Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-09, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. oktober 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 194 - 9. oktober 2008 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Nú er so triðja bókin um Dáva í Tjørnuvík útkomin. Tað er Dávur, sum hevur greitt frá, og Sveinur Ísheim Tummasarson, sum hevur skrivað niður. Hetta er bliv­ ið til heilar tríggjar bøkur og nógvar myndir um lívið hjá einum “vanligun” tjørnu­ víkingi gjøgnum nærum eina øld. Dávur er nevniliga føddur í 1911 og hevur upp­ livað stórt sæð alla menning, sum hevur verið í Føroyum, bæði til lands og til sjós. Heilt vanligur er Dávur tó ikki. Hann hevur eitt ótrú­ liga gott minni. Alt, hann hevur greitt frá, er frá minn­ inum, einki er skrivað niður. Hetta saman við góðum taligávum og nokk so fitt av framligheit hevur so givið okkum hesa lívssøgu. Tað er eitt bragd at fáa hetta niður á prent. Tað eru nógvar áhugaverdar lívssøg­ ur farnar í grøvina, og aft­ aná iðra fólk seg um, at ikki varð spurt meira ella at ikki var lurtað meira, tá ið møgu­ leikin var har. Hetta hevur so ikki verið galdandi fyri Dáva. Her er alt niðurskrivað, og tað sum fyrst er niðurskrivað, tað fer ongan veg. Sumt av tí, sum kemur á prent kann tykjast at vera rættuliga “trivielt” hjá teimum, sum lesa tað í dag. Men um 100 ár, ella kanska minni enn tað, verður júst hetta áhuga­ vert. Tá fara granskarar at finna hetta fram fyri at fáa eina lýsing av, hvat ið upptók fólk tá í tíðini. Tí er tað betri at skriva ov nógv enn ov lítið. Sæð út frá hesum sjónar­ miði eru tær fyrru bøkurnar tær mest áhugaverdu. Her verður greitt frá umstøðum og viðurskiftum, sum eru ein heilt annar heimur hjá okkum, sum liva í dag. Nú eru vit komin til nútíðina, sum alt eftir aldri mong minnast. Men kortini eru her fleiri “røvarasøgur”, sum lýsa Dáva serliga væl. Dávur sum tíðindamaður Tann stuttligasta er frásøgn­ in hjá Hera Jacobsen, sum var lærari í Tjørnuvík eitt skifti. Teir komu at kennast væl. Eina ferð, teir báðir eru í Íslandi, skal veitsla vera í Norðurlandahúsinum í Reykjavík í samband við, at tað var fimm ára gamalt. Teir avráða, at teir skulu fara á hesa veitslu. Men her er fullteknað, so her er einki at gera. Men Dávur var sum van­ ligt ikki ráðaleysur. Beiggi Hera, Hermann Jacobsen, gav tá út myndablaðið Eyg­ að. Onkuntíð høvdu teir tosa um at hava okkurt tilfar í blaðnum úr Íslandi. Hetta kemur Dáva til hugs. Hann ringir til røttu viðkomandi og sigur, at hann ætlar at skriva eina grein um hátíðarhaldið til Eygað, og hann hevur myndamann við! Hetta eydnaðist. Dávur fór við á veitsluna sum blað­ maður við Hera sum foto­ graf. Teir vóru so settir til háborðs millum umboð fyri kend bløð í norðurlondum. Dávur hevði ein blokk liggjandi framman fyri sær, meðan Heri hevði eitt lítið fototól av sama slag, sum øll áttu tá. Hetta myndatól sá ikki út av nógvum saman­ borið við útgerðina hjá pro­ fessionellum fotografum. Dávur fær honum líkt prátað seg burtur úr hesum. Grein kom eingin burtur úr. Heri fekk bert eina brúkiliga mynd, og hon var var av Dáva sjálvum. Men veitlsan var bjargað! Henda frásøgnin man vera besta lýsing av Dáva sum finst. Søgan um Sólbrún Dávur var eisini ein undan­ gongumaður at fáa flaka­ virki í Vík. Tað man hava undrað onkran, at virkið kallaðist Føroyskt­Íslendskt Fiskavirki. Men hetta var aftur eitt snildi hjá Dáva. Navnið var fyri at fáa íslend­ ingar at landa har í teirri trúgv, at teir landaðu til sínar egnu. Hetta eydnaðist eisini eina tíð. Tað er eisini áhugavert, har Dávur greiðir frá eini ta størstu vinnufiasko, sum er gjørd í Føroyum, nevniliga trolaran Sólbrún. Sum Dáv­ ur sigur “vóru tað tollarar og sovorðnir”, sum stóðu aftanfyr. Flakavirkið setti kr. 200.000 i hesa verkætlan uppá at skipið skuldi landa til virkið í Vík. Men spælið fekst ongantíð at rigga, og skipið kom nærum ikki til fiskiskap. Tað var selt til Íslands, og har riggaði tað fínt. Men teir, sum settu pening í í Føroyum fyri at spara skatt, fingu ein slíkan fíggjarligan smekk, sum teir ikki gloyma. Sálmurin hjá Jógvan Seinast í bókini er eitt ískoyti við tilfari, sum eisini hevur áhuga. Onkunstaðni kundi meira verið greitt frá. Á síðu 246 er endurgivin sangur, sum var sungin í Reykjavík yvir teir, sum fórust við Ernestinu í 1930, yrktur av Joen Thomassen. Meira verður ikki sagt. Tað serliga áhugaverda við hesum sangi er, at Jógv­ an doyði sjálvur eftir at vera bjargaður í land av Erne­ stinu, og sangurin var funn­ in í lummanum hjá honum. Tað er hetta, sum ger hendan sangin so serligan. Jógvan yrkti ein sang, sum varð sungin yvir honum sjálvum. Tilfarið í bókini tykist ikki at vera serliga væl skip­ að. Tað eru nógvir leysir stubbar við ongari yvir­ skrift. Tað er tí ikki heilt lætt alla staðni at finna ein samanhang í tekstinum. Tað er eitt sindur óheppið Eitt óført er tó við hesi bókarøðini, og tað er leiti­ orðalisti. Tað eru nógvar góðar bøkur givnar út við endurminningum sum hes­ um. Men eftir at hava lisið tær, ber illa til at finna fram aftur tað, sum kundi verið sera áhugavert, tí einki indeks er. Hetta er ein sera óheppin avmarking. Men hjá Dáva er leitiskipan fyri allar tríggjar bøkurnar, og tí er lætt st finna fram til skip, staðarnøvn ella persónar, sum serligur áhugi kann vera fyri. Sjálvsagt eiga øll at ogna sær bøkurnar hjá Dáva. Hóast nógv minnast tíðina, sum skrivað er um í hesum bindi, so verður hetta søga einaferð. Tá fara nógv eisini at leita aftur til hesa seinastu bókina. Men Dávur hevur eisini tryggjað sær, at gloymdur verður hann ikki! ó. Dávur í Tjørnuvík, 3. bind: Hevur verið tíðindamaður eitt kvøld av sínum 97 árum Dávur sum blaðmaður. Myndin er tikin av hansara myndamanni Hera Jacobsen Kápumyndin á bókini um Dáva í Tjørnuvík