyllir 75 ár, koma at nevna Esaias 52,7: “Hvussu yndisligir eru ikki á fjøllunum føtur hansara, ið kemur við gleðiboðum, sum boðar frið, sum ber góðan boðskap, sum kunn­ ger frelsu, sum sigur við Zion: “Gud tín er vorðin kongur”. Góði Levi, vit ynskja tær hjartaliga tillukku við føð­ ingardegnum og ein heilsan er eisini til Grethu. Harrin signi tykkum og øll tykkara. Tað hevur verið ein signing at kent tykkum. Bestu heilsanir Betty og Jógvan við Keldu við fjølskyldu So gjørdist Levi Joensen 75 ár Andlát og jarðarferðir Brynjolf Jepsen, Tórs­ havn andaðist týsdagin 7. oktber, 78 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Kirkjugarðskapellinum leygardagin klokkan 13. Marin Elisabeth Grae­ atorex, fødd Jacobsen, ættað úr Sandavági, búsitandi í Derby í Eng­ landi, andaðist 03. okto­ ber, 88 ára gomul. Jarð­ arferðin verður lýst seinni. Andlát og jarðarferðir Brynjolf Jepsen Tórshavn andaðist 7. oktober á Landssjúkrahúsinum, 78 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Kirkjugarðskapellinum leygardagin kl. 13.00. Vegna tey avvarðandi Dagurin 10. oktober. Luther. Sjálvandi ikki komin í álmanakk­ ar­nar sum halgimenni, men dagurin er í luthersku kirkj­uni settur sum minningardagur hansara Tøkk Øllum tykkum, sum við vitjan, gávum, blómum og uppringingum gleddu meg á 75 ára føðingardegnum 17. juli 2008, takki eg hjartaliga. Ein serstøk tøkk til dóttrina. Heilsan Sigrid Jacobsen, Vágur nøvn Óli er farin heim í tann staðin, sum hann sá fram ímóti ígjøgnum sítt lív á foldum. Óli var trúfastur og var ein vitið í missiónini á Toftum, og vildi øllum bara tað besta. Óli og eg kendust í 13 ár, og kom Óli at hava stóran týdning fyri barna­ heimi hjá mær á Skála i heiminum hjá Thominu og Kajberg við familju. Óli var altíð í góðum lag, og altíð áhugaður at hoyra um daglig dagin hjá familjunum, fiskarí, og fylgdi væl við i bygging, sum gekk fyri seg runt umkring. Óli kom at búleikast á Ellis­ heiminum í Runavik í sína síðstu tí, og hoyrdist tað ofta sangur úr hansara kamari, um røddini kanska ikki long­ ur var so kraftig sum fyrr, so sang Óli ofta. Óli er farin heim, men minnini um Óla vera verandi í heimi okkara, sum ein viti sum stóð í øllum veðri. Hvíl í frið góði Óli. Tummas P. Davidsen Minningarorð um Óla Hansen á Nesi -har tað hendir