hósdagur 9. oktober 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 194 - 9. oktober 2008
15
viðmerkingar
Í Sosialinum 6. okt. 08
verður sagt frá eini sjúku,
sum verður nevnd CTD
(Carnitine Transporter
Defect). Syrgilig sjúka.
Í somu grein verður sagt
frá, at sjúkan helst stavar
frá útbrøgdum. Hon er tí
so vanlig í Føroyum. Eg
veit ikki, hvat eitt útbragd
er, men tíbetur er týðing
sett í parantes - nevniliga
mutatión. Hetta er eitt
internationalt orð og
verður brúkt bæði í
útlendskum læribókum og
millum fólk. Kemur
upprunaliga úr latíni og
merkir broyting. Eg fari at
heita á journalistarnar á
Sosialinum at royna at
varðveita international orð
í blaðnum. Tað ger málið
ríkari, og vit sleppa undan
misfostrum sum útbragd,
(hóast kanska skilt við
okkurt sagnorð). Eitt
sindur minni heimføðilig
verða vit eisini, um vit
royna at brúka og fylgja
upprunatýdninginum av
internationalum orðum,
sum verða almannabrúkt
uttanlands.
Eisini fari eg at heita á
mentamálaráðharran,
Helenu Dam á Neystabø,
at broyta alt orðatilfarið í
skúlunum í matematik,
fysik og kemi, so tær inter-
nationalu málreglurnar
verða galdandi. Til frama
fyri øll okkara sperdu
børn, sum so kundu farið
beinleiðis á internetið at
funnið sær fleiri upplýsing-
ar. Tað hevði hjálpt
ómetaliga væl upp á
trivnaðin.
William Heinesen skriv-
aði fyri nógvum árum
síðan í Varðanum, at før-
oyingar áttu at leita sær
víðskygni í Europa.
Heimføði
Hoyvík
Steingrímur
Weihe
Milliónavís týsku prestar
bóðu fyri Adolf Hitler og sí -
krossins merki blaktraði
víða um lond tað tíð.
Men heidnu hundar allieraðu seg
og manaðu krossins merki vekk -
innaftur í kirkir og missiónshús
prestum til ve og skrekk.
Og prestar biðja so bønliga
um dinosaurar og dagliga breyð -
ið er æviga útdeytt vanta
tí verð hjálpur ongin neyð.
Hallur Andreasen
Her í Føroyum ýður í
ólevnaði so sum porno og
Ugens Rapport. Ei undur í
at fólk ikki trívast og rýma
av landinum. Vit hava
nærum heimsmet í fólka-
fráflyting, fólkatalið í Før-
oyum stendur í stað, hóast
burðaravlopið er av teim-
um hægstu í øllum Evropa.
Hvar fara so øll hesi
fólkini?
Tey rýma helst undan
øllum ólevnaðinum í
Føroyum at finna sær skjól
í øðrum londum. Tey fara
sikkurt har, sum eingin
ólevnaður er, eingi porno-
bløð ella frí rúsdrekkasøla,
og har tað er kravt við lóg,
at tey skulu biðja fleiri ferð-
ir um dagin. Hvat hevði tað
ikki verið deiligt, um Før-
oyar vóru eitt tílíkt paradís,
so høvdu nógv av hesum
fólkum helst ikki rýmt.
Men Guds lukkutíð eru
tað nakrir mergjaðir garp-
ar, ið royna at stríðast fyri
at bøta um hesi viðurskifti
(ÚF, 6/10, kl. 18:00). Ein
av teimum er formaður í
Miðflokkinum, annar for-
maður í Sjálvstýrisflokki-
num, og ein tríði ein fólka-
floksmaður. Hetta eru
mergjaðir menn, ið taka
heimsins trupulleikar í
størsta álvara. Teir bróta
upp um armar og vilja
stríðast fyri at hevja okkum
burtur úr pornodíkinum,
sum at Ugens Rapport er at
fáa á bensinstøðum. Men
um forboð fyri at selja
nakin fólk á prenti ikki er
nokk til at halda Porno-
føroyar í skinninum, so
fara teir gleðiliga eitt stig
víðari, um teir fáa makt
sum teir hava akt. Tað er at
sensurera alnetið. Hvørki
meir ella minni. Sensurur
er sostatt ikki nakað, sum
prestastýrið í Iran ella
kommunistastýrið í Kina
hava einkarætt upp á, nei,
tað er nettup vegurin fram,
halda teir. »At tað ber til at
sensurera á alnótini hava
kinverjar longu prógvað«,
segði Jenis av Rana.
Vit eru óendaliga heppin,
at vit eiga so mergjaðar
menn sum Jenis av Rana,
Kára P. Højgaard og Jákup
Mikkelsen. Hvat hevur
Várharra ikki veri fram-
síggin, tá hann setti hesar
frelsandi einglar á fold í
einum so glataðum landi
sum Føroyar.
Latum okkum øll stuðla
teimum í at steðga ólevn-
aði, og at forða fólki í sjálv
at velja, hvat er best fyri
tey. Tí tað er teir og ikki
tey, sum vita, hvat er best
fyri tey. Hesir eru teir
(sjálv)útnevndu at døma
millum livandi og deyð,
skapa paradís í Føroyum
og steðga massivu fólka-
fráflytingini. Tá ongar
rumpur ella boppur meiri
eru at síggja, hvørki á
bensinstøðum ella á
alnetinum, tá verður alt
gott, øll verða glað, og
eingin fer at rýma.
Tí rýma fólk av landinum
hilmar
SimonSen
At biðja fyri satan vold
Tórshavnar Kommuna
eigur at ganga undan í
Føroyum. Hon eigur at
leggja dent á at kunna
bjóða sínum borgarum eitt
framkomið og áhugavert
lív – bæði í útbúgving,
arbeiðstíð og frítíð.
Hetta eru høg mál at seta
sær, men so høg mugu tey
vera, skulu Føroyar fylgja
við í heimsmeldrinum, tí
kappingarneytarnir hjá
okkara høvuðsstaði eru
ikki bygdirnar, men londini
kring okkum við dragandi
vinnumøguleikum og
tølandi stórbýarlívi.
Líkt er til, at nógvir
føroyingar, sum eru farnir
uttanlands at útbúgva seg,
vilja koma heimaftur, men
spurningurin hjá mongum
er, um nóg mikið er at
koma heimaftur til.
Trivnaður og vinnumøgu-
leikar eru tvær síður av
somu søk. Tí stovnaði
kommunan sína egnu
vinnumenningardeild, sum
var ein týðandi viðspælari í
Job Match-átakinum í
Keypmannahavn herfyri í
royndunum at fáa tey
útbúnu fólkini heim aftur
at verða við til at taka
tøkini í framtíðini.
Heili 70 prosent av
útisetunum í Danmark,
sum hugsa um at koma
heimaftur, vilja búseta seg
í Tórshavnar Kommunu,
men teir hava fleiri iva-
spurningar. Er skúlin nóg
góður, eru frítíðarmøgu-
leikarnir nóg fjølbroyttir,
eru nóg avbjóðandi starvs-
møguleikar, og hvussu við
bústaðarviðurskiftunum?
Millum fremstu krøv hjá
bæði heimafólki og útiset-
um er, at vit hava ein
góðan skúla. Hetta ásann-
aði býráðssamgongan og
setti út í kortið at útvega
nýggjar skúlar í Hoyvík og
á Argjum. Hesir skúlar eru
lagdir til rættis eftir mest
framkomnu grundreglum,
so teir kunnu lúka tey krøv,
sum fólkaskúlalógin setir.
Hesar byggingar fara at
gera sítt til, at børnini fáa
bestu karmar um eina
framkomna skúlagongd.
Tað hevur eisini týdning
fyri fólk í dag at kunna
luttaka í einum fjølbroytt-
um frítíðarlívi og at hava
góðar møguleikar fyri
kropsrøkt.
Vit hildu, at tann stóra
fólkaítróttin, fimleikurin,
átti at fáa betri umstøður.
Serliga børnini íðka
nógvan fimleik, men
strævið hevur verið hjá
nógvum at sleppa upp í
part, tí hølir hava vantað.
Sáttmáli er gjørdur um at
byggja tríggjar fimleika-
hallir í einum bygningi í
Gundadali, tvær hallir til
rytmiskan fimleik og ein
til amboðsfimleik burturav.
Vónin er, at hallirnar fara
at fáa eins stóran týdning
fyri trivnaðin í býnum og
svimjihøllin.
Vit settu okkum eisini
fyri at gera ítróttarvøll til
frælsan ítrótt, sum hevur
verið saknaður leingi. Nú
er hann liðugur og liggur
klárur at taka ímóti øllum,
sum hava hug at ganga,
renna ella iðka aðra frælsa
ítrótt.
Her eru nakrar av fyri-
treytunum fyri einum
dragandi býi fingnar til
vega, men fleiri mugu til.
Skula miðnám og lestur á
universitetsstigi mennast í
høvuðsstaðnum, er umráð-
andi, at Tórshavnar Komm-
una spælir við, har hon
kann.
Ein av uppgávunum er
at strongja á landsins
myndugleikar um loksins
at koma við teimum lóg-
um, sum skula regulera
møguleikarnar hjá fólki at
útvega sær bústaðir, so
eisini lesandi, ungar
familjur, einligir forsyrgj-
arar og onnur við serligum
tørvi kunnu seta búgv und-
ir yvirkomiligum korum –
ikki púra strongd av tyngj-
andi rentum og avdráttum.
Havnin má ganga undan
varaborgarstjóri
Jógvan arge