hósdagur 9. oktober 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 tíðindi
Nr. 194 - 9. oktober 2008
Hóast sangleikurin
HAIR provokerar við
sex, drugs og rock
'n' roll í gospel hami,
vónar leikstjórin ikki,
at fólk fara at kenna
seg ov stoytt av gamla
hippie leikinum
Sjónleikur
Barbara holm
barbara@sosialurin.fo
Tónleikurin er sterkur, og
tú verður nærum blást um
koll, tá tú opnar dyrnar í
auluni í Studentaskúlanum
í Hoydølum á HAIR venjing
unum hjá Rhytmiska Kóri
num.
Kend
løg
sum
“Aquarius” Fylla rúmið, og
eingin ivi er um, at sangurin
í leikinum er tað, sum ger
leikin øðrvísi, frá tí sum
áður er sæð í Føroyum.
Provokerandi
gospelløg
Nógvur
gospel
sangur,
dansur og veruligur sjón
leikur verður at síggja, tá
sangleikurin Hair verður
frumsýndur
tann
14.
novembur í ár. Men leik
stjórin Elin á Rógvi, og
høvuðsleikarnir eru greið
yvir, at leikurin er provoker
andi, og at vandi er fyri, at
føroyingar fara at kenna seg
stoyttar av leikinum.
Hetta er ein provokerandi
leikur serliga orsaka av
løgunum.
Løgini
eru
»gospelslig«, tó er teksturin
nokso provokerandi, millum
annað verður sungið um
onani, sigur Fríði Tanggaard
Bjørgvin, sum skal “Jón”,
ið er ein av høvuðspersón
unum í Hair.
Í viðmerking til hetta sig
ur Elin á Rógvi, leikstjóri,
at hon hevur vónir um, at
føroyingar fara at skilja tað
stuttliga og søguliga í inni
haldinum í Hair, heldur enn
at kenna seg stoytt.
»Hair« sangleikurin er
ikki sum sjónleikir, ið áður
eru framsýndir í Studenta
skúlanum í Hoydølum, so
vit vita í veruleikanum ikki
nakað um, hvussu hetta
slagið av sangleikum verða
móttikið, men vit vóna
sjálvsagt tað besta, sigur
Elin á Rógvi
Sex, drugs and
rock ‘n’ roll
Høvuðsleiklutin
sum
»Diana« hevur Birita Adela
Davidsen.
Sangleikurin er í stuttum
um »sex, drugs and rock ‘n’
roll«, og er um 16 hippiarar
úr 60’unum , greiðir Birita
frá.
»Hair«
leiður
okkum
aftur í hippi tíðina, og vit
koma sum nevnt tætt uppat
lívinum hjá 16 hippiarum
úr 60’unum. Leikurin varð
skrivaður í 1965, og er
inspireraður
av
teimum
nógvu ungu, ið tá vórðu
send heim úr skúlunum,
orsaka av ov teirra langa
hári og uppreistrarsinni.
Hetta er júst tað, sum
verður at síggja á palli í
Føroyum í heyst, nevniliga
hippiarir við longum hári,
ið trúgva uppá frían kær
leika, rúsevni og tónleik av
tí villasta, og nógv av teirra
tilveru fyrigongur einari
stórari hallusinatión. Hesir
hippiarir gera upp við
nógvar av heimsins trupul
leikum, sum til dømis,
kríggi,
rasismu,
trúgv,
fátækadømi, kynsdiskrimin
ering, og ikki minst at sex
verður sæð, sum nakað
skeivt. Og nógv av hesum
verður also ført fram gjøgn
um provokerandi tónleik í
gospel hami.
Eg haldi at temaði altíð
kann setast í samband við
ungdóm og uppreistur, og tí
haldi eg, at “Hair” og teir
trupulleikar, sum verða tikn
ir upp í leikinum, eisini
passa væl til føroyskan ung
dóm í dag, greiðir Elin á
Rógvi frá.
Kenna hvønn annan
Sambært
leikstjóranum
Elini á Rógvu, verður nógv
ur dentur lagdur á tað
sosiala, serstakliga millum
sjónleikararnir.
Í alt eru 16 sjónleikarar,
og vit hava gjørt nógv fyri
at koma at kenna hvønn
annan væl. Tað er ótrúliga
umráðandi í einum slíkum
leiki,
at
sjónleikararnir
kenna seg tryggan við
hvønn annan og umhvørvi
num, tí ein sjónleikari er
altíð útsettur, og skal opna
seg fyri hinum sjónleikara
num undir venjingum, og
kenna tey seg ikki tryggan
har, fáa vit ikki besta úrslit
ið, greiður Elin frá.
Eisini høvuðssjónleikar
arnir kenna hvønn annan
áðrenn, og hetta er heilt víst
ein fyrimunur fyri tey.
Vit hava framført tónleik
saman, og hava sostatt stað
ið á palli saman áður, greiða
Birita og Fríði frá.
Nervarnir ikki
komnir enn
Hóast nógv fokus vanligt
verður lagt á sjónleikirnir,
ið Studentaskúlin í Hoydøl
um skipar fyri, so hava
Birita og Fríði ikki merkt
nervarnir enn, og halda tað
heldur ikki verða nakað,
sum kemur at seta dám á
teirra framførslu.
Eg ivist ikki í, at tættari
vit koma at tí stóru frum
sýningini, meira nervar fara
vit øll at fáa. Frumsýningin
er enn ov langt frammi í
framtíðini til at kenna tí van
ligu kensluna av nervum,
men eg ivist ikki í, at tað
kemur so líðandi, sigur Elin
á Rógvi at enda.
HAIR provokerar
Hóast høvuðsleikararnir Fríði Tanggaard Bjørgvin og Birita Adela Davidsen hava staðið á palli saman fyrr, er HAIR ein heilt
øðrvísi avbjóðing, siga tey
Rytmiska kórið í Hoydølum er eisini í byrja at fyrireika seg
til stóru frumsýningina, og týðiligt er at Zaharis Sørensen,
tónleikalærari og leiðari hjá rytmiskakórinum, leggur stóran
dent á detaljur
Billiard í Klaksvík
Fríggjadagin og leygardagin verður skjøtil aftur settur á billardsesongina. Fyrsta
kappingin í hesum árinum verður í Klaksvík, og talan er um Haldor Holm Cup.
Tá møtast fimm av landsins frægastu spælarum. Kappingin er samtíðis upphiting
til komandi FM kapping fyri lið og einstaklingar. Teir fimm, sum eru við í Haldor
Holm kappingini í ár, eru: Kristian Sune Høgnesen, Hallur Joensen, Sonhard
Johannesen, Niels Nielsen og Jan Müller. Kappingin um Haldor Holm steypið
varð fyrstu ferð spæld í 1989. Síðani tá hava hesir vunnu kappingina: Henrik
Petersen 7 ferðir, Kristian Suni Høgnesen 4 ferðir, Jan Müller 2 ferðir og Eirikur
Nielsen, Ólavur Kjølbro og Bjarni Skaalum eina ferð hvør.